hósdagur 8. august 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
15
Heðin Lamhauge, sum eisini vísir
á, at loftsrúmið er isolerað og hev
ur egið vesi, tí at tað hevur áður
verið brúkt í ferðavinnuni.
Prosentgjald fyri
arbeiðsmegi
Í frágreiðingini stendur at lesa, at
fyritøkur skulu gjalda eitt ávíst gjald
til Firmport av lønarútreiðslunum
fyri rumensku arbeiðsmegina, ið
Firmport syrgir fyri.
Ítøkiliga verður víst á, at 18
ella 19 rumenar eru í starvi hjá
Húsavarðatænastuni, og at Húsa
varðatænastan skal gjalda Firm
port eitt gjald fyri hvønn av fyrstu
átta tímunum, ið arbeitt verður
hvønn dag.
Í frágreiðingini skrivar Liljan
Weihe, at keldur høvdu greitt
henni frá, at gjaldið lá um 12 pro
sent av lønarútreiðslunum.
So líkatil er tað tó ikki, sigur
Heðin Lamhauge og vísir á, at
bæði gjald og umstøður eru meira
samansett enn eitt flatt gjald á 12
prosent.
Fyri tað fyrsta er gjaldið bert
galdandi fyri teir, ið eru í starvi
hjá Firmport, og sum síðani
"vikariera" í øðrum fyritøkum.
Firmport er knýtt at umleið 70
rumenum, men bert 15 teirra fáa
í løtuni løn frá Firmport, og sostatt
umfatar tímagjaldið bert teir.
Fyri tað næsta er gjaldið gjaldið
eittsiffrað, vil Heðin Lamhauge
vera við, uttan at vilja upplýsa
neyvt hvat gjaldið er. Hartil er
gjaldið ikki nóg væl lýst í frá
greiðingini, heldur hann.
- Um vit siga, at gjaldið er 12
prosent - hóast tað ikki er tað -
so fylgja nakrar pliktir við sum
arbeiðsgevari. Nakrar útreiðslur.
Har eru nøkur lógarásett gjøld,
kanska eini fimm prosent, sum
arbeiðsgevarin skal gjalda. Tað er
barsilsgjald, ALS-gjald, tryggingar,
og so er eisini umsiting. Starvsfólk
gjalda av ásett gjøld av lønini, men
arbeiðsgevarin skal eisini gjalda
sín part.
Tá spurdur, hví hetta ikki var
komið við í frágreiðingina, nú
hann hevði fingið møguleika at
gera viðmerkingar, sigur Heðin
Lamhauge, at hatta hevði hann
ikki sæð.
- Eg havi ikki sæð hatta. Og
Liljan Weihe burdi vitað betri.
Hon veit, at ein arbeiðsgevari
hevur nakrar útreiðslur. Allar
fyritøkur í Føroyum gjalda útvið
fimm prosentum í lógarásettum
gjøldum umframt umsiting, bók
hald og so framvegis.
Prosent- ella tímagjaldið, verð
ur lagt aftrat teirri upphæddini, ið
virki og feløg gjalda Firmport til
lønir til rumenarnar.
Syndarliggering
av rumenunum
Nógv positivt er at síggja í frá
greiðingini hjá fakfeløgunum,
heldur Heðin Lamhauge. Serliga
er tað gott, at frágreiðingin
kundi ikki ávísa lønardumping
í Føroyum, og at arbeiðsgevarar
eftir øllum at døma er so mikið
seriøsar, at lønarviðurskifti eru í
lagi, og at tingini fara rætt fram.
Heðin Lamhauge heldur tó, at
frágreiðingin málar eina skeiva
mynd av rumenunum, sum ikki
eru so hjálparleysir, sum teir tykj
ast út frá frágreiðingini.
- Tann syndarliggering, sum
Liljan Weihe ger av rumenunum, er
ikki rætta myndin av teimum. Tey
flestu av teimum eru resursusterk
fólk. Tey eru vælfungerandi og
eru ikki so goymd burtur. Sigur
Heðin Lamhauge.
- Eg helt hasa syndarliggeringina
vera eitt sindur niðurgerandi. Teir
eru væl fyri, teir fylgja væl við,
summir ganga til fótbólt, summir
renna. Summir taka eisini lut í
ymiskum kappingum, sigur Heðin
Lamhauge og leggur aftrat, at
málførleikarnir hjá teimum eru
toluligir.
Heðin Lamhauge metir, at um
helvtin teirra megnar at hava sam
røðu á enskum, tá teir fyrstu ferð
koma til Føroya, og at tað gongur
skjótt at læra hjá teimum, ið ikki
duga tað frammanundan.
N GEVUR SKEIVA
EKARAGØTU