hósdagur 8. august 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
16
Tað varð ikki ein vøkur mynd,
ið frágreiðingin Rumenar á
loftinum málaði av addressunum
í Jekaragøtu 8 og 10 í Havn.
Umstøðurnar vóru ringar, um 50
rumenar vóru stúvaðir saman
í tveir bygningar, sum eftir
øllum at døma ikki vóru egnaðir
til at húsa fólki, og yvirhøvur
fekk lesarin ta fatan, at onkur
bakmaður royndi at eyðræna
rumensku arbeiðararnar, sum
óttaðust at standa fram og
gera vart við síni viðurskifti.
STEINAR PATURSSON
STEINAR@SOSIALURIN.FO
F
yri at fáa eina fullari mynd
av, hvussu standurin er í
bygningunum báðum í
Jekaragøtu, fekst avtala
í lag við Heðin Lamhauge, ið
rekur Firmport, og sum eisini
stendur fyri útleigu av húsunum
í Jekaragøtu. Hann ger greitt
frammanundan, at vit sleppa ikki
inn allastaðni, tí summir rumenar
eru til arbeiðis.
Samanumtikið kann sigast, at
yvirhøvur eru bæði húsini gomul,
nakað slitin, og tað er langt síðani,
at tey hava fingið eina ordiliga
yvirháling innan. Summar av
gongunum eru trongar, gólv- og
loftslistar umframt hurðakarmar
ymsastaðni eru í ringum standi, og
mest av øllum minna fleiri kømur
um gomul vallarheimskømur, sum
tú finnur, fert tú at ferðast í Ev
ropa við sparsemi.
Leysar trappuflísar
Langur trappur eru uttan fyri bláu
húsini í Jekaragøtu 8. Gongur tú
niðan ella oman gjøgnum trapp
urnar, er neyðugt at vera varin, tí
fleiri av grótflísunum liggja leysar
oman á betonginum, og trínir tú
skeivt, kann skjótt enda galið. Tá
eg traðki á ein av leysu flisunum,
og hann við hvøllum ljóði skiftir
á betonginum, sigur Heðin Lam
hauge stutt, at summir av flisun
um eru leysir, og at trappan skal
sjálvandi setast í stand. Tað er tó
undranarvert, at flisarnir eru ikki
bara tiknir burtur av trappunum,
til ein handverkari fær fest teir á
aftur.
Vit koma inn í gongina í hús
unum, og har er sum í grøvini.
Einki ljóð hoyrist nakrastaðni,
og tað tykist, sum eingin er inni.
Hetta er allarhelst, tí at tað er um
middagsleitið, og flestu av rum
enunum munnu vera til arbeiðis.
Byrjað verður á ovastu hædd.
Okkurt hoyrist innan fyri einar
dyr, og Heðin Lamhauge bankar
á dyrnar, og latið verður upp.
Har eru trý fólk - ein vaksin
kona, ein vaksin genta og ein vaks
in drongur. Konan er mamma at
dronginum, og tað er hon og maður
hennara, ið búgva í kamarinum.
Heðin Lamhauge heilsar upp á
tey trý á rumenskum, rættir arm
in móti mær og sigur okkurt, ið
ivaleyst greiðir teimumfrá, hvør
eg eri.
Kamarið er nossligt og ruddi
ligt, góð útsikt er yvir Nólsoyar
fjørð, og í kamarinum er eisini ves
við brúsu.
Drongurin dugir eitt sindur
av enskum og umsetir fyri
mammuna, at henni dámar væl
at búgva har. Sjálvur sigur hann,
at hann elskar at búgva har. Hann
hevur familjuna tætt uppá, bú
staðurin verður ikki brádliga sagd
ur upp, tí føroyingar koma heim
úr útlondum, og hann sleppur frá
ARBEIÐS
BÚSTAÐUR
ELLA SLUMM
TEMA: Rumenar og Jekaragøta