Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 17 at rokast á bú­stað­ar­markn­aðin­ um í Havn, sigur hann og legg­ur aftrat, at familjan hevur trý køm­ ur á hæddini. Tvær hurðar frá er felagskøkur fyri tey á hæddini. Køkurin er í rætti­liga góðum standi, linoleums­ gólvið sær rættiliga nýtt út, og køk­urin er reinur. Villiniborg og feðgar á loftinum Á miðhæddini er tað, sum í frá­ greiðingini hjá fakfeløgunum varð lýst sum villiniborgin. Inn­rætt­ ingin er margháttlig, og "vill­ini­ borgin" er eyðsæð eitt byggipláss í løtuni. Men tað verður skjótt greitt, at tað, sum kundi tóktst at verið ein labyrintur, er í grundini bara eitt rúm við einum illa plaseraðum veggi í miðjuni, sum skáka tvær ymiskar vegir. Frá rúminum er atgongd til tvey kømur og eitt opið rúm við vaskimaskinu og turkitrumlu. Suðureftir frá rúm­ in­um er atgongd til køk, sum sam­stundis virkar sum atgongd til umtalaða loftsrúmið, har feðg­ arnir høvdu húsast. Køkurin er nossligur, reinur og í heila tikið í góð­um standi. Frá køkinum er alt­anhurð út á tekjuna, ið knýt­ir saman bláu húsini og reyðu hús­ ini, har Gistingarhúsið Skansin helt til fyrr. Eitt sindur av regni ligg­ur á tekjuni, og plattar eru lagdir omanyvir, soleiðis at tú slepp­ur turskøddur tvørturum til lofts­rúmini hinumegin. Annað rúmið, har feðgarnir høvdu hildið til, stendur tómt, og sambært Heðini Lamhauge fæst ikki atgongd til hitt rúmið, tí at hann, sum hevði verið har seinast, var farin aftur til Rumenia og hevði tikið lykilin við sær. Ráur køkur Niðast í húsunum er inngongd fyri seg við lítlum durði. Innanfyri durðin er køkur, ið hevur beinleiðis atgongd til fýra kømur. Køkurin varð nevndur í frágreiðingini, tí at bæði veggur og gólv var rátt betong - hvørki gólv ella veggur var lagt á. Køkurin er lítil og smalur, vegg­ urin aftan fyri køksskáp, køksborð og komfýrin er veggurin úr ráum betongi. Gólvið er nú úr linoleum, men sambært Liljuni Weihe er linole­umið lagt á aftaná, hon hevði verið á vitjan í sambandi við frá­greiðingararbeiðið. Myndir, ið vóru at síggja í Degi & Viku frá týs­kvøldinum, vísa eisini, at gólvið hev­ur áður verið úr betongi. Køkurin hevur greið merkir eftir brúk. Feittplettar vóru ymsa­ staðni á vegginum, og ráur luktur var í køkinum. Ilt er tó at siga, um lukturin stendst av fukti, ella um talan er um onkran mat, ið er øðrvísi enn tað, sum vit eru von við. Heðin Lamhauge vísir á, at køk­ urin er kanska ikki so reinur, sum mann kanska hevði ynskt, at hann er. Hann leggur tó aftrat, at eru bert menn í øllum kømurunum, ið hoyrdu til køkin, og at hann hevur roynt, sum best ber til, at fáa teir at halda køkin reinan. Familjur við konufólki hoyra til hinar báðar køkarnar í erva. Jekaragøta 10 Hin helvtin av rumenunum hús­ ast í bygninginum við síðuna av, á Jekaragøtu 10. Júst sum vit koma inn um hurðina, stendur ein rumeni og vaskar ves og baði­ verilsi. Hann hevur verið í Før­ oy­um í trý og eitt hálvt ár, sigur hann, men fer heim aftur til Rumenia í morgin, og tí er hann farin at gera reint. Á hæddini eru nøkur kømur. Eins og í hinum bygningum er ann­ars heilt friðarligt, og eingin tykist at vera heima. Til íbúðirnar og køm­urini á hæddini er køkur, sum er í rímiligum standi. At síggja til er køkurin møbeleraður rætti­liga tilvildarliga, og talan er eyð­sæð um endurnýtslumøblar, men annars er køkurin reinur og ruddi­ligur, tí at rumenin, sum fer heim, hevur júst verið og vaskað hann. Hæddin omanfyri líkist nógv teirri fyrru. Gongin sneiðir sama veg, og køkurin á hæddini er beint oman fyri køkin á fyrstu hædd. Hesin køkurin er tó ikki í eins góðum standi. At síggja til er hann reinur, men í endanum av rúm­inum við vindeygað er lofts­ tapetið illa skrædnað, og onkur hevur roynt við klistribandi at fáa tað at hanga fast í loftinum. Hes­ in køkurin er nevndur í frá­greið­ ingini, og tá víst verður á tapetið, sigur Heðin Lamhauge bert, at onk­ur hevur roynt at lappa tað við klistribandi, og at tað sjálvandi skal gerast ordiligt. Eisini standa tvey vindeygu í køkinum á glopp. Heðin Lamhauge sigur, at tað er sera vanligt, at vindeyguni í køk­ inum standa á glopp, tí at rum­ en­arnir plaga at koma heim frá arbeiðis samstundis og fara tí allir í køkin í senn at gera sær at eta. Tá lata teir ofta vindeyguni upp, tí at tað gerst ov heitt. Í frágreiðingini hjá fak­feløg­un­ um vísti Liljan Weihe á, at í einum køki sat vindeygað fast, og at tað kundi ikki latast aftur. Tá spurdur, um køksvindeyguni kunnu latast aftur, sigur Heðin Lamhauge, at tað kunnu tey, og at hann veit ikki heilt, hvat Liljan Weihe meinti við við vindeygunum. Heðin Lamhauge leggur aftr­at, at nógv vindeygu eru skift sein­ astu tíðina, og at avtala er gjørd við veitara um at eftirkanna og smyrja vindeyguni av og á. Tvey- ella trýmanskømur Á somu hædd er ein lítil íbúð, sum vit sleppa inn í. Íbúðin, og kam­arið við síðuna av íbúðini, hev­ur fyri kortum verið útleigað til fyritøku, ið skuldi hava innivist til nakrar rumenar, men nú er leigu­sáttmálin sagdur upp, og tí stend­ur íbúðin tóm, sigur Heðin Lam­hauge. Í køkinum eru tvey fundar- ella kontórborð við stólum, ein hillaskipan, vanlig køksapparat, men annars tómt. Har er vaskað og ruddiligt. Íbúðin hevur tvey køm­ur, og atgongd er til bæði køm­urini beinleiðis frá køkinum. Annað kamarið er opið, og tá vit kaga inn, sæst, at kamarið er sum blást. Tvær tómar sengur, eitt skriviborð við stóli, ein lítil reol og tað, sum sær út sum eitt heima­ gjørt borð, er tað einasta, sum er inni í kamarinum. Á ovastu hædd eru eisini fleiri kømur. Heðin Lamhauge bank­ar á einar dyr, men tá einki svar kem­ ur inanífrá, tekur hann í hurðina og fer inn, og vit fara aftaná. Um hvørt loyvi varð givið frá leig­ar­an­ um, vita vit ikki. Veggirnir eru klæddir við goml­ um linoleum, og umframt eina upp­reidda sofu eru tvær sengur. Onnur songin er uppreidd, men hin er tóm. Av tí at sofan er uppreidd, sær út sum at trý fólk búgva í kam­ ar­inum. Heðin Lamhauge peikar á sofuna og sigur, at onkuntíð koma rumenar av bygd at vitja um vikuskiftini, og so gista teir hjá vinfólkum á Jekaragøtu. Tað hev­ur hann einki við at gera, og tað leggur hann seg heldur ikki uppí. Tá hann verður spurdur, um ikki hetta er eitt av kømurunum í frá­greiðingini, har víst varð á, at tríggir mans vórðu húsaðir, svar­ar Heðin Lamhauge, at tað er tað ikki. Tað verður bert leigað út til tvey fólk í hvørt kamar, sigur Heðin Lamhauge og leggur eina við, at tað verður ikki útleigað "í trimum. Tað gera vit simpulthen ikki." Áðrenn myndamaðurin tekur mynd av kamarinum, flytir Heðin Lamhauge dýnu og kodda av sof­ uni yvir á tómu songina, tí hitt gev­ur ta fatan, at trý fólk búgva í kam­arinum. - Tað gevur eina rættari mynd av kamarinum, tí her búgva bara tveir mans, sigur hann. M