hósdagur 8. august 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
18
TEMA: Rumenar og Jekaragøta
- Eingin hjá okkum
býr í Jekaragøtu
- ella jú tríggir
Aftaná ónøgdsemi frá rumenum um bústaðarviðurskiftini í Jekaragøtu hevur
Demich broytt sína samstarvsavtalu við Firmport. Men har er kortini enn
eitt ávíst samstarv millum fyritøkurnar báðar um bústað til rumenar
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
H
VS-virkið Demich er
ein av teimum fyri
tøkunum, sum sam
starvar við Firmport
um arbeiðsmegi úr Rumenia.
Sambært stjóranum í Demich, Róa
Kalsø, eru í løtuni 14 útlendingar á
lønarlistanum hjá Demich.
Men eingin teirra býr í húsun
um hjá Firmport í Jekaragøtu 8 og
10, sum hesa vikuna hava fingið
nógvar atfinningar fyri vánaliga
standin. Tað vissar stjórin í Dem
ich fyri, tá eg týsdagin ringi til
hann og spyrji.
- Vit hýsa sjálvi 13 av teimum,
og ein teirra hýsir seg sjálvur, sig
ur Rói Kalsø, stjóri í Demich.
Firmport syrgir nevniliga
bara fyri loyvum og øllum papp
írarbeiði hjá rumenunum, sum
koma til Føroya at arbeiða fyri
Demich.
Bústaðartilboðið hjá Firmport
í Jekaragøtu er altso ikki við í
samstarvinum. Men tað hevur
tað verið. Firmport hevur hýst
fleiri útlendingum hjá Demich í
Jekaragøtu seinastu árini, inntil
Demich keypti egin hús í 2017.
Teir vóru ónøgdir
Avtalan millum Demich og
Firmport um bústað til útlend
ingar varð strikað orsakað av
ónøgd frá útlendsku Demich-
starvsfólkunum um bústaðin í
Jekaragøtu.
- So vítt eg skilji, hava
starvsfólk okkara verið ónøgd við
viðurskiftini har. Tað var nokk tí,
at har vóru ov nógv onnur fólk,
og har var ov nógvur gangur og
larmur, sigur Rói Kalsø, sum hevur
tikið við stjórastarvinum í Demich
aftan á allar hesar broytingarnar.
- Orsakað av ónøgdini fóru vit at
kanna, um tað loysti seg at keypa
eini hús, so teir kundu búgva har
í staðin fyri í Jekaragøtu. Vit vilja
tryggja teimum góð viðurskifti,
og vit vilja hava 100% skil á øllum,
vit kunnu bjóða teimum, sigur Rói
Kalsø og leggur aftrat, at Demich
í dag hevur tvey hús at hýsa
útlendskum starvsfólkum.
Í Demich siga tey seg ikki vita
akkurát, nær nakar útlendingur
hjá teimum hevur búð í kømrun
um hjá Firmport í Jekaragøtu 8 og
10 seinast.
Nakrir búgva har enn
Tað ljóðar í øllum førum sum, at
Demich hevur tikið frástøðu frá
bústaðartilboðnum hjá Firmport
í Jekaragøtu.
Tað er tó undranarvert, at tað
sama týskvøld standa tveir Dem
ich-bilar uttan fyri illa farnu hús
ini í Jekaragøtu. Jú, har búgva mín
sann rumenar hjá Demich, frættist
frá nøkrum av rumenunum, sum
búgva har.
Húsini vóru ikki klár
At nakað starvsfólk hjá Demich
býr í Jekaragøtu nú kemur óvart
á stjóran, tá eg spyrji inn til hetta
dagin eftir. Hann sigur, at hann
líka má fara at kanna málið, tí
hann kortsíðani er komin aftur
úr feriu. Rói Kalsø vendir aftur
løtu seinni:
- Jú, vit hava tríggjar manns
búgvandi í Jekaragøtu í løtuni,
sigur hann og greiðir víðari frá
orsøkini til órøttu upplýsingarnar,
hann gav áðrenn.
Tað vísir seg, at rumensk starvs
fólk búgva slett ikki í báðum hús
unum, sum Demich eigur - men
bara í øðrum. Nýggjaru húsini
vórðu yvirtikin av Demich 1. juli,
men tað er ikki klárt at flyta inn
har enn. Har mangla ting sum
møblar, sjónvarp og steintoy, og
so skal ein brandstigi eisini gerast.
- Rumenarnir komu í juli
mánað, og eg helt, at hatta húsið
hjá okkum var klárt, og at teir
búðu har nú, sigur Rói Kalsø.
Tað var ein neyðloysn
Men í gjár segði stjórin, at Demich
valdi at fara frí Jekaragøtu
nettupp orsakað av ónøgd um
bústaðarviðurskiftini. Hví hevur
Demich so valt at senda sínar
manns aftur har?
- Í hasum førinum er tað tí, vit
ikki hava megnað at hýst teimum.
Vit høvdu eina avtalu við Firm
port um, at teir kundu búgva í
Jekaragøtu, um vit í ringasta føri
einki annað funnu. Alternativið
var at kroysta teir inn í hitt húsið,
sum vit hava, men tað hildu vit
ikki vera forsvarligt. Tí hava teir
búð í Jekaragøtu, sigur Rói Kalsøe.
Hóast umstøðurnar í Jek
aragøtu 8 og 10 ikki eru nakað at
rópa hurra fyri, so meta Demich og
teir tríggir rumenarnir sjálvir, at
Jekaragøta er ein fín fyribilsloysn.
- Ein av teimum býr í einum
kamari, og hinir báðir búgva
saman, og teir hava egið vesi.
Teir vita væl, at Jekaragøta er ein
fyribilsloysn, og teir hava ongar
trupulleikar av umstøðunum har,
sigur Rói Kalsø.
Teir flyta út
Stjórin ger greitt, at fyribilsloysnin
í Jekaragøtu fær ein enda sum
skjótast. Hann fortelur, at fýra
rumenar hjá Demich eru í Før
oyum í løtuni, og hinir fóru av
landinum í feriu mikumorgunin.
Teir, sum eru farnir avstað, búðu
í einum húsum hjá Demich í vest
urbýnum.
- Antin fara vit at gera nýggju
húsini klár beinanvegin, so teir
kunnu flyta inn har, ella koyra
vit teir sum skjótast í hini húsini
hjá okkum, har tað nú er nokk av
plássi, sigur Rói Kalsøe.