Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 19 - Rumenarnir trívast væl í Jekaragøtu - Í prinsippinum blanda vit okkum ikki upp í teirra viðurskifti, sigur Pauli Olsen, arbeiðsformaður PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO M á l a r a m e i s t a r i n Uni Zachariassen hevur seinastu góðu 4 árini havt eina avtalu við Firmport, sum skaff­ar teimum útlendska ar­ beiðs­megi úr Rumenia. Tríggir av rumenunum, sum mála hjá Málara­meistaranum Una Zach­ arias­sen, búgva í húsunum hjá Firmport í Jekaragøtu. Tann, sum hevur búð har longst, hevur búð har í meira enn fýra ár. Hetta samstarvið riggar væl. - Vit eru væl nøgdir við sam­ starvið við Firmport. Tí hava vit eisini hildið fram við sam­starv­ inum øll hesi árini, sigur Pauli Olsen, arbeiðsformaður í málara­ fyritøkuni. Teir lata væl at Hjá Málarameistaranum hava tey ikki varnast nakað ónøgdsemi frá rumensku starvsfólkunum um Jekaragøtu, eins og nakrar aðrar fyritøkur hava. - Teir lata væl at og eru nøgdir. Teir eru jú komnir til Føroya fyri at arbeiða, og teir vilja gjarna liva so bíliga sum møguligt. Tað er ann­ ars heldur ikki lætt at finna bú­ stað í Føroyum, sigur Pauli Ol­sen og vísir á ein vansa við bústað­ar­ við­urskiftunum har. - Tað kann vera eitt sindur keði­ ligt viðvíkjandi larmi um náttina, tí har eru nøkur, sum arbeiða í skiftivaktum. Men vit síggja einki aftur á arbeiðnum hjá teimum, tí teir eru sera arbeiðssamir, sigur hann. "Finnið tykkum okkurt annað" Hvat høvdu tit gjørt, um rumensku starvsfólk tykkara høvdu klagað og sagt, at teir vóru ónøgdir við sín bústað í Jekaragøtu? - So høvdu vit sagt, at við­kom­ andi má royna at finna sær okk­urt annað. Tað er upp til teir sjálv­ar. Í prin­sippinum blanda vit okk­ um ikki upp í teirra viðurskifti, sigur Pauli Olsen og samanber við føroysku starvsfólk teirra. - Um ein føroyingur hevði sagt við okkum, at hann gjarna vil hava eina aðra íbúð, so høvdu vit sagt tað sama. Men starvsfólk okkara láta væl at, og so mugu vit taka útgangsstøði í tí. Um teir so ikki lata væl at, mugu vit taka støðu til tað, sigur Pauli Olsen. Málarafyritøkan hevur eisini sjálv skaffað bústað til síni út­ lendsku starvsfólk áður. - Kanningin fær okkum at hugsa Sjálvur hevur Pauli Olsen ikki verið íbúðunum hjá Firmport í Jekaragøtu, men hann hevur hoyrt um bústaðarviðurskiftini har í sambandi við kanningina "Rum­enar á loftinum" og miðla­ um­røðu hesa vikuna. - Sjálvandi fær tað okkum at hugsa, tí vit eru góðir við okkara fólk og vilja teimum tað besta. Vit eru avgjørt ikki líka­sælir, sigur hann og vendir problem­still­ing­ in­um á høvdið: - Hinvegin eru tað eisini nógvir før­oyingar, ið liva soleiðis. Tað kemur bara ikki fram í miðlunum uppá sama máta sum hetta, sigur Pauli Olsen, formaður. Rumenarnir, sum arbeiða hjá Málarameistaranum Una Zach­ ariassen eru sambært Paula Olsen í Havnar Arbeiðsmannafelag, og teir fáa meira í løn, enn sáttmálin ásetur. Haraftrat fáa teir eina ferð heim til familjuna hvørt ár. Teir, sum hava verið her longst, fáa eitt sindur meira ágóðar. Málarameistarin Uni Zachariassen: Tilvildarlig mynd (Mynd: Thomas Larsen / Jyllands-Posten / Ritzau Scanpix)