hósdagur 8. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
20
– Barnatilfar eigur eisini at
geva vaksnum okkurt at grunda
yvir, sigur danski satirikarin
og leikstjórin Oliver Zahle.
Hann er kendur frá donskum
útvarpi og sjónvarpi og hevur
gjørt bæði barnavinarligt tilfar
og satiru. Í 2014 royndi hann
seg sum skaldsøgurithøvund
á fyrsta sinni við barnabókini
Fílasteinurin, og eftir at hann
hevur fingið tilknýti til Føroya,
er barnabókin týdd til føroyskt.
BRANDUR MORTENSEN NOLSØE
– Hetta er fyrst og fremst ein søga
til børn, men inni í søguni goymir
seg ymiskt til tey vaksnu, sigur
Oliver Zahle, sum hevur skrivað
barnabókina Fílasteinurin. Fíla
steinurin var hansara fyrsta roynd
sum skaldsøgurithøvundur. Bókin
fekk tí stóra undirtøku, og við tí
vaks hugurin at skriva skaldsøgur.
Oliver Zahle hevur síðani latið
sjey bøkur úr hondum.
Oliver Zahle hevur í eini langari
yrkisleið framleitt tilfar til børn og
vaksin av alskyns slag. Tó er reyði
tráðurin tíðum, at speisemi og
álvarsemi verða blandaði saman.
Hetta er við til at skapa inni
hald, ikki minst, tá talan er um
tilfar til børn. Oliver Zahle heldur,
at góðar barnabøkur væl kunnu
gerast áhugaverdar fyri øll.
– Tá tú gert tilfar til børn, er
týdningarmikið, at tey vaknu
eisini verða undirhildin. Tí er tað
skilagott at goyma djúpari boð
skapir í søguni, uttan at villeiða
børnini, sigur hann.
Søgan um Fílasteinin fanst bara
á donskum, men eftir at Oliver
Zahle fekk tilknýti til Føroya, var
lagamanni at fáa bókina týdda til
føroyskt. Vermóðirin, Josefina
Smith, og beiggi hennara, Sonne
Smith, fáast nógv við at týða til
far til føroyskt. Eftir at Josefina
Smith hevði lisið bókina, týddi
hon bókina av sínum eintingum,
og síðani vendi Oliver Zahle sær til
forlagið. Fyri stuttum kom bókin
út á føroyskum.
Hóast søgan gongur fyri seg í
lítla býnum Thyborøn í Danmark,
har Oliver Zahle sleit sínar barna
skógvar, eru fleiri eyðkenni, sum
hóska eins væl til Føroya.
– Tá eg eri í Føroyum, kennist
tað sum at fara aftur til mín barn
dóm, sum onkursvegna er við í
søguni. Føroyar minna meg nógv
um mína tíð sum barn í Vesturjyl
landi. Tó má eg ásanna, at Føroyar
eru bæði vakrari og stórfingnari,
sigur Oliver Zahle.
Søgan um fíladrongin
Skaldsøgan Fílasteinurin er ein
bæði skemtilig, hugfloygd og
rørandi barnabók, sum viðger
kensluna av at vera øðrvísi. Søgan
snýr seg um lítla Bapit, sum býr í
Thyborøn í Danmark. Bapit líkist
ikki hinum, tí hann hevur etið alt
ov nógv Nutella, og tí mamma
hansara er út Tailandi. Pápin, sum
er deyður, gav Bapit ein holstein,
sum hann segði hevði gandamegi:
Um tú hyggur gjøgnum holið
og ynskir tær okkurt, gongur
ynskið út. Men hesum trýr Bapit
ikki. Ikki fyrr enn alt knappliga
verður ovboðið. Brádliga fær hann
eyga á ein fíl, sum er rýmdur úr
sirkusinum.
Søgan um Bapit er partvís bygd
á lívið hjá einum veruligum dreingi,
sum Oliver Zahle fyri 25 árum
síðani kom at kenna í sambandi
við, at hann gjørdi barnaútvarp
fyri Danmarks Radio. Ein dagin í
1989 fekk Oliver Zahle frænir av
einari søgu um ein lítlan drong,
sum hvønn dag vitjaði fílarnar
í djóragarðinum í Keypmanna
havn, eftir at hann hevði fingið
árskort til djóragarðin í gávu frá
ommu síni. Drongurin varð illa
happaður í skúlanum, tí hann var
ov hyldligur. Einsamallur plagdi
hann at søkja sær troyst millum
djórini, sum ikki gjørdu sær far
um, at hann var øðrvísi. Djóra
vørðirnir, sum høvdu lagt merki
til drongin, gjørdu av at hjálpa
dronginum at læra fílarnar at
kenna. Sum frá leið slapp drong
urin heilt inn í fílabúrið, og úr tí
spruttu sterk vinabond millum
lítla drongin og risastóru fílar
nar. Endin varð, at drongurin fekk
stórt sjálvsvirði og klænkaði seg.
Útvarpsverturin Oliver Sahle
var avgjørdur um, at hann skuldi
siga frá hesari sólskinssøguni í
barnaútvarpinum, men tá hann
møtti dronginum, var trupult at
fáa hann at siga frá søgu sínari.
– Eg ringdi til djóragarðin,
og tey settu meg í samband við
drongin. Eg gjørdi eina samrøðu
við hann, men tíverri var hann so
lítillátin, at søgan ikki bleiv frá
greidd til lítar. Eg var sera harm
aður um tað, tí søgan var so góð.
Oliver Zahle, sum hevur leik
stjørnað fleiri filmar og sjónvarps
sendingar, gloymdi tó ongantíð
dreingin og fílarnar. Hann gjørdi
av at skriva eitt leiklit til ein film,
sum skuldi byggja á søguna um
drongin og fílarnar, og eisini
um barndóm sín í Thyborøn.
Eftir at tað hevði miseydnast
at fáa fígging til filmin, gjørdi
Oliver Zahle í staðin av at gera
eina roynd at skriva søguna sum
barnabók.
25 ár eftir, at hann gjørdi sam
røðu við lítla drongin í djóra
garðinum, sat Oliver Zahle nú
við lidnum handiti í hendi, sum
hevði fingið heitið Fílasteinurin.
Hann kendi á sær, at hann átti
at takkað dronginum, sum gav
honum íblásturin til at skriva
skaldsøguna, og fór tí at vita, um
hann kundi finna drongin. Tey á
djóragarðinum kendust ikki við
drongin, og tí mátti Oliver Zahle
leita sær til sosialar miðlar.
– Eg skrivaði eini boð á Face
book og spurdi, um nakar visti um
drongin, sum plagdi at eygleiða
fílarnar í djóragarðinum fyri 25
árum síðani. Tá fekk eg svar frá
ikki færri enn 600 fólkum. Tað
var ótrúligt at hoyra, at hesin
sami drongurin nú var starvsfólk
í djóragarðinum, greiðir Oliver
Zahle frá.
Drongurin, sum nú var vaksin
maður, eitur Peter og starvast sum
djórðavørður í djóragarðinum í
Keypmannahavn. Tá teir báðir
møttust í djóragarðinum, tætt við
fílarnar, greiddi Peter frá, at djóra
vørðir av trygdarávum sleppa ikki
heilt innar til fílarnar longur, tí so
mong hava fingið skaða ella eru
deyð av stóru djórðunum. Tí var
Peter farin at ansa øðrum djórum.
– Men týdningarmiklast av
øllum var, at Peter var glaður fyri
lidnu handritið, sum hann hevði
givið íblásturin til, sigur Oliver
Zahle.
Hevur havt nógvar leiklutir
50 ára gamli Oliver Zahle vaks
upp í Keypmannahavn. Sum
barn vitjaði hann javnan ommu
sína í Thyborøn í Vesturjútlandi,
har søgan um Fílasteinin gongur
fyri seg. Oliver Zahle hevur havt
nógv jørn í eldinum, og eyðsæð er,
at hann hevur mangar gávur. Eftir
at hann sum ungur hevði arbeitt
í barna- og ungdómsdeildini
hjá Danmarks Radio í eina tíð,
fór hann undir at gera egið til
Fílasteinurin:
Ein barnabók til vak