Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 21 far, serliga barnaútvarp. Seinni fór hann undir at gera sjón­varp, bæði barnasendingar, og satir­ iskar sendingar. Í dag er hann eitt nú kendur sum vertur í útvarps­ send­ingunum Børneradio og Selv­sving. Mong kenna hann frá satir­iskum sjónvarpssendingum, sum hann gjørdi saman við Mikael Bertelsen, eitt nú De Uakt­uelle Nyheder. Oliver Zahle hevur eisini staðið fyri eini røð av spælifilmum, bæði sum leikstjóri og handritahøvundur. Fyri ar­ beiðið við útvarpi, sjónvarpi og filmi hevur Oliver Zahle vunnið fleiri altjóða virðislønir, eitt nú Norð­urlandaráðsins viðrisløn fyri miðlaarbeiði, og viðrislønina Prix de Jeunesse. Oliver Zahle hevur eisini fingist við tónleik, og er hann trummusláari í tveim­um út­ gáv­um hjá danska rapp­bólk­in­um Østkyst Hustlers. Oliver Zahle býr saman við føroysku Anniku Smith, bý­ráðs­ limi, og tveimum børnum í Keyp­ mannahavn. Tey seinastu árini hevur hann saman við familjuni hildið ólav­ søku í Føroyum. Sambært Oliver Zahle er føroyska náttúran bæði stór­sligin og vøkur, men tað, sum veru­liga dregur, er róliga tilveran, sum ikki er ólík teirri, hann upp­ livdi sum barn í Thyborøn í Vest­ ur­jyllandi. – Tað er fantastiskt at vera í Før­oyum, tí tá er ein altíð nærindis hav­inum og tætt við núttúruna. At vera í Føroyum minnir meg um tíðina, tá eg var og vitjaði ommu mína, sum eisini búði í ein­um fiski­vinnu­umhvørvi. Tað er nátt­ úran, sum drívur verkið, og tað dámar mær. Føroyska tíðingin av Fíla­ stein­inum er ognað minninum um William Smith, sum andaðist brád­liga á sumri í 2017. William Smith var beiggi vermóðir Oliver Zahle, Josefina Smith, sum hevur týtt bókina. Seinastu tvey árini hevur Oliver Zahle havt í boði at lána føroysk klæðir, sum verfamiljan eigur, og hesum hevur hann fegin tikið av. Tó vildi hann frá byrjan tryggja sær, at hesin heiður ikki varð tikin illa upp. – Eg stúrdi eitt sindur fyri, at onkur fekk ilt av, at ein dani gekk í føroyskum klæðum á ólavsøku. Men tíbetur hava fólk latið væl, og tí gangi eg fegin í føroyskum klæðum, sigur Oliver Zahle. Droymir um at filma í Føroyum Av fyrstan tíð skrivaði Oliver Zahle søguna um Fílasteinin sum leikrit til ein film. Við tíðini dugdi hann tó at skyna á, at søgan bar seg ikki væl, og harafturat var trupult at fáa fígging til vega. Tískil spurdist skaldsøga burturúr. Men hvussu er og ikki, er ikki heilt ósannlíkt, at søgan um Fílasteinin verður at síggja á skíggj­anum í framtíðini. Oliver Zahle sigur, tað serliga eru bøkur, sum taka støði í veru­lig­um hend­ ing­um, ið verða filmat­is­er­að­ar, og tí kundi hann hugsað sær at roynt at gjørt Fílasteinin til film. Men verð­ur filmurin gjørdur, er greitt, at upp­tøkurnar skulu gerast í Før­ oy­um. – Nógv hava hildið upp á, at bókin hevði egnað seg væl sum filmur. Men mín treyt er, at film­ urin verður gjørdur í Før­oy­um, sigur hann. Oliver Zahle er sannførdur um, at einhvør útlendskur filmmakari, sum kemur til Føroya, fær hug at gera upptøkur, tí náttúran er óvanliga vøkur. Men harafturat finnast nógvar søgur í Føroyum, sum skapa ein heilt serligan anda. Hetta eru viðurskifti, sum søgan um Fílasteinin hevði notið gott av, sigur Oliver Zahle. – Í Føroyum merkist, at nógv­ ar søgur eru at siga frá. Um Fíla­ stein­urin fór fram í Føroyum, var hon av sær sjálvum ein sterkari søga. Tað er eitthvørt, sum ger, at tá tú kemur til Føroya, fært tú skaldsligan íblástur. Ein fær hug at skapa av at vera í Føroyum. Oliver Zahle sigur, at Tórs­havn og Thyborøn hava fleiri felags­ nevn­arar, og tí hevði verið lætt at gjørt havnina til karmin um søg­una. – Í mun til, hvussu fremm­anda­ gjørd­ur ein verður í einum stórbýi, kenn­ist tað væl at vera í slíkum um­hvørvum, har tilknýtið til lands­lagið er sterkt, greiðir hann frá. Søgan um Fílasteinin er ein søga um at skilja seg burtur frá mongd­ini, og tað hóskar jú væl til eitt lítið samfelag. Dreymurin um, at Fílasteinurin eina­ferð í framtíðini verður film­ að­ur í Føroyum, er enn fjarur, men tó er einki ov ógjørligt, sigur Oliv­ er Zahle. – Hvørt fílurin hevði verið teldu­gjørdur ella veruligur, er ikki av­gjørt enn. Men fyrst og fremst má eg kanna, um tað er gjørligt at fáa ein fíl til Føroya, sigur hann flenn­andi. Fyrst og fremst má eg kanna um tað er gjørligt at fáa ein fíl til Føroya ksin