Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 22 MENTAN VÁGSBØUR Í MIÐDEPLINUM Góð undirtøka, nógv pláss, stórur pallur og framkomin tøkni gera, at Summar Festivalurin kann halda landsins størstu konsertir á Vágbø HALLUR AV RANA Í gjárkvøldið byrjaði Summ­ ar Festivalurin. Tón­leika­ tiltakið í Klaksvík savnar á hvørjum ári millum 8 og 10.000 fólk til tríggjar dagar við kon­sertum, undirhaldi, mati og hugna. Fyrsta útikonsertin á Summar Festivalinum var hildin í 2004, og tá vóru eini 3.500 fólk til konsert við eitt nú Ken Hensley og Boney M. Árið eftir mest sum tvífaldaðist áhoyraratalið, og eftir tað hevur Summar Festivalurin verið lands­ ins størsta tónleikatiltak. Í ár bjóðar Summar Festivalurin 32 konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar. Harafturat verður eisini undirhald og tónleikur at uppliva í Silvalandi og á tjald­pláss­ in­um. Stóri pallurin er á Vágsbø, og síðani eru konsertir eisini í Tjald­inum og á Torginum. Í ár koma sjey artistar úr útland­ inum. Tað eru Rasmus Seebach, Nico & Vinz, Chris Norman, Killer Queen, Kongkamerat, Elona Plan­ man og Ola Nordskar. Afturat teimum standa 25 føroyskir bólk­ ar og solistar á skránni – teirra mill­um eru Marius Ziska, Lea Kamp­mann, Swangah, Samsint, Ham­radun, Magni Christiansen, Her­borg Torkilsdóttir og Dynamit Perlur. Umframt høvuðspallarnar verða eisini framførslur í Silva­ landi – eitt nú við við Trølla-Pæt­ uri og við yngri sangarum. Og á tjald­plássinum fara plátuvendarar at diska. Vágsbøur Vágsbøur er í miðdeplinum á Summar Festivalinum og í før­ oyska festivallandslagnum, og tað er har, at størstu konsertirnar í Før­oyum eru hildnar. Bólkar sum Westlife, Cliff Rich­ ard, Roxette, The Scorpions og aðr­ir av savnað sera nógv fólk á bøn­um, og aftur í ár verður roknað við stórari fólkamongd, tá ið eitt nú Rasmus Seebach fer at hava kon­sert fríggjakvøldið. Fleiri orsøkir eru til, at Vágs­bø­ ur hevur fingið ein serligan leiklut í føroyskum mentanarlívi. – Summar Festivalurin hevur sera góða undirtøku millum fólk, og tað hevur gjørt tað møguligt hjá okkum at skapa karmar til stórar konsertir við altjóða bólk­ um. Vit hava gott pláss á bønum, vit hava vanliga nógvar gestir, og so hava vit lagt dentin á at hava pall og tøkni á altjóða stigi, sig­ ur Erik Biskopstø, sum er ein av fyri­reikarunum av Summar Festi­ valinum. – Tað kann vera sera krevjandi tøkniliga at fáa kendar útlendskar bólkar á pall, men vit hava roynt at spíla okkum so nógv út sum gjør­ligt, so eisini vit í Føroyum kunnu uppliva heimskendar bólk­ ar spæla konsert her, sigur hann. – Eitt er, at vit hava ein risa­ stór­an pall, men harafturat krev­ur pallurin sera nógv tøkni, og av­gerandi er at hava fólk við tøkni­ligum førleikum. Vit eru sera fegin um, at vit øll árini hava samstarvað við føroyskan veit­ara um eina samlaða loysn til festi­ valin, og harvið hava vit í felag bygt upp førleikarnar her í Før­ oy­um at taka okkum tøknini til kon­sertir á altjóða stigi. Ljóðtøkni hevur øll árini havt høv­uðsábyrgdina av ljóð- og ljós­ tøkni á Summar Festivalinum, og ta uppgávuna hevur fyritøkan lyft í samstarvi við útlendskar veit­arar. Seebach dregur Útlendsku høvuðsnøvnini á Summ­ar Festivalinum í ár eru Ras­ mus Seebach, Nico & Vinz, Killer Queen og Chris Norman. Nógv tal­ar fyri, at fólk eru serliga spent til at uppliva Rasmus Seebach á Vágs­bø. Hittmakarin úr Danmark hev­ur verið sera nógv spældur í Før­oyum, og hann hevði í 2011 eina framúr konsert á Summar Festi­valinum. Tá kendu fólk ikki so væl Rasmus Seebach, og hann tók tí mong fólk á bóli við sín­ari framførslu. Nú er Seebach helst størsta poppnavniðí konga­rík­in­ um, og hann kemur til Føroya við sín­um stóra showi. Summar Festivalurin verður í ár hildin fyri 16. ferð.