hósdagur 8. august 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
23
VALGREINAR
Hvørjar Føroyar?
Djóni Nolsøe Joensen,
valevni fyri Javnaðarflokkin
Hesin spurningurin er avgerandi,
nú valið er útskrivað.
Hvørjar Føroyar ynskja vit
okkum? Fyri at finna svarið, mugu
vit fyrst hugsa um, hvat er at velja
millum.
Menniskjan hevur lyndi til at
gloyma nokso skjótt. Nú tíðirnar
hava verið framúr góðar, kann tað
vera torført at minnast, hvussu
støðan var fyri bara fýra árum
síðani.
•
Tá flatskatturin við
harraboðum bleiv trýstur
ígjøgnum
•
Tá vit sóu mótmælisgongur
og sakarmál um ivasomu
viðurskiftini hjá táverandi
fíggjarmálaráðharranum og
formanni Fólkafloksins.
•
Tá keyp og søla av kvotum
og fiskirættindum
millum somu fáu eigarar
var gerandiskostur – og
ongin annar hevði nakran
møguleika at luttaka.
•
Tá vit høvdu ein løgmann,
sum á tingsins røðarapalli
bedýraði, at hann ikki
hevði verið partur av CIP-
málinum - sum hann so
kortini vísti seg hava verið.
•
Tá dulda dagskráin
viðvíkjandi
Eysturoyartunnlinum
mundi skuldarbundið fleiri
komandi ættarlið, og vit sóu
eitt totalt sensurerað CIP-
skjal, sum lá frammi í SMS.
•
Tá politiska skipanin í
áravís bara lat standa til
viðvíkjandi neyðugum
nýskipanum innan
fiskivinnu, heilsuverk,
pensjónir og borgarlig
rættindi.
•
Tá gjógvin millum rík og
fátøk frá 2009 støðugt vaks
sambært hagfrøðingi á
Hagstovuni.
Tað var ikki so løgið, at fólkið valdi
eina øðrvísi kós. At tey ynsktu
einar javnari, samhaldsfastari og
rúmligari Føroyar. At tey ynsktu
politikarar, sum tordu at gera
nakað við øll tey mongu týðandi
málini, sum vórðu súltað í so nógv
ár.
Nú eru nýskipanirnar loksins
framdar. Nakrar hava verið meiri
umfatandi enn aðrar, og allar eru
ikki komnar í endaliga legu. Men
stóra takið er nú tikið.
Fleiri hava nú fingið møguleik
an í fiskivinnuni, og virðini koma í
nógv størri mun øllum samfelagn
um til góðar.
Positiva gongdin fer at prógva
seg enn sterkari komandi árini,
tá tølini fyri 18 og 19 verða skrá
sett og hækkingarnar hjá sperd
um barnafamiljum, fyritíðarpen
sjónistum og teimum við lægstu
pensjón, koma við í hagtølini.
Hetta er at fegnast um. Tí tey
allar flestu munnu vera ímóti, at
ovastu 4% skulu forvinna nógvar
ferðir meiri um árið enn øll saml
aða restin av fólkinum, sum hag
frøðingurin hjá Hagstovuni vísti
á við gongdini frá 2009.
Skal gjógvin millum rík og
fátøk vaksa ella minka?
Men nú valið stundar til eru kortini
summi, sum staðfesta, at tey vilja
bakka aftur. Nýskipanirnar skulu
rullast aftur til støðuna, sum hon
var, tá øll vistu, at okkurt mátti
gerast, men eingin tordi at gera
nakað. Tá stóra gjógvin ímillum
rík og fátøk varð grivin við flat
skattinum.
Summi siga nú aftur hart og
týðiliga, at bara tey fáu skulu
eiga, forvinna av og umsita okkara
fiskitilfeingi. Tey vilja somuleiðis
taka vunnin borgarlig rættindi
aftur frá okkara minnilutabólkum.
Tíbetur fáa hesi valevnini
einki broytt av sær sjálvum, sama
hvussu tey leika í nú.
Tíbetur er tað føroyski veljarin,
ið ger av, hvør kósin komandi fýra
árini skal verða.
Sjálvur bjóði eg meg fram á
sterka javnaðarlistanum. Og hjá
mær valdar eingin ivi. Eg havi
eg á ongan hátt gloymt, hvørjum
ruðuleika vit komu frá - og hvørjar
broytingar eru framdar til tað
betra seinastu fýra árini.
Eg fari at arbeiða fyri verandi
samhaldsfasta politikki, har vit í
felag styrkja okkara dagstovnar,
fólkaskúla og heilsuverk. Har øll
geva sítt íkast. Har vinnan fær
bestu karmar at virka undir - og
vit samstundis eisini hava fígging
at fremja lyftini um eitt styrkt
vælferðarsamfelag í verki.
Nøkur av mínum
hjartamálum eru:
•
At áseta eitt minstamark
fyri, hvussu nógv
vaksin eru um barnið á
dagstovnaøkinum
•
At nýggja Barnaheimið
verður bygt liðugt
•
At samtykkja
vælferðarlógina
•
At fáa fleiri bústaðir kring
landið - eisini til tey við
serligum tørvi
•
At styrkja
fyribyrgingarpartin
enn meir og geva
rúsevnisviðgerðarstøðunum
betri sømdir
•
At reka ein
familjuvinarligan politikk,
ið gevur meira tíð saman við
børnunum
•
Multihøll til ítróttin - og
frístundakort til øll børn og
ung undir 18 ár
Hvørjar Føroyar
vilt tú hava?
Til spurningin »Hvørjar Føroyar«
er mítt greiða svar, at vit skulu
ikki gera skipanir og lógir við tí
endamáli, at tey ríkastu skulu for
vinna meiri. Vit skulu gera okkara
skipanir og lógir fyri at styrkja
familjurnar og lofta teimum
veikastu.
Vit menniskju gloyma mangan
so skjótt. Men hugsa vit okkum
eitt lítið sindur um, munnu flestu
okkara kortini minnast ónøgdina
um ójavnan, sum valdaði undir
undanfarnu samgongu.
Spyrja vit »Hvørjar Føroyar?«
munnu allir vanligir føroyingar
svara, at teir ynskja einar Føroyar
við samhaldsfesti, frælsi og javn
aði. Vit ynskja okkum einar Før
oyar fyri øll - ikki at enda aftur
í teirri ruðuleikakendu støðuni,
sum valdaði fyri fýra árum síðani.
Flestu vanligu føroyingar
ynskja framhald heldur enn aftur
hald – og tí borgar Javnaðarflokk
urin fyri.
Møtti einum
manni...
Tordur J. Niclasen
Eiði, tann 7. August 2019
Fyri nøkrum døgum síðani møtti
eg manni í pensjónsaldri. Hann
er í almennum starvi, sera virkin
og við góðari heilsu. Prátið fall
inn á fráfarðingaraldurin. Tá
er tað, at hann tekur soleiðis
til: “Hví skal eg fara úr starvi,
bert tí eg í næstum røkki ein
ávísan aldur” og so leggur hann
afturat: “Heilsan er góð og eg eri
væl fyri”. Eg var púra samdur
við honum og fekk hetta meg
enn einaferð at hugsa um
hugburðin, ið tykist at valda á
økinum.
Fyrr í ár kom lógaruppskot
(153/2018) frá landsstýrinum í
tingið. Uppskotið gekk út uppá
at banna mismuni og at tryggja
javnviðgerð á arbeiðsmarknað
inum.
Men tað løgna við hesum upp
skoti var, at tað skuldi allíkavæl
bera til at gera mismun í móti
einum ávísum samfelagsbólki ,
nevliga pensjónistunum.
Tí í viðmerkingunum til gr 3
stk 4 í uppskotinum varð bein
leiðis sagt: “ Hendan áseting
in er sett í lógina fyri at gera
tað greitt, at tað ber til at gera
mismun vegna aldur t.d.,tá ið
persónur hevur nátt pensjóns
aldur..”
Hetta átak frá landsstýrsins
síðu kløkkaði uttan iva mangan
pensjonistin og avvarðandi
teirra.
Tøkk til teirra, ið mótmælt
hava og víst á henda skeivleika.
Tað hevur fíggjarligan og
stóran trivnaðartýdning fyri
hin einstaka at vera í starvi og
ikki minst samfelagsligan týdn
ing.
Sum fyrrverandi arbeiðs
gevari sigi hettta av roynum og
tí er greiða støða mín og Mið
floksins, at tað skal tað verða
førleikin og ikki aldurin, ið
avgerð um ein skal gevast á ar
beiðsmarknaðinum ella ei.
Hetta er nakað, sum komandi
løgting/landstýrið eigur og
skal leggja sær í geyma og fáa
í rættlag alt fyri eitt, soleiðis, at
aldursmismunurin á almenna
arbeiðsmarknaðinum verður
strikaður.
...tað skal tað
verða førleikin
og ikki aldurin,
ið avgerð um
ein skal gevast
á arbeiðs
marknaðinum
ella ei
Fleiri hava nú
fingið møguleik
an í fiskivinnuni,
og virðini koma
í nógv størri
mun øllum sam
felagnum til
góðar
Nýskipanirnar
skulu rullast
aftur til
støðuna, sum
hon var, tá øll
vistu, at okkurt
mátti gerast,
men eingin tordi
at gera nakað
Vit menniskju
gloyma mangan so
skjótt. Men hugsa
vit okkum eitt lítið
sindur um, munnu
flestu okkara kortini minnast
ónøgdina um ójavnan