Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 7. partur M eðan tað hevur verið arbeitt við hesi greinarøð er komið fram á áhugaverdar frásagnir um fleiri av føroyingunum, sum vóru við hesa søguligu ferðina. Hetta man vera tann mest umfatandi søgan um hesa hvalaveiðuferðini, sum er skrivað. Sum tað skilst halda lesararnir hana vera áhugaverda. Í seinasta parti greiddu vit frá Johan við Stein, Pollux, sum í 1939 bjargaði átta monn­um frá tí vissa deyða. Hetta er eitt bragd, sum er lítið kent í Føroya. Í hesum parti hava vit frásøgn um Martin Hentze av Sandi. Ein kendur beiggi hansara var Demmus Hentze, kend­ ur sum Demmus á Polli. Ein annar beiggi var Sigmund, sum í mong ár var sókn­ar­ formaður og stjórnarlimur í Føroya Fiski­ manna­felag. Tað serliga við Martin var, at tá ið Will­ em Barendtsz kom aftur til Capetown í Suður Afrika á veg heim, fór hann í land og bleiv verandi. Hann greiddi frá hesum í samrøðu við blaðið 14. September í 1974, tá ið hann var heima og ferðaðist. Annars gingu tað 13 ár til hann fyrstu ferð kom aftur til Før­oya á vitj­an í 1959. Tá hevði hann tikið skip­ara­ prógv har suðuri. Martin greiddi frá, at hann í 1946 hevði verið undir Íslandi við Agnes Louise á snøris­veiðu. Tá ið hann kom heim, sá hann lýs­ingina eftir fólki til hesa hvalaveiðuna. For­eldrini mælti honum frá at søkja, men hann søkti kortini. Hann var tá 20 ára gamal. Komnir til Capetown á veg heim aftur tók hann ta avgerðina ikki at fara heim við. Hetta endaði í fyrsta umfari við, at Martin fór við einum sildabáti sum nótamaður og motorpassari. Hetta var byrjanin til eitt umfatandi reiðaravirksemi, har Martin átti fýra nótabátar, teir tók um 200 tons hvør. Veiðan var eitt sildaslag, sum líktist nebbasild. Hetta var sesongveiða, teir veiddu frá mars til august. Hann var ann­ ars eisini á saltfiskaveiðu, sum tá var ókent har á leiðini. Veiðan var eitt upsaslag. Hann lærdi eisini fólkinum har at eta grind og spik og annan føroyskan mat. Sum tað skilst hevur tað ligið væl fyri hjá Martini at fiska. Hann var toppskipari, og hetta árið samrøðan var gjørd var hann bestur. Hann hevði tey ráð til føroyingar, at vit átti at flyta fiskimarkið út og taka upp samvinnu við strandaríkini. Hetta gjørdu før­oyingar longu trý ár seinni. Tá ið hetta var skrivað var kjakið um apartheid í hæddini, har tað var stórur løn­ ar­munur millum hvít og svørt. Men Martin legði dent á, at umborð hjá teimum fingu all­ir sama part. Hann lat eisini ógvuliga væl at ta svørtu manning, sum hann sigldi sam­an við. Martin helt í hesi samrøðuni, at apart­ heid fór at hvørva innan 50 ár. Hetta hendi eisini, men tað hevur so ikki loyst allar trupulleikar. Martin var við í einum samtaki av 100 bátum, sum høvdu átta verksmiðjur á landi. Hann flutti seinni til Namibia sum fram til 1960 var undir suðurafrikanskum ræði, men sum seinni gjørdist sjálvstøðugt. Upp­runaliga var Namibia koloni hjá Týsk­ landi, sum stýrdi landinum við harðskapi av tí ringasta. Tað er framvegis ein týskur minni­luti í landinum. Beiggin kom eisini Seinni kom beiggi Martin, Tórður, eisini til Namibia, og hann kom at virka saman við beiggjanum, sum eisini var fluttur hagar. Tórður livir enn og hevur gott samband við føroyingar har á leiðini. Hetta má sigast at vera ein óbeinleiðis avleiðing av Willem Bar­endsz, og er tí eis­ini ein partur av hesi søgu. Tórur tók stýri­ mannaprógv í Havn í 1963 og skips­før­ara­ pógv í 1966. Ein dóttir hans­ ara, Elisabeth, hev­ ur verið nógv í Før­ oy­um. Hon var eitt skeið á háskúlanum í 1999, og hon tos­ar føroyskt. Dimma­ lætt­ing hevði tá eina sam­røðu við hana, har hon segði seg dáma væl í Føroyum. Hon hevði enn tá væl kunnað búð í Før­oyum. Treivst væl Martin segði m.a. í umrøddu samrøðu: “Eg havi havt tað gott og havi triv­ist væl. Eg hevði ong­an­ tíð kunnað gjørt tað í Føroyum, sum eg havi gjørt har yviri.” Hann giftist við konu har niðri frá, og tey fingu 4 børn. Hann doyði í 1985. Hesir beiggjar eru góð dømi um, hvussu føroyingar hava kunnað gjørt mun aðra staðni í heiminum. Seinni í tíðini hevur Os­mundur Justinussen verið virkin í Nami­bia. Bróðursonur hansara, Kristian, býr fram­vegis í Namibia. Hann og Tórur hava nógv samband. Dagbókin hjá Mikkjali: Nú fer at nærkast heimferðini 26. mars var bert ein bláhvalur til okkum at arbeiða. Á miðjunátt vóru vit lidnir at reinsa dekkið. Tá fingu vit frí. Veðrið er gott, men stór og tung alda. 27. mars var nógv av arbeiði alla náttina. Ein hollendari Heinrick Hank fekk skaða í nátt. Tá teir skuldu skera kjálkabeinið leyst, slitnaði tað av og datt niður á lendarnar á honum. Tað var øgiliga kalt um náttina. 28. mars var ikki nógv av arbeiði hjá okk­ um. Kl. 4 vóru vit lidnir og fingu frí. Nú hava vit fingið yvir 700 hvalir. Sunnunáttina 30. mars var bert ein finn­ hvalur til at arbeiða hjá okkum. Hann var upptikin kl. 11,30. Kl. 3 vóru vit lidnir við Henda hvalaferðin kom eisini at hava varandi týdning fyri fiskivinnuna í Suður Afrika. Martin Hentze kom als ikki heim aftur SIÐSØGA Stórhvalaveiðan í Suðuríshavinum: MARTIN VAR EFTIR Í SUÐURAFRIKA Fiskibátar í Cape Town. Hetta gjørdist framtíðin hjá Martin Spik verður koyrt í pottin