Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 25 Komandi partur Í komandi og seinasta parti verður komið aftur til Føroyar. Greitt verður eisini frá nøkrum av monnunum, sum vóru við. hann og fingu frí. "Am. 4" skeyt 2 finnhvalir fyri eitt skot. Sunnudagin skutu bátarnir 19 hvalir. 31. mars var nógv av arbeiði alla náttina. Veðrið var gott men so kalt, at rørini, sum gingu til slangurnar at spula dekk við, máttu tiðnast upp við kókandi vatni. 1. apríl var nógv av arbeiði alla náttina. Veðrið var av tí allarbesta. Stilli, klár luft og vakurt mánalýsi. Tað var hugtakandi, tá mánin skein á hvalabátarnar og ísstykkini ella dúgvurnar, sum sótu á sjónum. Tað hendir seg javnan, at fuglur setur seg á dekkið bæði um dagin og um náttina. 3. apríl var einki av arbeiði um náttina. Á midnátt fingu vit frí. Vit hava nú fingið 747 hvalir. 5. apríl gekk arbeiðið spakuliga alla náttina. Veðrið var gott. Tá dagur kom vóru bestu líkindi til at skjóta hval. Her, sum vit nú liggja, er eingin ísur at síggja. Páskaaftan 5. apríl vóru 16 finnhvalir skotnir. Teir vóru feitir. 6. apríl gekk arbeiðið av tí besta alla náttina. Veðrið var av tí besta og nógvir hvalir og fittligir at arbeiða. 7. apríl var lítið av arbeiði um náttina. Á midnátt vóru vit lidnir og fingu frí. Hetta var okkara síðsta náttarvakt. Noktaðu at vera 10 dagar afturat 8. apríl byrjaðu vit at arbeiða á dekkinum. Kl. 8,30 um morgunin. Summir skavaði tann ringasta skittin av tí uppstandandi, áðrenn tað kundi vera vaskað. Kvøldið fyri byrjaðu hvalabátarnir at bunkra og rigga av. Teir vóru lidnir kl. 6 í dag. Ein bláhval høvdu teir til fríholt. Hann var tikin á dekkið og flensaður. Kroppurin var lagdur á dekkið at hava til fríholt á heimvegnum. Kl. 7 byrjaðu vit at sigla heim. Allir bummarnir vórðu lagdir niður í dag og avriggaðir. Kl. 8 kom telegram til okkum, at skipið hevði fingið loyvið at royna 10 dagar aftrat eftir hvali her suðuri. Hýrurin var ringur yvirhøvur. 9. apríl var hildið fram við at skrava og vaska omandeks. Kl. 10 var møti í messuni, har kaptajn Jespersen vildi hava fólkið at arbeiða uppá hval 10 dagar aftrat. Tað var einstemmiga sagt korta nei. Hann hevði spurt skiparan á bátunum, um teir vildu skjóta longur. Allir søgdu ja uttan skiparin á "Am.2". Men tað bleiv av ongum, tá fólkið umborð á kókarínum ikki vildi arbeiða hvalirnar. So var kósin sett móti Cape Town. Veðrið var av tí besta, men kalt. 11. apríl var arbeitt við sama lag. Alt tað ovasta lagi av plankum á dekkinum er brotið upp og blakað yvir borð. Mesta fólki arbeiddi við at vaska og skrava. Kl. 2 komu "Am.1", "Am.2" og "Am.7" á borði at fáa sær olju og proviant. Tá teir vóru lidnir, sleptu teir tí rotnað hvalinum, teir høvdu havt til fríholt. Hann luktaði illa. Kl. 6 var farið aftur at sigla. 12. apríl var arbeitt við sama lag á dekkinum. Seinnapartin fóru tveir mans av hvørjum kamari at vaska tey upp og niður. Sunnudagin 13. apríl var frídagur umborð. Veðrið var vánaligt. Tung alda og nógvur vindur ímóti. 14. apríl var arbeitt við sama lag at reinsa skipið. Ódnarveður. Tað sigst, at eitt annað kókarí er 40 fjórðingar framman fyri okkum og hevur fínasta veður. 15. apríl var arbeitt allan dagin heldur spakuliga: Ringasta óveður. Nógvur vindur og stór alda við brotasjógvum ímillum. Skipið rullaði illani. Á fabrikkini bóltaði ein stábul av tigilsteinum, og nógvar tunnur við olju slitu surringar. Tveir hollendarar fingu skaða á fabrikkini. Annar breyt armin, hin knústi nøsina. Tveir føroyingar fingu skaða í beinið. Annar var úr Havn. Hann æt Bjarki Skála. Hin var úr Hósvík. Hann æt Napoleon Olsen (seinni stjóri á sjómansheiminum í Havn). Tá vit skuldu eta morgunmat inni í messuni legðist skipið so nógv á liðina, at alt, sum var á borðinum, fór á gólvið. Mesti parturin av steintoyinum fór í knas. 16. apríl var veðrið heldur betri. Mesta arbeiðið var at vaska og skrava skittin av skipinum. Afturi á reyv var gjørt klárt til hvalabátarnar at koma at bunkra. 17. apríl var arbeitt við sama lag at reinsa skipið. Nógvur vindur var allan dagin og av og á grovir kavaælingar. 18. apríl var arbeitt við sama lag allan dagin. Kl. 10 um morgunin kom "Am.6" á borðið at bunkra. Kl. 1 var hann liðugur og so var farið aftur at sigla. Hinir bátarnir vóru ongantíð støðgaðir á, so teir vera væl undan okkum í Cape Town. Menn fara av í Cape Town 19. apríl var fínasta veður. Arbeitt varð til kl. 3 um dagin, tá fingu vit frí. Klokkan 5 um dagin løgdu vit til kaiuna í Cape Town. 20. apríl. Sunnudagin. Mesti parturin av fólkinum gekk og tvassaði í landi allan dagin. Vit vóru nakrir fáir, sum arbeiddu allan dagin. Allir hvalabátarnir skulu vera eftir í Cape Town. Vit tóku reserva propellir og gjørdu tær klárar at koyra umborð á bátarnar. 21. apríl var arbeitt uppá at taka útgerðina frá hvalabátunum umborð á "Willem Barendsz" og koyra reservapropellirnar umborð á hvalabátarnar og fortoya teir. Vit gjørdu fimm bátar lidnar. 22. apríl fingu allir føroyingarnir frí fyrrapartin til at fara í land. Hollendararnir arbeiddu umborð. Teir fingu frí seinnapartin. Tá skuldu føroyingar vera umborð aftur at arbeiða. 23. apríl var arbeitt við at gera skipið klárt at sigla. Kl. 6 var arbeiðið liðugt, og so var skipið loyst frá kaiuni. Sleiparar hálaðu tað út úr havnini, og so var farið at sigla heim. Tveir føroyingar vóru eftir í Cape Town. Politiið var varskógvað um at senda menninar heim so skjótt, sum teir funnust aftur. Endiliga á veg heim 25. apríl gekk arbeiðið av tí besta allan dagin. Nú eru teir byrjaðir at mála skipið. 26. apríl var arbeitt til kl. 3 um dagin. Tá fingu vit frí. 9 pingvinir vera førdar heim við til tann zoologiska havan í Amsterdam. Tær eru vakrar. Vit hava fingið 779 hvalir. Afrikanarnir vóru avroknaðir eftir 74.000 føtum, og vit fáa óivað tað sama. Hartil tekur skipið 5 prosent fyri svinn. Vit kunnu so ikki hava niðanfyri 80.000 føt av olju. Sunnudagin 27. apríl var ein frídagur fyri allar umborð. Veðrið var av tí besta. 28. apríl var arbeitt við sama lag at reinsa skipið. 29. apríl var meiri kraft sett á at mála skipið umframt at summir vaskaðu og skravaðu. Eisini er komið væl á veg at reinsa spikpottarnar. Síðani vit fóru frá Cape Town hevur verið eitt fitt lot aftaná. Nú er tað minkað burtur í næstan einki. Nakrir av føroyingunum. V.f. Jóhannes Heinesen, Múli, Johan við Stein, Tórshavn, Henning Jacobsen, Miðvágur, Johannes Olsen, Sandur, Martin Tórgarð, Nólsoy, Bjarki Skaale, Tórshavn og Óli Olsen, Argir Hvalabátur kemur til móðurskipið við fongi. Her liggja teir inni í Cape Town