Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 26 FMX ER FARIÐ TIL VERKA Tónleikur er heimsins besta medisin. Tónleikur er balsam fyri sálina. Tónleikur fær ímyndir og gerandisligar tankar at sveima, og úrslitið verður tað sama: Tónleikur er tann rætti heilivágurin hjá okkum øllum H etta er Gissur Pat­urs­ son sannførdur um, tí at tónleikur hev­ur fylt og fyllir fram­ vegis ein stóran part av hans­ara ger­andisdegi fyri ikki at siga há­ tíð­ardegi, stevnudøgum, festi­val­ um og konsertum heima og utt­an­ lands. Gissur er altíð tøkur, tá ið tað ræður um tónleik, um tiltøk, ið eru knýtt at tónleiki til at njóta og til undirhalds. Um hálvan juni í fjør setti Utt­anríkis- og vinnumálaráðið við Poul Michelsen, lands­stýris­ manni á odda, ein arbeiðs­bólk at gera tilmæli og lógar­upp­skot um at skipa eina tón­leika­út­flutn­ings­ stovu. Í arbeiðs­bólkinum eru Oy­ vind­ur av Skarði úr Uttanríkis- og vinnu­mála­ráðnum, Alda Joensen úr Menta­mála­ráðnum og Kristian Blak og Fróði Stenberg, sum um­ boða tónleika­vinnuna. Hesin arbeiðsbólkur hevur í samráð við Poul Michelsen heitt á Gissur Patursson um at standa á odda fyri Tónleika­út­flutn­ings­ stovuni, ið stytt eitur FMX. Giss­ur er altso valdur formaður í út­flutn­ ingsstovuni. Umframt Gissur sita Mikael Blak, Fróði Stenberg og Unn Paturson í nevndini fyri FMX. Kveiktur blaðungur Gissur fór blaðungur í starv hjá Leif Mohr og var við til at leggja lunnar undir LM- handilin, sum umframt allan vanligan el-útbúnað, seldi B&O- stereoútbúnað, single- og LP-plát­ ur og kassettubond. Eitt av fleiri stór­um tøkum hjá LM-handl­in­um var, at fyritøkan fór undir at geva før­oyskan tónleik út, og nettupp hetta var og er framvegis eitt tað størsta áhugamálið hjá Gissuri. Hann var eisini ein av stovn­ ar­unum av 3-arinum í SMS, ið gav nógvan tónleik út og var við at økja um føroyska til­feingi av tón­leiki. Og partur av virk­sem­in­ um hjá 3-aranum var eisini at fáa før­oyskan tónleik út um land­odd­ arnar Leiðari til FMX Tað er álagt nevndini í FMX at seta ein leiðara til at røkja og um­sita arbeiðið hjá tón­leika­út­flutn­ings­ stovuni. Stovn­ur­in skal um­boða og røkja tónleika­vinn­una um alt landið. Skriv­stovan hjá stovn­ inum hevur ikki brúk fyri stór­um hølum ella útgerð. Tí hava Eyst­ ur­kommuna og G! Festi­val­urin boðið sær til at hýsa út­flutn­ings­ stov­uni sum liður í ætlanini hjá kommununi at gera Gøtu til ein uppaftur størri tónleikamiðdepil hjá øllum landinum. Gissur Patursson gleðir seg til at fáa sett henda leiðaran – før­ oying ella útlending – við førleika til at fáa føroyskan tónleik til eina útflutningsvinnu. Dygdin er her, førleikin er her, og nú er lopfjølin løgd til at fáa føroyska tónleikavinnu kenda uttanlands. Stýrið fyri FMX og landsstýrismaðurin í vinnumálum TÍÐINDASKRIV