hósdagur 8. august 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019
SOSIALURIN 90
27
Skeivt fokus, Jákup
Egholm Hansen!
Marin Katrina Frýdal,
Tjóðveldi
forkvinna í byggi- og
býarskipanarnevnd
Tórshavnar býráðs
Jákup Egholm Hansen hevur eitt
skriv í miðlunum, har hann mót
mælir ætlanum býráðsins um at
skipa eitt øki undir Kongavarða á
Argjum sambært eini serstakari
byggisamtykt, ið er ætlað at hýsa
eini verkætlan til 94 nýggjar leigu
íbúðir.
Jákup Egholm Hansen kom
tíverri ikki við nøkrum sakligum
ella fakligum greiningum av
trupulleikanum, men legði hin
vegin heldur dentin á at sáa iva
um reiðiligheit býráðsins í hesum
máli.
Jákup Egholm Hansen er ikki
nakar hvør sum helst í hesum
føri. Gaman í, hann býr í økinum,
og ein kundi tí illtonkt hann fyri
at reka síni egináhugamál í hesum
føri, nevniliga at sleppa undan at
fáa fleiri íbúgvar inn á økið. Men
hesum velji eg ikki at trúgva, tí eg
haldi meg kenna Jákup Egholm
Hansen sum ein sera dugnaligan
fakmann.
Sum útbúgvin arkitektur við
drúgvum arbeiðsroyndum, sum
fyrrverandi tekniskur stjóri í
Tórshavnar kommunu í mong ár,
har hann arbeiddi tætt upp at tí
politisku skipanini, og sum for
maður í Umboðsráðnum hjá Betri
Samtakinum, Føroya nógv størstu
pengabingju, ja so hevur Jákup
Egholm Hansen, um nakar, innlit
í og vitan um, hvussu politiskt ar
beiði fer fram í verki.
Verandi býráðssamgonga tel
ur ikki minni enn umboðan úr
trimum ymiskum politiskum
flokkum. Tískil skulu tað í mong
um førum finnast politiskar semj
ur í arbeiðinum at náa fram á leið
við teimum yvirskipaðu mál
unum, sett eru út í kortið í ein
um samgonguskjali. Hendan bý
ráðssamgongan hevur tó higartil
megnað at havt gott áralag, so
leiðis at arbeitt hevur verið fram
á leið.
Eitt sera týðandi mál hjá hesi
býráðssamgonguni hevur verið
at leggja til rættis fyri einum betri
bústaðarmarknaði í kommununi
til tess at bøta um ta alstóru
bústaðarneyðina, ið er vorðin alt
meira eyðsýnd hesi seinnu árini.
Kanningar hjá kommununi í
sambandi við at skipa ein bústað
arpolitikk vísa greitt, at nú á
døgum er alstórur áhugi millum
fólk fyri møguleikanum at finna
sær ein tryggan leigubústað.
Tórshavnar kommuna vendi
sær tíðliga í hesi býráðssetuni
til allar viðkomandi partar, sum
kundu hugsast at víst vilja og
áhuga fyri at tikið lut í arbeið
inum at fremja eina skynsama
útbygging av bústaðarmøgu
leikunum í kommununi; har í
millum byggivinnuna, fíggingar
stovnar, eftirlønarfeløg, íleggj
arar, fakfeløg, áhugafeløg o.s.fr.
Millum annað varð fundast við
Betri Samtakið í eini roynd at
fáa hesi áhugaði í at fíggja bú
staðarbygging her í kommununi
heldur enn at lata sínar áognir
arbeiða á eitt nú danska bústað
armarknaðinum. Her hevði Jákup
Egholm Hansen eina lyklastøðu í
umboðsráðnum og eitt gylt høvi
til at kunna stinga út í kortið til
frama fyri einum øktum virksemi
at stytta um íbúðarneyðina í Tórs
havnar kommunu. Tíverri spurd
ist einki gagnligt burtur úr sam
bandinum til Betri Samtakið í
hesum máli
Sum ikki minst Jákup Egholm
Hansen væl veit, so hevur komm
unan ikki loyvi til sjálv at byggja
bústaðir at leiga út til fólk, tí
lóggávuheimild er ikki fyri hesum.
Í grannalondunum er hetta tó
vanligt.
Umsitingin hjá kommununi
hevur víst býráðnum á ymsar
møguleikar fyri staðseting av
loysnum til bygging av leigu
bústøðum, og síðani hevur polit
iska telvingin jótrað málið víðari.
Kommunan hevur í hesum
sambandi boðið ymsar loysnir
út í alment útboð, har í millum
nevnda økið undir Kongavarða á
Argjum. Eittans tilboð er komið
inn frá eini vinnulívsfyritøku um
eina ávísa loysn, ið teir eru sinn
aðir at fara undir á staðnum. Tøkk
fái hendan fyritøkan fyri at hava
sýnt málinum áhuga.
Eg kann saktans viðurkenna
alment, at júst hendan loysnin
ikki er skipað soleiðis, sum mær
persónliga hevði hóvað best, men
ætlanin er tó við til at fremja tann
yvirskipaða politiska málsetn
ingin, nevniliga at bøta um íbúð
arneyðina, og hetta varð so tað, í
politiskur meiriluti fekst fyri.
Býarskipananararbeiðið er so
demokratiskt skipað, at borgarin
avgjørt sleppur til orðanna í fleiri
umførum, áðrenn ein endalig stað
festing av eini byggisamtykt er
avgreidd av landsstýrinum.
Kommunan skal lata ætlaðu
byggisamtyktina liggja frammi
til alment eftirlit og við hóskandi
tíðarfreist hjá borgarunum til at
kunna gera sínar viðmerkingar.
Kommunan skal síðani viðgera
og taka støðu til tær innkomnu
viðmerkingarnar frá borgarunum,
áðrenn hon ger sína endaligu
niðurstøðu. Kommununnar ætl
an skal hareftir sendast Býar
skipanarnevnd landsins til við
gerðar og góðkenningar. Í hesum
høpi skulu innkomnu viðmerk
ingarnar frá borgarunum og
støðutakan kommununnar til
hesar somuleiðis sendast Býar
skipanarnevnd landsins. Hend
an nevndin ger síðani tilmæli til
landsstýrismannin í Innlendis
málum um, hvussu verða skal við
hesi ítøkiligu býarskipanarætl
anini.
Tað er tí púra burturvið, tá
Jákup Egholm Hansen førir fram,
at talan bert er um kávalótir frá
býráðsins síðu, tá uppskot um
eina byggisamtykt verður lagt
fram til almenna hoyring.
Tí eru míni greiðu boð til
Jákup Egholm Hansen og til hini,
sum sókna til økið undir Konga
varða á Argjum. Nýtið tykkara
demokratiska møguleika til at
koma við sakligum, vælgrund
aðum viðmerkingum til ætlanina
um hesa serstøku byggisamtykt
ina.
Tað skal so í øllum førum ikki
skorta uppá politiskan vilja frá
mínari síðu til at geva viðmerk
ingunum eina sakliga viðgerð.
Hatta asnasparkið til mín um
træplanting einans í Hoyvík, átti
Jákup Egholm Hansen at hildið
seg ov góðan til. Jákup Egholm
Hansen veit fullvæl frá síni tíð
sum tekniskur stjóri í Tórshavnar
kommunu, at eg í mínum politiska
gerningi virki fyri teimum yvir
skipaðu málunum, meðan tað
er umsitingin, ið tekur sær av at
føra tær politisku samtyktirnar út
í verki. Soleiðis er eisini vorðið í
hesum ítøkiliga førinum, ið Jákup
Egholm Hansen sipar til.
Jú, eg havi stríðst fyri einum
politiskum vilja til at økja um
gróðurseting og fríðkan í komm
ununi, og tað hevur nú m.a.
eydnast at fáa avtalað eina kós
framyvir á hesum øki við. Men
tað er altso fakliga fyrisitingin
í kommununi, sum hevur víst á
hvørji øki og støð, sum eru egnaði
til endamálið og hevur raðfest
hesi. Í tí ítøkiliga førinum, ið
Jákup Egholm Hansen sipar til,
er tað argjamaðurin John Kári
Midjord, ið við gartnarafyritøku
síni Sp/f Havin, sum skal fremja
gróðursetingina við m.a. nýggja
kirkjugarðin í Hoyvík og við
Myllutjørn. Lat ongan iva vera um,
at argjafólk sjálvandi eisini fáa sín
sjálvsagda part av hesum grøna og
umhvørvisvinarliga átaki, tá fak
liga umsitingin hevur egnaði lendi
tøk at vísa á.
Livst so spyrst.
Eitt sera týðandi
mál hjá hesi
býráðssam
gonguni hevur
verið at leggja
til rættis fyri
einum betri bú
staðarmarknaði
í kommununi
til tess at bøta
um ta alstóru
bústaðar
neyðina, ið er
vorðin alt meira
eyðsýnd hesi
seinnu árini.
Eittans tilboð
er komið inn frá
eini vinnulívs
fyritøku um eina
ávísa loysn, ið
teir eru sinnaðir
at fara undir á
staðnum. Tøkk
fái hendan fyri
tøkan fyri at
hava sýnt mál
inum áhuga
Tað skal so í
øllum førum
ikki skorta uppá
politiskan vilja
frá mínari síðu
til at geva við
merkingunum
eina sakliga við
gerð
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
KJAK