Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 30 TRÓNDUR ARGE Tað verður fult umfar um viku­ skiftið. Tað byrjar við stórdysti á Summar Festivalinum fríggja­ kvøldið, tá KÍ og Víkingur spæla. Síð­ani verða tríggir dystir sunnu­ daign klokkan 15. Seinasti dysturin verður sunnukvøldið klokkan 19 í Runavík, har NSÍ tekur móti HB. NSÍ hevur lagt stórdystin móti HB klokkan 19 sunnukvøldið. Tað er eitt sindur óvanligt, at føroyskur fótbóltur er sunnukvøld, men NSÍ ynskir at royna nýggjar leiðir. -Tað er fyri at ikki hava alt í senn. Vit vilja geva fólkið møguleikan at síggja dystin, og síggja fleiri dystir ein sunnudag. Tað er eisini eitt ynski frá venjaratoyminum, so teir kunnu síggja aðrar dystir, sigur Dánjal Hansen, formaður í NSÍ. Tað varð nógv umtalað, tá NSÍ í 13. umfari setti sunnudagsdystin móti AB at verða klokkan 19. Argja­menn høvdu flogið mál­ verja heim, men hann skuldi av­ stað sunnukvøldið. Ein orsøk var, at Premier League bleiv av­gjørt seinna­partin sama dag. Premier League byrjar aftur um viku­ skiftið. - Tað er ikki bara orsaka av dyst­um í sjónvarpinum, men tað er lítið áhugavert bara at síggja ein dyst hvønn sunnudagin í Før­ oy­um, sigur Dánjal Hansen og leggur afturat: - Eg haldi at vit skulu flyta dystir, sum tú sær í eitt nú Dan­ mark. Har verða dystirnir lagdir yv­ir ein heilan dag. Tað haldi eg eisini vit kunnu. Um tað var upp til mín, so kundi vit havt dyst­ir klokkan 14, 17 og 19 hvønn sunnu­ dag, sigur Dánjal Hansen. Heima seint á kvøldi Fyrstu árini argjamenn vóru í bestu deildini spældu teir klokk­ an 17.15, tá annar dystur var í Gunda­dali. Tá var ein kritikkur hjá spælarum, at tað er ov seint at verða liðugur klokkan 19, tá tú hev­ur familju og skal til arbeiðis tíð­liga dagin eftir. Í hesum førinum verður dyst­ urin liðugur áleið klokkan 21. Tað merkir at spælarar og áskoðarar møguliga ikki eru heima fyrr enn um 22-tíðina. - Vit hava fokus á tí ítróttarliga partinum, og hava ikki hugsa um tann menniskjaliga partin. Eg brúgvi sjálvur í Havn og tað er ikki so hugaligt at koma seint heim, men í hesum førinum haldi eg at tað ítróttarliga vinnur, sigur Dánjal Hansen. Hann leggur afturat, at ljós­ viðurskiftið eru avbera góð við Løkin, og at felagið trívst væl við at dystir eru klokkan 19. - Sjálvandi kann tað samrenna við onkur tiltøk onkuntíð, men vit merkja ikki at tað koma færri áskoðarar, tá vit spæla klokkan 19. Hetta er ein stórdystur og tað kundi verið, at fólk koma aðrastaðni frá fyri at síggja dystin. Tað vilja vit geva teimum møguleikan til, sigur Dánjal Hansen, formaður í NSÍ. Fyrireikaðu seg væl til Evropa Í samband við føroysku luttøkuna í Evropa í summar, hevur verið ein ávísur kritikkur av luttøkuni hjá NSÍ, sum tapti samanlagt 2-0 móti norðurírska Ballymena. Størsti kritikkurin er av ferðingini til úti­dystin, har NSÍ fór avstað við leigu­flúgvara hjá Atlantic Airways dagin fyri. - Avgerðin er tikið í sam­ráð við venjaran. Vit kannaðu møgu­ leik­arnar at ferðast og gista. Vit kundu leiga Atlantic. Tað var stutt og bíligt at ferðast, og allur hópurin kundi ferðast saman. Tað valdu vit og eg haldi, at vit tóku dyst­in í fullum álvara, sigur Dánjal Hansen. Her vísur hann á, at nakrir spæl­arar skuldu til próvtøkur og tí hevði hópurin ikki ferðast saman, um farið var áðrenn. - Vit vistu, at hetta kundi verða eitt kritikkpunkt, men tað leggur venjarin ikki í. Liðið var væl fyrireikað og allir kendu síðna upp­gávu. Vit fingu bara eina venj­ing á vøllinum, sum var sera vánaligur, men vit høvdu ikki sloppið at vant á honum, um vit komu fyrr, sigur Dánjal Hansen. Formaðurin er tó ikki í iva um, at NSÍ kundi - og helst skuldi – havt vunnið á Ballymena. - Um vit møttu teimum í dag vænti eg, at vit høvdu vunnið. Eg haldi, at føroysk lið hava ov nógva virðring fyri útlendskari mót­støðu. Tað er eitt vónbrot, at Bally­mena fær tvey býtt mál, sigur Dánjal Hansen at enda. KÍ-Víkingur (Beinleiðis á FM1) Fríggjakvøldið klokkan 18.15 DÓMARI: ALEX TROLEIS Stóri spurningurin undan brak­ in­um á Summar Festivalinum er, um vit koma at síggja tveir av profil­unum í landskappingini á vøll­inum. Helst besti spælari hjá KÍ higartil í ár, Simen Sandmæl, hevur trupulleikar í rygginum og hevur ikki vant við full­ari ferð. Lyklaspælarin hjá Víkingi er Sølvi Vatnhamar. Hann sat yvir rundanum summarsteðgin, tí hann breyt eitt bein í arminum. Hann skorarði bæði málini í 3-2 ósigrinum sunnudagin móti NSÍ, Ikki við: Høður Tórsson (økslin, 3-4 vikur), Jógvan Jóhannesarson (knæið, restina av árinum), Heðin Stenberg (knæið, mánaðir), Jákup Pauli Breckmann (lærkrikin, 2-4 vikur) Ivasamur: Leivur H. Joensen (knæið, óvist), Jobin Drangastein, Rógvi Poulsen (fóturin) Ikki við: Róaldur Jakobsen (Skaði í fótliðinum, langtíðarskaddur), Erlendur Magnusson (Slitið krossbandið, langtíðarskaddur) Ivasamur: Andrias H. Eriksen Ikki við: Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Jóhannes Hansen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclasen (fótur, langtíðarskaddur), Sveinur Lava Olsen (liðband, vikur), Magnus Jarnskor (leikbann), Ragnar Samuelsen (útleigaður frá B36) Við aftur: Gestur Bogason Dam (eftir leikbann) Ikki við: Andreas Breimyr (skaddur, óvist), Brynjar Hlöðversson (leikbann, 7 gul) Við aftur: Símun Samuelsen (leikbann) Ikki við: Óli Eyðsteinsson Poulsen (skurðviðgjørdur í knænum – langtíðarskaddur), Magnus Stamnestrø, Meinhardt P. Joensen, Ólavur Niclasen (skaddir), Deni Pavlovic (leikbann, 5 dystir) Ivasamur: Simon Sandmæl (skaddur í rygginum) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR KÍ ÍTRÓTTUR Upptakt 18. umfar: NSÍ hevur lagt stórdystin móti HB klokkan 19 sunnukvøldið. Tað er eitt sindur óvanligt, at føroyskur fótbóltur er sunnukvøld, men NSÍ ynskir at royna nýggjar leiðir. - Vit vilja geva øllum møguleikan at síggja dystin, sigur Dánjal Hansen, formaður í NSÍ FÓTBÓLTUR SKAL KUNNA SÍGGJAST ALLAN SUNNUDAGIN