Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 31 men fór av vøllinum eftir eina ófantaliga takling. Sámal Erik Hentze sigur við Sosialin, at tað er ongin ivi um at Sølvi Vatnhamar spælir hesaferð. Víkingur hevur brúk fyri øllum kreftum, eftir at hava tapt tveir dystir upp í salg. Fyrst á ólavsøku móti B36, og síðani móti NSÍ. -Vit eru trýstir, um vit ætla at vera við í FM-stírðnum. Serliga tá vit hava tapt tveir dystir móti teimum, sum berjast um FM, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi. Men trýstið er ikki størri enn eitt vist, leggur hann afturat: -Viðvíkjandi málsetningum hjá felagnum um at koma í Evropa, so er tað ongin vanlukka um vit ikki vinna. Vit vilja bara gjarna vera við í oddastíðnum. Vit taptu eisini tveir dystir fyrr í ár, men taptu ikki komandi 15 upp í slag. Um tað er tilfeldið, so er tað til at liva við, sigur Sámal Erik Hentze við einum brosi. KÍ hevur munin í løtuni, meðan hópurin hjá Víkingi tykist tunnur. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 AB-ÍF (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: OLIVER REITALA Tað verður sonn botnuppgerð á Argjum sunnudagin. AB og ÍF hava verið í botninum alt hetta kappingarárið. Argjamenn eru komnir fyri seg og hava fingið stig í teimum dystum upp í slag, meðan ÍF hevur skift venjara og leitar eftir stigum. Avrikini eru betri, men nú stendur nógv á. Við sigrinum á Skála í farna umfari, eru argjamenn komnir upp á átta stig, meðan ÍF hevur fimm stig. Sorin Anghel, venjari hjá AB, hevur nøkur ivamál í hópinum. Leivur H. Joensen, Rógvi Poulsen og Jobin Drangastein eru allir ivasamir. ÍF hevur Dávid Lang­ gaard kláran aftur, eftir at hann hevur sitið yvir við leikbanni. Hetta verður ein klassisk botnuppgerð, har smálutirnir verða avgerandi. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 B36-EB/Streymur Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: BJARKI DANIELSEN Hetta kann verða gylta umfarið hjá B36. Hini fýra av teimum stóru møtast innanhýsis, meðan B36 fær vitjan av EB/Streymi. B36 spældi ikki væl í grannauppgerðini móti HB, men fekk eitt stig. B36 skoraði eisini eitt mál, men tað varð kolldømt. Her er vert at leggja merki til, at talan var um eitt frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg. Soleiðis fekk B36 eisini málini móti Víkingi. Gestirnir eru uttan Ragnar Samuelsen, ið er leigaður frá júst B36. Gestur B. Dam, sum eisini hevur spælt við B36, er við aftur eftir leikbann. Magnus Janskor situr annan dystin av teimum trimum, sum hann fekk fyri útvís­ ing­ina á Argjum. Heimaliðið er stórfavorittur, men tað er líkt til at Árni Fred­ eriks­berg er keldan til málini. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 TB-Skála Sunndagin klokkan 15 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Dysturin um ongamannalandi. Tað ljóðar so dapurt og negativt, men faktist er tað eisini eitt herðaklapp til hesi bæði liðini. Tey hava slitið seg leys av botn­ stríðn­um, men tað er langt upp til toppin. Tað kann tykjast óáhuga­ vert, men nú kunnu tey so hava eina innanhýsis kappin um FM í ongamannalandi. TB hevur fingið Rógva Joensen aftur. Fyrrverandi liðskiparin í felagnum er ein fongur fyri ald­ urs­forsetan. Eisini er Ivan Ivan­ ovic við aftur. Hann sat yvir við leikbanni í 2-0 sigrinum á EB/ Streymi. Hjá Skála er Edvin Jakob­ sen framvegis skaddur og Niels Pauli Danielsen er ivasamur. Liðini eru liggja lið um lið á stigatalvuni. Tí er lættast at tippa ein javnleik. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 NSÍ-HB (Beinleiðis á FM1) Sunnkvøldið klokkan 19 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Stóri sunnukvøldsdysturin verð­ ur uttan Búa Egilsson hjá NSÍ, og Brynjar Hlöðversson hjá HB. Búi Egilsson fekk sítt fjórða gula kort í 3-2 sigrinum á Víkingi, har vágbingurin skoraði avgerandi málið. Brynjar Hlöðversson fekk sítt sjeynda gula kort í grannauppgerðini móti B36, sum endaði við málleysum javnleiki. NSÍ hevur ikki tapt í tíggju dystum og HB hevur ikki tapt í seks dystum. Tað vitnar um tey lið, sum eru í viðgongd. Trýstið er størri á HB, sum rennur aftaná. Við teimum dystum fleiri og einum stigi færri, skal HB í minsta lagi hava javnleik um FM-vónin skal liva. HB hevur Símun Samuelsen við aftur, og NSÍ hevur Jóhan Troest Davidsen við aftur. Báðir eftir leikbann vegna ov nógv gul kort. Hetta er eisini ein dystur millum íslendsku venjararnar í føroyskum fótbolti. Nógv bendir á ein javnleik. SOSIALURIN TIPPAR 2-2 Ikki við: Búi Egilsson (leikbann, 4 gul) Við aftur: Johan T. Davidsen (eftir leikbann) Ikki við: Jóhan Petersen (skaddur, óvist), Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur) Við aftur: Dávid Langgaard (leikbann, 4 gul) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, óvist) Ivasamur: Niels Pauli Danielsen (fóturin) Ikki við: Regin í Lágabø (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Arthur Poulsen (hælskaði, 4 vikur) Við aftur: Ivan Ivanovic (eftir leikbann), Ken Fagerberg (eftir knæskaða) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Arnbjørn Svensson (mjødnin, óvist) TB Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. KÍ 15 11 2 2 36-11 (+25) 35 2. NSÍ 15 11 2 2 39-15 (+24) 35 3. Víkingur 17 11 2 4 38-22 (+16) 35 4. B36 16 11 2 3 25-14 (+11) 35 5. HB 17 10 4 3 41-17 (+24) 34 6. SKÁLA 17 7 0 10 18-21 (-3) 21 7. TB 17 5 3 9 15-31 (-16) 18 8. EB/Streymur 17 2 3 12 17-40 (-23) 9 9. AB 17 2 2 13 16-46 (-30) 8 10. ÍF 16 1 2 13 11-39 (-28) 5 Fakta 18.umfar: FRÍGGJAKVØLDIÐ: KÍ-VÍKINGUR (18.15) BEINLEIÐIS Á FM1 SUNNUDAGIN: AB-ÍF (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 TB-SKÁLA (15.00) B36-EB/STREYMUR (15.00) NSÍ-HB (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 Fleiri spennandi dystir Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Kringvarpið, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 18. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: KÍ-VÍKINGUR 1 AB-ÍF 1 TB-SKÁLA 2 B36-EB/STREYMUR 1 NSÍ-HB X JÁKUP ÓSÁ: KÍ-VÍKINGUR X AB-ÍF 1 TB-SKÁLA 1 B36-EB/STREYMUR 1 NSÍ-HB 2 TRÓNDUR ARGE KÍ-VÍKINGUR 1 AB-ÍF X TB-SKÁLA X B36-EB/STREYMUR 1 NSÍ-HB X STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 53 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 53 STIG 3.TRÓNDUR ARGE 52 STIG ÍF