mánadagur 12. august 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Frásøgn
frá hond
bóltsskúl
anum
SÍÐA 14-15
Ríkis
felags
kapurin
skal
mennast
SÍÐA 3
Leygarkvøldið klokkn 18 er
síðsta freist. Tá skal formaður
in í løgtingsvalnevndini hava
fingið
valevnislistarnar
við
nøvnunum á teimum, sum
bjóða seg fram til løgtingsvalið
leygardagin 31. august.
Fleiri kaninir eru longu
drignar úr hattunum, og helst
fer onkur afturat at verða tikin
fram. Møguliga eisini onkur
borgarstjóri.
Síðani Føroyar á valinum í
2008 vórðu eitt valdømi, hava
fleiri borgarstjórar bjóðað seg
fram á løgtingsvalum við tí
grundgeving, at tá umdømis
valdu umboðini við lóg vórðu
tikin frá økjunum, er tað neyð
ugt at hava sterk umboð, sum
hava fingurin á lokala pulsin
um. Uppgávan er at vera á
varðhaldi, tá sentrali myndug
leikin roynir at ræna frá økj
unum kring landið.
Soleiðis hevur retorikkurin
verið. Nakrir borgarstjórar eru
valdir, og fleiri eru dumpaðir á
løgtingsvalunum í 2008, 2011
og 2015. Onkur hevur tikið seg
úr kommunupolitikki, tá ið
hann er valdur á ting, og annar
heldur tørn um bæði tingsess
og
borgarstjórasess,
hóast
býráðið hevur samtykt, at tað
ikki skal vera loyvt at vera
bæði borgarstjóri og tingmað
ur.
Nú ljóðar frá fleiri borg
arstjórum, at teir ætla at leggja
borgarstjórasessin frá sær, um
tað skuldi eydnast teimum at
vinna tingsess. Í ráksnúni
hevur pípan fingið annað ljóð.
Nú er tað ikki so týdningar
mikið fyrl lokala økið at eiga
sama umboð bæði í býráði og
løgtingi.
Spurningurin
er,
hvussu tað ávirkar veljaran.
Í síni tíð var ætlanin í lógini
at forða fyri, at tað skuldi bera
til bæði at vera borgarstjóri og
løgtingsmaður. Tað vann ikki
frama.
Formliga er tað veljarin,
sum ger av, hvør verður valdur
í býráð og fær undirtøku, sum
ber við sær, hvønn býráðið
kjósar til borgarstjóra, og hvør
verður valdur á ting. Soleiðis
er okkara skipan, og tað er
gott.
Minsta kravið til tey, sum
bjóða seg fram á løgtingsvalin
um er, at tey eru púra greið, so
veljarin veit, hvat hann fær.
Sum ásetingarnar nú eru, ber
tað til bæði at vera borgarstjóri
og løgtingsmaður. Veljarin eig
ur at vita, um borgarstjóri, um
hann verður valdur, ætlar sær
at røkja báðar sessirnar, ella
um hann ætlar at siga annan
frá sær – nývalda løgting
ssessin ella borgarstjórasessin.
Ta avgerðina eiga borgarstjórar
at kunna veljaran um undan
løgtingsvalinum. Ikki at gera
tað er púra burturvið.
BORGARSTJÓRAR EIGA AT SIGA SUM ER
Veljarin eigur at vita, um
borgarstjóri, um hann verður valdur,
ætlar sær at røkja báðar sessirnar
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Í Føroyum er tað ólógligt at lýsa við
sigarettum - eisini á internetinum
Føroya rættur hevur nú
dømt ein mann at rinda 1
000 krónur í bót fyri at
selja sigarettir á inter
netinum.
Hann lýsti tvey kar
tong av sigarettum til
sølu fyri 500 krónur á
Facebook.
Føroyar
hava
eina
stranga tubbakslóg og
ein partur av henni er, at
tað er ikki loyvt at lýsa
við sigarettum.
Maðurin
játtaði
at
hava selt sigaretturnar,
men hann noktar seg
sekan í at hava brotið
lógina, tí hann visti ikki,
at tað var ólógligt at selja
sigarettir á internetinum.
Men hann játtaði sam
stundis, at hann visti,
hvussu strangt tað er hjá
handlum at selja sigar
ettir og tískil er tað nið
urstøðan
hjá
Føroya
Rætti, at hann hevur víst
stórt óansni við at lýsa
við sigarettum á inter
netinum, uttan at kanna
eftir um tað var lógligt
ella ikki.
Tá
ið
tubbakslógin
varð gjørd, lá tað í kort
unum, at bótin fyri at
bróta hana skuldi vera
ímillum 5.000 krónur og
20.000 krónur.
Men í hesum føri helt
Føroya Rættur, at tað var
hóskandi við eini linari
revsing, so maðurin slapp
bíliga.
Rætturin sigur, at tal
an var um eina lítla nøgd,
og harumframt vórðu
tær ikki seldar við vinn
ingi fyri eyga og tann,
sum keypti tær, var yvir
18 ár, og sostatt var keyp
arin
myndugur.
Sam
stundis var hetta fyrsta
lógarbrotið hjá mannin
um.
Sostatt fekk maðurin
1.000 krónur í bót.
Fekk bót fyri at selja
sigarettir á internetinum
At løgtingsval verður 31.
august sæst sjálvandi
aftur í sendiskránni hjá
FM1, ið verður merkt av
valstríði næstu vikurn
ar.
Hvønn
gerandisdag
klokkan 15 verður ein
politisk
sending
á
skránni. At byrja verður
tað teir einstøku flokk
arnir, ið koma á gátt, har
teirra flokkur og valskrá
verða viðgjørd.
Seinni verða sending
arnar
skipaðar
sum
kjaksendingar
millum
valevnir
úr
ymiskum
flokkum. Árni Gregersen
er vertur í sendingunum.
Fyrsta
sendingin
verður klokkan 15 í dag,
tá
Javnaðarflokkurin
verður fyrsti flokkurin í
studionum hjá FM1.
Valsendingar á FM1