Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 TÍÐINDI Kommunur skrúva fyri vatninum Tvær kommunur hava sett átøk í verk fyri at spara upp á vatn Hallur av Rana Flestu føroyingar munnu hava notið tað góða veðrið, ið hevur verið seinastu vikurnar, men summastaðni skapir tað eisini avbjóðingar. Tvær kommunur boða í hvørt fall frá, at nú er neyðugt hjá borgarum at spara upp á vatn, tí turkur er í økinum. Í gjár heitti Sunda komm­ una á borgararnar í Langa­ sandi og Hósvík at spara vatn með­an turkur er. Og í dag boðar kommunan frá, at tey í hes­um sambandi seta nýggj átøk í verk. - Skrúvað verður fyri vatn­ inum í Hósvík frá kl. 23.00 á kvøldið til kl. 06.00 á morgni, so leingi turkur er. Eisini verð­ ur heitt á borgararnar í Hósvík um at kóka vatnið, skrivar komm­unan. Sunda kommuna er ikki ein­ asta kommuna, ið hevur trupul­leikar av góða veðrinum. Eisini í Kvívíkar kommunu verð­ur skrúvað fyri vatninum í eini av bygdunum í komm­un­ uni. - Nú turkur hevur verið í nógvar dagar, er vatntrot í Leyn­um. Ógvuliga lítið vatn er í ánni og tískil rennur lítið vatn í brunnin. Til tess at tálma vatnnýtsluni og fyri at tryggja nøktandi nøgd av vatni, verður tí skrúvað fyri vatn­inum í Leynum frá kl. 23.30 til kl. 05.30, skrivar Kví­ vík­ar kommuna. Einar grønar Føroyar Annfinn Brekkstein valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin Eitt av mongu málunum eg fari at arbeiða fyri er at gera Føroyar grønari á orku­øk­ inum og harvið gera okkum leysari av oljuni og verja umhvørvi móti dálking. Vit eiga at lata fólk sjálvi gera av, hvørja grønar orku­ keldur tey velja til sín bú­ stað - og ikki tvinga tey til orkukeldur, sum óbeinleiðis brenna olju. Tí kann tað gerast neyð­ ugt at lóggeva ímóti, at tað almenn ella kommunur tvinga fólk at binda í ávísar orkul­keldur (hitaskipanir) - fram­um framkomnar grøn­ ar alternativar orkukeldur - sum fólk heldur vilja hava til sín bústað og sum eru grønari og meira leysar av oljuni. Eitt nú eru dømi um, at tað verða treytir settar í út­ bjóð­ingartilfar, har man tving­ar borgaran at binda í ávís­ar orkukeldur, sum ikki eru grønar, men kanska blíva tað einferð í framtíðini, tá tað finnast meira dag­ førd­ar alternativar orku­ keld­ur, sum eru grønari enn í dag. Tað eru fleiri fram­komn­ ar orkukeldur at velja ímill­ um í dag, til tey, sum skulu velja sær eina orkukeldu, til nýggja bústaðin tey byggja. Sjálvandi seta fólk seg inn í, hvørjar grønar orkukeldur eru at velja í millum í dag, og í flestu førum søkja sær ráðgeving, so tey taka rætta valið til teirra orkukeldu. Tíanverri eru tey mong, sum ikki fáa hetta frælsið at velja sjálvi, men eru tvungin til ávísa orkukeldu, sum tey ikki ynskja. Frælsið hins einstaka fram­um tvingsil og skriv­ stovu­veldi - tað vilja vit í Sambandsflokkinum. Frælsari Føroyar Anna Falkenberg valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin Eitt frælsari samfelag og fræls­ari einstaklingar er javnt við eitt frælsari Før­oy­ ar. Hetta meti eg, at vit best kunnu røkka innan Ríkis­ felags­skapin. Saman standa vit sterkast og í Rríkisfelagsskapinum eru vit frælsast. Hann er grund­arsteinurin undir væl­ ferð okkara og við honum hava vit bestu karmar fyri fram­haldandi vælferð, bú­ skap­arvøkstri og fólka­ vøkstri í Føroyum. Einki land klárar at standa einsamalt í einum altjóða høpi, hetta eru felagsskapir, sum ES, EFTA og NATO, dømi uppá. Øll hava brúk fyri onkrum, og í okkara føri hava vit Ríkisfelagsskapin. Ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum eitt gylt høvi at styrkja støðuna hjá land­in­ um á altjóða politiska pall­in­ um. Umheimurin hevur størri álit á Føroyum sum part­ur av eini størri eind og sum partur av einum felags­ skapi, har umfataðu londini sam­an fullfíggja eitt arktiskt stór­veldi. Ríkis­felagskapurin skal menn­ast, lat ongan iva vera um tað. Málið, ið vit skulu hava frameftir, er ein felags­ skapur við javnbjóðis lond­ um, ið nýtir gott av teimum styrkjum Føroyar, Grønland og Danmark hava hvør sær. Tó er tað serliga innan tað utt­anríkipolitiska økið, at vit mugu arbeiða fyri at fáa fleiri heimildir, og harav størri ávirkan á umheimin og okkara frælsi. Frameftir má Løgtingið arbeiða fyri at finna, lýsa og loysa, tær ymsu marka­forð­ ing­arnar, sum eru í Ríkis­ felagsskapinum. Tað mest átrokandi málið er, at allir før­oyingar skulu fáa eitt CPR-nummar. Umframt tað føroyska P-talið skulu allir føroyingar fáa eitt danskt CPR-nummar. Hetta fer at lætta nógv um hjá eitt nú lesandi, ið fara til Danmarkar ella onnur lond at nema sær eina víðari út­ búgving. Harumframt fer tað at lætta um hjá okkara sjúklingum, ið hava tørv á bráðfeingisviðgerð uttan­ lands. Samskiftið við tað almenna í Danmark má ger­ ast smidligari og tí meti eg, at CPR-málið hevur hægstu raðfesting eftir komandi løg­ tingsval. VALGREINAR