mánadagur 12. august 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
TÍÐINDI
GHETTO
Á ARGJUM
Fyrrverandi tekniski stjórin í Tórshavnar kommunu og
eigarafeløgini undir Kongavarða hava ikki álit á íbúðarbyggingini,
sum býráði hevur gjørt eina serstaka byggisamtykt til. Ov
nógvar íbúðir á lítlum plássi, og ov víðar byggiheimildir til
byggiharran merkir, at eingin trygd er fyri góðsku, halda tey.
Mortan Østerø
mortan@sosialurin.fo
Kommunan hevur verið í ein
ari drúgvari tilgongd at lýsa
alternativar møguleikar innan
bústaðarbygging, og 27. sept
ember í fjør, samtykti býráðið
at bjóða lendið undir Konga
varða út í almennari sølu til
bygging av leiguíbúðum. Talan
er um er um bygging á einum
10.500 fermetrar øki, ið kemur
at standa í røðini við síðuna av
teimum
fimm
íbúðarhúsunum, sum vórðu
bygd í 2007 undir Kongavarða.
Niðanfyri
økið
er
raðhúsabygging, og oman fyri
økið eru sethúsaútstykkingar
á Klingrutjørn.
Bæði eigarafeløgini undir
Kongavarða og Jákup Egholm
Hansen, fyrrverandi tekniskur
stjóri í Tórshavnar Kommunu,
hava farnu tíðina lagt býráðið
undir at føra útsølu hvørjum
býarskipan viðvíkir.
Sambært Jákupi og eigara
feløgunum var øki uppruna
liga var ætlað 30 búeindum,
men nú fer byggiharrin at seta
94 íbúðir har. Jákup Egholm
Hansen er púra ósamdur í av
gerðini at fáa fleiri íbúðir
bygdar á júst hesum økinum
undir Kongavarða. Sambært
Jákupi, er øki ikki egna til so
mikið
nógvar
íbúðir
ella
ferðslu, umframt, at hann
væntar byggitilfarið vera iva
samt.
- Verandi býráðsmeirilutin
hevur í reinari desperatión
lagt seg skerflatan, og ætlar at
loyva ”discount”-bygging av
bíligasta og ringast hugsandi
slag, bert fyri bøta um sína
ringu samvitsku, av ikki at
hava gjørt nakað munadygt
við bústaðartørvin í góðari tíð.
Og kanska eisini fyri at hava
nakað at vísa á til næsta
kommunuval. At hetta slagið
av bygging verður til ”slum”
innan stutta tíð, sæst ikki fyrr
enn byggingin er liðug, og fólk
eru flutt inn, men tá er næsta
býráðsvalið farið afturum, og
tá er eisini ov seint at rætta
uppá mistakið, fyri tann bý
lingin sum tá er blivin oyði
lagdur. Og slík bygging er held
ur ikki ein hjálp til tey neyðars
fólk sum eru í tí trongu støðu,
at tey noyðast at flyta inn í
hesa fyrstu ghetto´ina í Tórs
havnar
kommunu,
skrivaði
Jákup Egholm Hansen í lesara
brævið 2. august.
Fyrrverandi tekniski stjórin
í Tórshavnar Kommunu mælir
býráðnum til at byggja væl
færri íbúðir undir Kongavarða,
og heldur seta fleiri bústaðir á
minni trong pláss í kommun
uni.
Opið bræv frá
eigarafeløgunum
Mánadagin í farnu viku, varð
opið bræv stílað borgarstjór
anum í Tórshavnar Kommunu,
Anniku
Olsen,
um
ætlaðu
byggingina av 94 leigubústøð
um undir Kongavarða. Avsend
arin av opna brævinum vóru
eigarafeløgini ávikavist undir
og eystan Kongavarða.
- Íbúgvarnir og eigarafeløg
ini undir Kongavarða undra
seg stórliga, hvat kommunan
hevur í kvittanum í hesum máli
og kenna seg als ikki trygg við,
at hendan ætlanin hevur borg
arans besta fyri eygað. Heldur
tykist tað sum, at kommunan
leypir á leistum fyri at geva
privatum byggiharra sersømd
ir og lendi í gávu fyri at kroysta
eina ørvitisverkætlan við 94
búeindum inn í eitt lítið øki,
har serkunnleikin í Tórhavnar
Kommunu sigur, at pláss bert
er fyri 30 íbúðum, skriva eig
arafeløgini í sínum brævið til
Anniku Olsen, borgarstjóra.
Tær 94 íbúðirnar skulu byggj
ast í ávikavist trimum og fýra
hæddum, tó at hæddin ikki
skal taka burtur av útsýninum
hjá íbúgvunum við Klingurs
tjørn, stendur í byggisamtyktini.
Feløgini havast at, at av
gerðin varð tikin í slíkum
skundi, at tað ikki var fyrr enn
sama kvøld, at íbúgvarnir vórðu
hoyrdir í málinum á borg
arafundi, og tískil ikki høvdu
góðar stundir at gera vart við
seg. Sambært teimum er ser
staka byggisamtykt somikið
lagalig, at privati byggiharrin
fær stórt rásarúm at avgera
sjálvur hvussu bygt verður,
umframt úr hvørjari dygd til
farið er.
Somuleiðis undrast eigara
feløgini, at tað hevur eydnast
einum privatum aktøri at fáa
somikið stórt øki til høldar fyri
lágprís, umframt, at heildar
ætlanir um felagsøki og nøkt
andi
ferðsluviðurskifti
ikki
verða hildin.