mánadagur 12. august 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
TÍÐINDI
Burturvið at
rópa tað ghetto
Tað er burturvið at bólka íbúðirnar undir Kongavarða sum
ghetto, ella leggja býráðið undir óreiðiligan framferðarhátt. Allar
mannagongdir verða fylgdar, og býráðið tekur fegið atfinningar
og broytingaruppskot til eftirtektar, vísa býráðslimir og MARK á.
Mortan Østerø
mortan@sosialurin.fo
Sambært Marin Katrinu Frý
dal, forkvinnu í Byggi- býar
skipanarnevndini í Tórshavn
ar Kommunu, er íbúðarbygg-
ingin undir Kongavarða liður í
ætlanini hjá kommununi um
at skapa ein fjølbroyttan bú
staðarmarknað.
Tað hevur verið eitt stórt
ynski millum borgarar í Tórs
havnar kommunu um at fáa
fleiri
bíligar
leigubústaðir,
men at finna ein byggiharra
var
trupult.
Upprunaliga
freistin at bjóða uppá lendið
var mánadagin 5. november í
fjør, men mátti leingjast, tá ið
eingi tilboð komu inn. Síðani
kom boð áljóðandi 1.648.500 kr
fyri teir 10.500 fermetrarnar,
og eftir samráðingar við til
boðsgevararnar, spurdist eitt
skipanaruppskot burturúr 22.
februar í ár. Talan var tá um 94
íbúðir í støddum millum 45 og
90 fermetrar, og tekniski stjór
in og býararkitekturin mæltu
byggi- og býarskipanarnevnd
ini til at samtykkja tillagaða
skipanaruppskotið
og
selja
økið. Somuleiðis var mælt til
at gera nýggja serstaka byggi
samtykt fyri økið og ætlaðu
byggingina.
Byggi-
og
býarskipanar
nevndin,
Eldranevndin
og
Fíggjarnevndin tóku undir við
tilmælinum á nevndarfundum
13. mars, og síðani varð til
mælið samtykt á býráðsfundi
14. mars. Tilfarið, sum lýsir
uppskotið um nýggju serstøku
byggisamtyktina
liggur
frammi á Snarskivuni, og á
heimasíðuni hjá Tórshavnar
Kommunu fram til 30. august,
ið somuleiðis er seinasti dagur
at koma við mótmæli ella
broytingaruppskotum.
- Vit bíða inntil freistin er
farin. So verða allar kærur við
gjørdar tá. Tað fyrsta eg gjørdi
í nevndini, var at gera hoyr
ingina meira demokratiska, av
tí, at tær áður hava verið so
mikið duldar. Hesiferð hava vit
longt hoyringsfreistina, soleið
is, at hon er 10 vikur heldur
enn tær vanligu fimm. Eg vóni,
at fólk gera vart við sína ónøgd
og brúka sín demokratiska
rætt, tí vit ynskja ikki at gera
okkum inn á trivnaðin hjá
íbúgvunum undir Kongavarða,
sigur Marin Katrina Frýdal.
Fólk ynskja leigubústað
At talan skal vera um bygging
úr vánaligum tilfarið, sum elv
ir til ghetto umhvørvið, halda
byggiharrin og forkvinnan í
byggi- og býarskipanarnevnd
ini verða burturvið.
- Nei. Tað var nú soleiðis, at í
samgonguskjalinum
ynsktu
vit at loysa leigubústaðar
trupulleikan,
og
kanningar
vístu okkum ein eftirspurning
eftir leigubústøðum. Okkara
liviháttur er somikið nógv
broyttur seinnu árini, og tað
eru nógv fólk, sum ynskja sær
ein leigubústað, heldur enn at
vera trælur at einum banka
láni og viðlíkahaldi nú. Vit
ynskja okkum sjálvandi arkit
ektonisk dygdarverk við øllum
nútímans hentleikum. Men
hjá okkum liggur tað fremst í
huga at loysa leigubústaðar
trupulleikan. Fyri tað verður
hvørki talan um ghetto og
slum, sigur Marin Katrina Frý
dal.
Hon vissar um, at hóast eig
arafeløgini og Jákup Egholm
Hansen óttast, at ov víðar
heimildir
til
byggiharran
kunnu føra við sær vánaligt
byggjarí, so verða allar byggi
samtyktir og kunngerðir fylgd
ar.
- Har eru øll møgulig krøv,
og tað halda teir seg til. MARK
hevur eisini eina arkitektfyri
tøku innyvir verkætlanina, og
henda serstaka byggisamtykt
in er komin burturúr einum
drúgvum
samskifti
millum
arkitektar, umsiting og byggi
harrarnar, sigur forkvinnan í
Byggi- og býarskipanarnevnd
ini.
Ikki nakrar bingjur
Tað er eisini fallið stjóranum í
MARK, Gordon Rajani, fyri
bróstið, at teirra verkætlan
verður umrødd sum eitt slag
av bingjubyggjaríi í miðlunum.
Sambært honum er einki galið
við bingjubyggjaríi, men júst
hesar íbúðirnar undir Konga
varða eru modulbyggjarí.
- Orsøkin er heilt einfalt, at
modulbyggjarí av øðrum slag
er meira fleksibult, og tí hósk
ar tað betri til verkætlanina
undir Kongavarða, har vit
hava íbúðir í fleiri ymiskum
støddum. Modulbyggjarí er
ein púra vanligur byggiháttur,
eisini í Føroyum. Tað skuldi
eingin vita betri enn íbúgvar
nir undir Kongavarða, sum
sjálvir búgva í raðhúsum og
íbúðum, ið partvíst eru gjørd
sum modulbyggjarí, skrivar
hann í lesarabrævi.
Somuleiðis vísir hann aftur,
at teir hoppa upp um har garð
urin er lægstur við teimum
skjótastu og bíligastu loysnun
um.
- Vit hava forpliktað okkum
at leiga íbúðirnar út í nógv ár
fram, og tískil fara vit sjálvsagt
ikki at byggja nakað, har
góðskan ikki er í lagi. Haraft
urat eru krøvini í nýggju
byggireglugerðini nógv strang
ari í dag, enn tá byggingin und
ir Kongavarða varð framd fyri
umleið 10 árum síðani. Tí er
sjálvsagt, at góðskan á okkara
modulum ikki stendur nakað
aftanfyri verandi bygningar
undir Kongavarða. Haraftur
ímóti er góðskan á okkara
bygging á jøvnum fóti við alla
nýbygging í Føroyum, vísir
Gordon Rajani á.
- At samanbera hesa verk
ætlanin við Mjølnerparken og
Gellerupparken í Danmark,
má sigast at vera undir alt lág
mark. Verkætlanirnar, nær
umhvørvi og mentanin eru
fullkomiliga
ymisk.
Okkara
verkætlan er av góðari góðsku,
sigur hann.