Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 TÍÐINDI Eru vælnøgd við valskeiðið men nógv mál eftir at loysa Farna valskeiðið royndist væl og nógv stórmál eru loyst, men nógv mál eru eftir at loysa, heldur Javnaðarflokkurin Árni Gregersen Stórmálini standa ovarlaga á listanum, tá ið Javnaðar­flokk­ urin skal gera farna valskeið upp. Pensjónsnýskipanin, lógin um fyrisiting av sjófeingi og skattalætti til tey lægst løntu, standa frammarlaga, tá ið Javn­aðarflokkurin ger upp úrs­litini, sum eru nádd í farna val­skeiði. Flokkurin er eisini vælnøgd­ ur við, at fólkafráflyting er vend til fólkatilflyting og at vit í dag eru 3.000 fleiri før­oy­ ing­ar enn fyri fýra árum síð­ ani. Men júst fólkavøksturin er orsøkin til tær størstu avbjóð­ ingarnar, sum standa fyri framm­an. - Tað er onki at ivast í, at størsta avbjóðingin nú er at syrgja fyri, at bústaðir eru til allar føroyingar, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javn­ að­arflokkinum. Formaðurin vísir á, at nøkur tøk eru tikin og stig eru tikin til nøkur afturat, men tað eydnaðist ikki at fáa alt gjøgnum politisku skipanina áðrenn tingið fór heim. - Ætlanin var, at Bústaðir skuldi fáa eina stóra heimild afturat, men tað málið datt burtur, tá ið tingið fór heim. Tí haldi eg, at tað, hevur avger­ andi týdning, at hetta verður samtykt, so skjótt tingið kem­ ur saman aftur eftir valið, sigur formaðurin í Javnaðar­ flokk­inum. Fær Bústaðir hesa láni­hei­m­ ildina afturat, so kann felagið saman við tí, sum er á veg, byggja einar 900 bústaðir kom­andi fýra árini. Hann vísir eisini á, at í skjótt farna valskeiði eru gjørdir ein bústaður afturat í hvørjari viku, sum farin er. - Tað er ein góð hjálp, men vit mugu eisini staðfesta, at bú­staðartørvurin er so stórur, at allar góðar kreftir mugu ar­ beiða saman fyri at nøkta tørv­in. Hetta er ikki nakað, sum tað almenna einsamalt kann gera, sigur Aksel V. Jo­ hann­esen, formaður. Bíðilistar Tað eru hendar stórar ábøtur innan heilsuverkið, men enn er nakað eftir á mál, ásannar for­maðurin í Javnaðar­flokk­in­ um. Tey trý sjúkrahúsini eru løgd undir eina felags leiðslu, sum eigur at hava við sær, at sjálvt heilsuverkið gerst meira effektivt og at nytta fæst úr øll­um heilsuverkinum. Nýggj leiðsla er sett, sum júst í hesum døgum tekur við størv­unum. Fleiri serlæknar eru settir, soleiðis at teir í dag eru 40 í tali móti teimum 30, sum vóru framm­anundan. - Hetta hevur latið seg gjørt, tí vit hava sett pening av til júst serlæknar. Tað vil siga, at tá ið tað hevur staðið heilsu­ verk­inum í boði at fáa ein ser­ lækna, so hava pengarnir verið tøkir og tað hevur borið til at arbeitt skjótt, so serlæknarnir ikki hava tikið við størvum aðrastaðni, tí tað tók ov langa tíð at fáa slík mál avgreidd hjá okkum, sigur Aksel V. Jo­hann­ esen. Hann vísir á, at tað hevur eisini eydnast at styrkt um prim­era partin av heilsu­verk­ in­um – millum annað við at fleiri kommunulæknar eru sett­ir í føst størv. - Hetta hevur sjálvandi eis­ ini alstóran týdning, tí tað er fyrst og fremst primeri part­ur­ in av heilsuverkinum, sum hev­ur fyrsta sambandið við borg­ar­arnar, tá ið sjúka herjar á. Men formaðurin í Javnað­ ar­flokk­inum heldur, at nú er tíðin komin har vit skulu hyggja meira gjølla eftir bíði­ list­unum í heilsuverkinum. Fyrst og fremst eigur tað at vera soleiðis, at tey trý sjúkra­ húsini hava felags bíðilistar. Hetta fer at hava við sær, at borg­arin sær, hvar skjótast er at sleppa framat og kann so velja eitt annað sjúkrahús enn tað, sum er allar nærmast. - Bíðilistarnir eiga eisini at ger­ast almennir, so til ber at síggja hvar skjótast er at sleppa framat – alt eftir hvørja sjúku talan er um, sigur Javn­ að­arflokkurin. Føroyska heilsuverkið hev­ ur samstarv – fyrst og fremst við sjúkrahús í Danmark, men eisini aðrastaðni – og hetta fer at halda fram og verður helst styrkt, tá ið talan er um álv­ars­ ligar sjúkur. Almannaverkið Formaðurin í Javnaðar­flokk­ in­um vísir eisini á, at almanna­ verkið hevur stórar av­bjóð­ing­ ar at taka sær av. Nógv ung hava samansettar av­bjóðingar, sum eru krevjandi at loysa, tí talan kann ofta bæði vera um sálarsjúku ella brek av ymiskum slag. Hann vísir á, at hetta ofta má loysast í felag millum heilsu­verk og almannaverk. Ofta kann talan vera um so ser­ligar sjúkur, at vit ikki hava ser­læknar til hesi fólkini, tí tey eru ov fá í tali til at geva ar­ beiði til serlæknar í fulla tíð. - Tí mugu vit eisini her finna ser­ligar loysnir. Til dømis við at gera avtalur við læknar, sum koma higar við teirra ser­ vitan við jøvnum millumbilum, sigur Javnaðarflokkurin. Javnaðarflokkurin: