mánadagur 12. august 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
TÍÐINDI
28 valevnir stilla upp
fyri Javnaðarflokkin
Boðskapurin hjá
teimum er, at vit
eiga at fáa eitt
javnari samfelag,
so øll fáa ágóðan
av góðu tíðunum
Árni Gregersen
Javnaðarflokkurin hevur brúkt
tvey ár uppá at gera eina val
skrá til komandi løgtingsval.
28 fólk bjóða seg fram at
verða vald til at arbeiða við
teimum málum, sum flokkurin
hevur sett á skrá. Summi teirra
eru heilt nýggj, men í onkrum
førum eru tað fólk, sum venda
aftur til politikk – til dømis
Katrin Dahl Jakobsen, sum
stillar uppaftur hesaferð.
Bæði í farna valskeiði og
valskeiðnum frammanundan
vóru innanhýsis trupulleikar í
flokkinum.
Tað eydnaðist ikki at fáa
tingmanningina at hava felags
áralag. Úrslitið var, at flokkur
in koyrdi tveir tinglimir úr
flokkinum – í farna valskeiði
Gerhard Lognberg og í hesum
skeiði Kristin Michelsen.
- Hetta vóru ógvuslig stig at
taka, men fyri flokkin var tað
neyðugt, sigur formaðurin Aksel
V. Johannesen.
Hann vísir á, at skal flokk
urin kunnu samstarva við aðr
ar flokkar, so ber ikki til, at
flokkurin hevur fleiri meining
ar alment.
- Kjakini skulu vit taka inn
anhýsis, men tá ið vit fara út
so skal tað vera sum ein flokk
ur við einari meining, sigur
formaðurin.
Formaðurin
í
flokkinum
sigur, at hetta er farið nú og at
flokkurin stendur saman um
tað, sum flokkurin meldar út
alment.
Fara fyrst at tosa við
Tjóðveldi og Framsókn
Valúrslitið
er sjálvandi
avgerandi, men
ber tað til, so fer
Javnaðarflokkurin
eftir valið fyrst at
tosa við Framsókn
og Tjóðveldi
Árni Gregersen
Seinastu fýra árini hava Fram
sókn og Tjóðveldi mannað
samgonguna saman við Javn
aðarflokkinum.
Alt eftir hvussu úrslitið av
valinum fellur út, so er møgu
leiki fyri, at hendan samgong
an kann halda fram í fýra ár
afturat.
- Fellur úrslitið soleiðis, at
vit fáa meiriluta, so haldi eg
ikki nakað er meira upplagt,
enn at vit fyrst tosa við teir
báðar flokkarnar, sum vit
hava verið í samgongu við
seinastu
fýra
árini,
sigur
Aksel V. Johannesen, løgmað
ur.
Tað hava verið nøkur baldr
ut tíðarskeið hetta valskeiðið,
men formaðurin í Javnaðar
flokkinum heldur ikki, at
hetta hevur staðist av ósemj
um flokkana millum.
Hann heldur, at tær ósemj
ur, sum hava verið, meira
hava verið millum tingfólk,
bæði í somu flokkum, men
eisini millum tingfólk í hvør
sínum flokkum.
- So út frá tí haldi eg, at tað
er upplagt, at vit tríggir flokk
ar tosa saman eftir valið, sigur
samgonguleiðarin.
Aðrir møguleikar
Hóast samgongan hevur sitið
í hesi fýra árini, so er tað ong
in, sum undan 31.august, tá ið
valið verður, veit at siga,
hvussu
flokkarnir
verða
mannaðir á tingi eftir eitt val.
Vanligt er, at roynt verður
at skipa samgongur, sum telja
í minsta lagi 17 tinglimir.
Tá er talan um eina meiri
lutasamgongu, men hesi sein
astu fýra árini, taldi samgong
an ikki 17 men 16 tinglimir frá
byrjan. Hetta, tí Sonja Jógv
ansdóttir fór úr Javnaðar
flokkinum, men kortini boð
aði hon frá, at hon var ein
partur av parlamentariska
grundarlagnum undir sam
gonguni.
Javnaðarflokkurin
hevur
síðani Aksel V. Johannesen
tók við sum formaður, gjørt
heilt greitt, at flokkurin ikki
fer í samgongu við Fólka
flokkin.
- Vit standa politiskt so
langt hvør frá øðrum, at tað
gevur onga meining at fara í
samgongu saman, men vit
siga eisini, at vit hava onki
ímóti at samstarva við Fólka
flokkin, men fara ikki í sam
gongu saman, sigur formað
urin í Javnaðarflokkinum.
Tað er rættuliga nærliggj
andi at hugsa, at heldur sit
andi samgonga ikki fram, so
kann Javnaðarflokkurin fara
saman við Sambandsflokkin
um. Flokkarnir hava mangan
verið í samgongu og har er
onki stríð millum flokkarnar
um viðurskiftini millum Før
oyar og Danmark.
- Ja, tað er avgjørt ein
møguleiki, men lat okkum nú
fyrst síggja valúrslitið, sigur
Aksel V. Johannesen.
Nógv bendir á, at tveir av
størru flokkunum ikki fáa 17
tingsessir, so skal ein meiri
luta
samgonga
gerast,
so
krevst, at onkur av smærru
flokkunum er við, fyri at kab
alin kann ganga upp.