Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 TÍÐINDI Hóast tað var eitt kalt vikuskifti norðanfyri, so løgdu nógv sær leiðina til Klaksvíkar til ársins summarfestival. Steinar Patursson Høvuðsnavnið fríggjadagin var Rasmus Seebach, og hóast hann hevur framført á Summ­ arfestivali fyrr, í 2011, so var hann absolutti fólka­magn­ eturin á festivalinum hesaferð. Vágsbøur og Biskupsstøðgøta vóru á tremur við áhoyrarum. Hóast Seebach eina løtu gloymdi, hvar hann var, og sendi eina heilsan út til "vøkru genturnar í Tórshavn", so varð tað skjótt gloymt aftur, og áhoyr­ararnir sungu væl við, tá hann takkaði fyri seg við Under stjernerne på himlen, sum pápi hansara, Tommy See­bach, framførdi til Euro­vis­ ion í 1993. Summarfestivalurin hevur áð­ur verið raktur av ringum veðri - onkuntíð so ringt, at kon­sertir hava verið avlýstar, og stóri pallurin hevur verið tik­in niður. So var ikki hesaferð. Hóast tað var kalt - bítandi kalt - so var turt so at siga allan festi­ valin. Eitt kalt lot var gjøgnum festivaløkið frá byrjan til enda, men ráð eru fyri tí, og tey flestu høvdu ivaleyst brynjað seg við einari ullintari troyggju og langum undirbuksum. Komst tú inn á festivaløkið leygardag seinnapart, so fekst tú uttan iva kensluna av at vera Páll púra einsamallur. Tað, at Silvaland var inni í ítróttarhøllini, samstundis sum at fyrsta konsertin - sum ann­ars var ein frálík konsert hjá Mike the Messenger - var inni í tjaldinum, merkti, at einki fólk var at síggja aðra­ staðni á festivaløkinum. Nøk­ ur tandur gingu og mólu uttan mál ella mið við sølutjøldini, men annars var tómt. Hetta tykist at vera ein aftur­vend­ andi trupulleiki hjá festi­val­in­ um, at har er ov lítið at bjóða uppá um dagin. Tað er kanska ikki neyðugt við fleiri fram­ førsl­um; 32 konsertir er passa­ ligt. Men har burdi verið okk­ urt, ið lokkaði fyrr um dagin í hjart­anum á festivalinum. Leygardagin var høvuðs­ navnið norsku Nico & Vinz, og teir sluppu framat á Vágsbøi á midnátt. Áhoyrarafjøldin var ikki ikki eins stór og til See­ bach konsertina, men orku­ støðið hjá teimum báðum Nico­lay Sereba Vincent Dery var í topp, og teir løgdu nógv fyri at øsa hýrin upp millum áskoð­ararnar. Saman við om­ anfyrinevndu undirbuks­um og ullintu troyggjum var hetta nokk at verja móti kalda gjóstr­inum. Seebach fylti Vágsbø