mánadagur 12. august 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í níggju dystum verður lagnan í
toppstríðnum hjá 07 Vestur avgjørd
Jóannes Hansen
Í Fuglafirði og á Argjum hava
tey í nógvar vikur havt ser
ligan áhuga í, hvussu tað
gongur í næstbstu deildini.
Áhugin kemst av, at niður
flytingin úr bestu deildini
er treytað av, um tað verður
nakað lið í næstbestu deild
ini, sum fer at kvalifisera seg
at flyta upp.
Nú er EB/Streymur dottið
undir
niðurflytingarstrik
una, og harvið er tað eisini í
Sundalagnum og á Eiði áhugi
fyri, um tað nú fer at eydnast
07 Vestur at flyta upp, og tað
harvið verður neyðugt við
í minsta lagi einum niður
flytara.
Tveir triðingar av kapp
ingini eru av. Í hesi vikuni
verður farið undir síðsta trið
ingin, tá ið øll liðini enn eina
ferð fara at dystast innan
hýsis.
Í síðstu viku endaði tað
2-2, tá ið 07 Vestur hevði
vitjan av Víkingi. Tað var
ikki so heilt óvæntað, tí tá ið
Víkingur í øðrum umfari var
í Sørvági, endaði tað eisini
javnt í Sørvági. Ta ferðina var
úrslitið málleysur javnleikur.
Verjuspælarin
Niels
Mouritsen skoraði bæði 07
Vestur málini. Í báðum før
um var tað eftir horna.
Merkisvert er tað, at nú er
liðið har vesturi bara mannað
við lokalum spælarum. Fyrr
í ár hava tveir útlendingar
verið við – Ken Fagerberg og
Solomon Kwao, sum er topp
skjútti við átta málum. Og
fleiri aðrastaðni frá í land
inum vóru við í summar.
Teir eru ikki longur í 07
Vestur. Eitt nú Christian R.
Mouritsen,
Heri
Kjærbo,
Eirikur M. Ellendersen og
Martin Tausen, sum hevur
spælt í fleiri ár við 07 Vestur,
men sum nú aftur umboðar
TB.
Málverjin Silas Eyðsteins
son er saman við eitt nú
miðverjanum Dann Fróða
son og miðvallaranum og
liðformanninum
Høgna
Egilstoft Nielsen millum álit
ini á liðnum. Miðalaldurin er
lágur, men tað er hugaligt, at
tað eru vágamenn og onkrir
hinumegin Vestmannasund,
sum stríðast fyri at vinna
uppflytingina.
Hetta man í longdini fara
at vera tað, sum fer at royn
ast best.
Og so fæst at síggja, um
talan verður um uppflyting
í ár, ella um hetta verður
fyrsta árið, síðani ásetingar
nar um upp- og niðurflyting
komu fyri meiri enn fjøruti
árum síðani, at einki lið fer at
flyta upp og harvið at einki
lið fer at flyta niður.
Tað fer so aftur at hava
við sær, at tað eisini næsta
ár verður fótbóltur í fremstu
røð hjá ÍF, EB/Streymi og AB.
Nú fæst at síggja, hvussu tað
verður við hesum.
Hóast NSÍ ikki megnaði
meiri enn 2-2 í Gundadali
ímóti B36, so er NSÍ fram
vegis topplið.
Royndirnar siga, at næst
bestu liðini hjá teimum,
sum eisini eru umboðað í
bestu deildini, ofta linkað,
tá ið august er liðugur, og
fleiri flyta av landinum, tá ið
tað verður farið undir nýtt
lestrarár. Tað kann vera, at
hetta fer at vísa seg at vera
orsøk til, at talan kortini
verður um uppflyting.
Í løtuni eru tað næstbestu
liðini hjá NSÍ, Víkingi og KÍ,
sum kunnu forða fyri, at 07
Vestur flytur upp.
B68 vann leygardagin 2-1
í Gundadali ímóti teimum
næstbestu hjá HB. Hetta
var góður dagur hjá tofta
monnum, tí tað var bara KÍ
av liðunum, sum eru ovari á
talvuni enn B68, sum vann í
hesum umfarinum.
Eingin á Toftum tosar
um uppflyting, men tað fer
at kennast hugaligt, um liðið
kann menna seg og lyfta
seg hægri, enn tað higartil
í ár hevur megnað. Undan
kappingarbyrjan var vónin,
at tað skuldi eydnast at vera
við í kappingini um upp
flyting.
Sigurin leygardagin bar
við sær, at B68 lyfti seg fram
á fimta pláss. Tað var eisini
tí, at B71 tapti 4-2 á Eiði ímóti
EB/Strerymi, sum framvegis
er aftast. Hjá sandoyingum
gongur tað heilt nógv upp og
niður. Undan tapinum á Eiði
høvdu teir vunnið á heima
vølli ímóti 07 Vestur.
Hoyvík er ovast í 2.
deild, og AB er næstovast.
Tí bendir nógv á, at talan
verður um niðurflyting úr
næstbestu deildini. Umframt
EB/Streym er HB í løtuni
favorittur at flyta niður, men
Skála er heldur ikki so langt
frá niðurflytingarplássi.
joannes@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
KÍ - ÍF/Víkingur/B68 3-0 (1-0)
1-0: sjálvmál 34.
2-0: Maria K. Thomsen 71.
3-0: Maria K. Thomsen 76.
B36 - HB 1-0 (0-0)
1-0: Olga Kristina Hansen 60.
Máltindurin
Heidi Sevdal, HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
Rebekka Benbakoura, HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
Julia Naomi Mortensen, HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
22. august
EBS/Skála - ÍF/Víkingur/B68
B36 - KÍ
KÍ – Skála 1-0 (0-0)
1-0: Kristoffur Jakobsen 52.
EB/Streymur - B71 4-2 (0-2)
0-1: Tijani Mohammed 8.
0-2: Clayton Soares 12.
1-2: Jónstein Magnussen 46.
2-2: Ragnar Samuelsen 65.
3-2: Hans Pauli Samuelsen 71.
4-2: Hans Pauli Samuelsen 83.
07 Vestur - Víkingur 2-2 (0-0)
1-0: Niels Mouritsen 66.
2-0: Niels Mouritsen 71.
2-1: Óla Kristian Jacobsen br 75.
2-2: Noah Mneney 88.
HB - B68 1-2 (1-1)
1-0: Tormóður P. Djurhuus 11.
1-1: Karstin Clementsen 34.
1-2: Esmar Clementsen 46.
B36 - NSÍ 2-2 (1-1)
1-0: Gilli Samuelsen 28.
1-1: Andri Benjaminsen 43.
1-2: Óli H. Olsen 57.
2-2: Rasmus Dan Sørensen br 89.
Máltindurin
Clayton Soares, B71 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
Andri Benjaminsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
Aksel B. Danielsen, KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Solomon Kwao, 07 Vestur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
19. umfar:
Fríggjadagin 16. august
Víkingur - B36
B68 - Skála
Leygardagin 17. august
KÍ - B71
NSÍ - HB
07 Vestur - EB/Streymur
Betri deildin kvinnur
STØÐAN
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1.
KÍ
12
9
1
2
24
9
(+15)
28
2.
ÍF/Víkingur/B68
12
7
3
2
23
11 (+12)
24
3.
HB
12
6
1
5
41
12 (+29)
19
4.
B36
13
3
0
10
10
36 (-26)
9
5.
EBS/Skála
11
2
1
8
8
38 (-30)
7
1. Deild menn
STØÐAN
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1.
NSÍ
18
12
2
4
38
22 (+16)
38
2.
Víkingur
18
10
7
1
38
18 (+20)
37
3.
07 Vestur
18
10
5
3
39
24 (+15)
35
4.
KÍ
17
10
2
5
45
27 (+18)
32
5.
B68
18
5
6
7
29
35
(-6)
21
6.
B71
17
5
4
8
31
43 (-12)
19
7.
B36
18
4
6
8
27
37 (-10)
18
8.
Skála
18
2
10
6
21
29
(-8)
16
9.
HB
18
3
4
11
22
33 (-11)
13
10. EB/Streymur
18
2
6
10
29
51 (-22)
12
KVINNUR: Sigurin í
toppdystinum á Summar
Festivalinum ber við sær,
at FM heitið aftur er á veg
til Klaksvíkar
Jóannes Hansen
Tað skal vilja illa til hjá KÍ
kvinnunum tað, sum er eftir
av kappingini, um tær ikki
skulu megna at vinna FM
heitið aftur til Klaksvíkar,
eftir at tað í tvey ár hevur
verið hjá felagsliðnum EBS/
Skála.
Hitt felagsliðið í Eystur
oy,
ÍF/Víkingur/B68,
var
í
Klaksvík
mikukvøldið.
Tá vann KÍ 3-0. Maria K.
Thomsen gjørdi tvey mál.
Hon er ein av teimum, sum
hevur verið við til at vinna
fleiri FM heiti. Á KÍ liðnum
eru fleiri ungir spælarar, sum
tykjast vera nóg góðar til at
vera við til at vinna FM.
Tað resta fýra umfør, og
tað kann gott vera, at tað
bara verður neyðugt hjá KÍ
at vinna tveir dystir.
Í gjár var grannauppgerð
í Gundadali. Fyri tveimum
mánaðum síðani vann HB
10-0 ímóti B36. Í gjár vendi
alt øðrvísi, tí B36 vann 1-0.
Landsliðsspælarin
Olga
Kristina
Hansen
skoraði
málið, tá ið ein tími var farin.
Ei undur í, at tey í B36 stór
fegnaðust um søta sigurin.
Meistararnir í EBS/Skála
hava síðstu vikuna verið í
Europa luttøku. Síðsti dyst
urin verður í morgin. Tveir
teir fyrstu dystirnar hevur
føroyska liðið tapt 9-0 og 5-0.
joannes@sosialurin.fo
KÍ er stórur favorittur
Uppflytingin
hongur í
klønum tráði
1. DEILD