Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyska U17-landsliðið hjá gentum vann báðar teir seinastu dystirnar og fekk eitt 5. pláss í EM-kapping í Georgia. Her heima hevur golf-kapping verið, og har vann ein ungur maður Pætur Albinus Fótbóltur Tað var føroyingauppgerð uttan føroyingar í byrjunar­ uppstillingunum, tá ið Valur og FH í gjár brustu saman í bestu íslendsku deild­ini. Gunnar Nielsen sat á bonk­ inum allan dystin, men bæði Kaj Leo í Bartals­stovu hjá Vali og Brandur Hendriksson hjá FH vórðu sendir á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað endaði við 3-2-sigri til FH, og tað var Brandur Hendriksson, sum legði upp til av­ger­andi FH-málið við góð­um horna­sparksinnleggi. Við sigr­inum gjørdi FH eitt gott hopp og er nú nummar trý í deildini, tó heili 11 stig aftan­fyri oddaliðið, KR. Valur er nummar átta av teimum 12 lið­unum í deildini. Meinhard Olsen fekk sein­asta góða hálva tíman á vøll­inum fyri Kristiansund BK, sum í gjár spældi 1-1 á heimavølli ímóti Odd í norsku Eliteseriuni. Útjavn­ andi málið hjá Kristiansund BK fall fáar minuttir eftir at Meinhard varð innskiftur. Liðið hjá Meinhardi er numm­ar sjey í deildini, 10 stig frá triðja plássinum og evro­pe­iskum fótbólti. Eftir tveir sigrar á rað máttu Odmar Færø og teir úr HamKam aftur lúta, tá ið teir í gjár taptu 2-0 á úti­ vølli ímóti Jerv í næst­bestu norsku deildini. Odmar spældi í verjuni og varð út­ skiftur fáar minuttir fyri leik­lok. HamKam er numm­ ar 11 í Obos-deildini, sum hon kallast, seks stig frá niður­ flyt­ingini. AC Horsens við Halli Hans­syni á vøllinum allan dystin mátti í gjár lúta 2-0 á heimavølli fyri topp­lið­ num og grannunum úr FC Midtjyllandi. Hetta var triðja tapið út av trimum møgu­ ligum hjá AC Horsens á heima­vølli í ár, men hinvegin hevur AC Horsens vunnið báð­ar sínar útidystir. Tey seks stigini røkka í løtuni til eitt 9. pláss. Viljormur Davidsen og teir úr Vejle fingu fyrsta sigur­in hetta kappingarárið, tá ið teir í leygardagin vunnu sann­førandi 3-0 á útivølli ímóti Vend­syssel FF. Vejle er numm­ar sjey í næstbestu donsku deildini, eitt stig aftan­fyri Heina Vatnsdal og teir úr Fremad Amager, sum í gjár spældu málleysan javn­ leik á heimavølli ímóti Skive. Golf Í góðveðrinum í gjár varð ár­liga BankNordik-kapp­ ingin leikt á golfvøllinum á Glyvurs­nesi. Kappingin varð í høvuðs­heitum skipað sum ein stableford-kapping við full­um handikappi. Tó vóru eisini aðrar smærri kapp­ingar. BANKNORDIK hevur stuðlað kappingini við vinn­ingum. Eisini skip­ aði bankin fyri, at Anja Rein kom út á Glyvurnes at handa vinn­ingar­nar. Unga stjørnu­ skotið, Jens Guttesen, var tann stóri vinnarin í dag. Í Stableford-kappingini vóru bestu úrslitini hesi: 1. Jens Guttesen 42 stig, 2. Rógvi K, Hansen 40 stig, 3. Bjarne Jørgensen 39 stig. Í slag­ kapp­ingini var ein vinnari: Jens Guttesen 84 sløg. Flest stableford-stig á fyrstu 9 hol­unum: Jens Guttesen 21 stig.Tað liðið, ið hevði flest stableford-stig í meðal: Jens Guttesen, Bjarne Jørgensen og Jógvan Amonsson. Eisini var kappast um at vera næst holinum á par 3 teigunum: Á holi 2/11: Rógvi K. Hansen, 143 senti­metrar. Hondbóltur Føroyska U17-landsliðið hjá kvinn­um hevur luttikið í EM-kapp­ing í georgiska høvuðs­staðnum, Tblisi. Tær vóru einans eitt mál frá at røkka hálvfinalunum, tá ið tær fingu javnt ímóti Ukraina, men í dystununum um 5. plássið prógvaðu tær eisini sína styrki. Fyrst vunnu tær 33-22 á Finnlandi eftir at hava verið á odda 19-11 í hálv­leikssteðginum, og í gjár vunnu tær 30-16 á verts­tjóðini, Georgia, eftir at tær vóru á odda 18-8 í hálv­leiks­steðginum. Við hesum báðum sigrunum vunnu føroysku genturnar 5. plássið í kappingini. Besti før­oyski leikari í seinasta dystinum ímóti Georgia varð kosin Natasja Hammer, og før­oysku málskjúttarnir hendan dystin vóru annars: Jana Mittún 9, Elsa Egholm 5, Rannvá Olsen 5, Natasja Hammer 5, Brynhild Pálsdóttir 3, Maria Pálsdóttir Nólsoy 2 og Lív Bentsdóttir Zachariassen 1. Súkkling Italski Elia Viviani kann nú kalla seg evropameistara í súkkling eftir at hann vann teinin á landavegunum í Alkmaar í Hollandi í gjár í sann­førandi stíli. Tað eydn­aðist 30 ára gamla italska sprintaranum at koma í útbrot við belgiska Yves Lampaert og týska Pascal Ackermann, sum í sínum trímans samstarvi settu feltið fullkomiliga av. Ímóti málinum dragnaði Ackermann sum hin fyrsti, og við málstrikuna hevði tann sera kviki Viviani ongar trupul­leikar av at vinna á Lampaert. U17-kvinnur BLIVU NUMMAR FIMM Í GEORGIA STUTTSØGD TÍÐINDI