mánadagur 12. august 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Tað snúði seg bæði um at læra og hava tað
stuttligt, tá ið føroyska landsliðið saman við danska
stórfelagnum, BSV, vandi 260 børn í farnu viku
Sjúrður Hildarson Hoydal
Børnini eru ikki meira enn
komin inn um hurðina í
Høllini á Hálsi mánamorg
unin 5. august klokkan 9,
tá ið tey hitta fyrstu stjørn
urnar, ið skulu seta dám á
hondbóltsskúlan, ið børn
ini luttaka á mána- og týs
dagin. Innanfyri hurðina sita
fýra U17-stjørnur og skriva
børnini inn. Tey fáa vatn
dunk, blusu og sjálvandi ein
bólt frá U17-stjørnunum. Í
høllunum á Argjahamri og
í Gundadali umframt Hoy
víkshøllini sita aðrir U17-
leikarar og taka ímóti. 260
børn skulu luttaka á hond
bóltsskúlanum í hesum fýra
høllum – og venjararnir eru
føroyska A-landsliðið, og so
danska stórfelagið, BSV.
Børnini í Høllini á Hálsi
hendan
mánamorgunin
– gentur og dreingir 10 –
eru sera spent og til reiðar
so at siga ein minutt yvir
níggju, men venjingin byrjar
ikki fyrr enn klokkan 9.30.
Meðan tey seinastu børnini
verða innskrivaði, fara hini
av sínum eintingum at hita
upp, bæði við og uttan bólt.
Møguliga fyri at vísa ídni
fyri donsku og føroysku
hondbóltsstjørnunum,
ið
skulu venja tey komandi
tríggjar dagarnar. Men helst
er veruleikin bert at tey
ikki hava hug at bíðja eftir
nøkrum so vaksnum sum
klokkuni – tey vilja sleppa
at spæla hondbólt. Tey hava
tríggjar tímar at venja, og tað
tykist ikki at vera ov leingi.
Heimsmeistarar
og evropameistarar
venja børnini
Tá ið klokkan endiliga er
vorðin nóg mikið, er klárt at
byrja. Í syðra endanum av
høllini standa tríggir stórir
menn og bjóða børnunum
vælkomin. Hann, ið prátar,
er
danski
veteranurin
og ein av heimsins bestu
strikuspælarum nakrantíð,
Michael V. Knudsen. Hesi
tíggju ára gomlu minnast
sjálvandi ikki bestu dystirnar
hjá 40 ára gamla Knudsen, ið
gjørdist Evropameistari við
Danmark í 2008 – hendan
morgunin venur hann børn,
ið eru fødd árini eftir. Tað er
eisini mæti danin, ið tekur
orðið, tá ið venjingin byrjar,
og tað ger hann á pedagog
iskan hátt, eftir at hann
hevur spurt børnini um tey
skilja danskt:
– Eg eiti Michael, eg spæli
við BSV, byrjar hann og
peikar síðani á tveir menn:
– Hetta eru Sebastian og
Klaus, teir spæla eisini við
BSV, sigur danski risin, og
sipar til slovenska Sebastian
Skube
og
danska
Klaus
Thomsen. Teir báðir hava
eisini í mong ár verið millum
fremstu leikararnir í donsk
um hondbólti.
Heimsmeistari
leggur lag á
Á hinum vøllinum – í norðara
endanum – eru tað Kasper
Larsen
og
Nicolai
Øris
Hansen, ið skipa venjingina.
Sebastian Hundstrup, ið er
fimmfaldaður
Danmarks
meistari við fýra ymiskum
liðum gongur teimum til
handa, men hann stríðist
hesar dagarnar við ein skaða
og ger ikki nógv um seg.
Nicolai Øris Hansen, ið
hevur rakað eyðkenda full
skeggi, ið hann bar tá ið
hann gjørdist heimsmeistari
fyri hálvum ári síðani, leggur
gott lag á. Hann fær einar 25
dreingir at stilla seg tveir og
tveir at hita upp og venja tað
sama sum bæði smádreingir
og
heimsstjørnur
mugu
venja hvørja ferð: At kasta
og at lofta.
Har er ólíkatal av dreingj
um, men danski heimsmeist
arin loysir skjótt trupul
leikan við at kasta og lofta
saman við einum av dreingj
unum, so at allir hava ein
felaga í part.
Tað gerst skjótt greitt at
heimsmeistarin leggur dent
á at hava tað stuttligt, og
eftir at armarnir á teimum
tíggju ára gomlu eru hitaðir
upp, vísir hann teimum
hvussu tú tveitir aftur um
rygg, millum beinini og aðrar
serligar kastihættir,
Knudsen dámar
væl í Føroyum
Á syðra vøllinum eru børnini
– bæði gentur og dreingir 10
– farin at renna og dribla.
Her snýr tað seg um at læra
at halda tamarhaldið á bólt
inum tá ið tú ert í ferð. Fyrsti
tímin snýr seg mest um at
børnini kenna seg væl, og
smá spøl við bóltinum fáa
smílini fram á børninum áðr
enn fyrsta steðgin.
Í
steðginum
greiðir
Michael V. Knudsen frá fyri
Sosialinum, at hann – eins
og tey flestu – er hugtikin
av tí hondbóltsspæli, ið før
oyingar sýna í hesum árum.
Hetta er ikki fyrstu ferð at
hann roynir seg sum ung
dómsvenjara, tí hann og
Jóhan á Plógv Hansen høvdu
eisini ein hondbóltsskúla í
Føroyum fyrr í summar.
– Hetta er eitt deiligt stað,
og áhugin fyri hondbólti er
stórur, sigur danski hond
bóltsleikarin. Hann greiðir
frá, at tað er ikki heilt van
ligt, at liðið venur onnur, tá
ið teir eru á venjingarlegu,
men hetta er eisini meira
ein
samansjóvingartúrur
enn ein venjingarlega. Men
óroyndir í ungdómsvenjing
eru hesir menn ikki, tí at
Michael V. Knudsen greiðir
frá, at teir venja eisini børn og
ung nærhendis Bjerringbro
og Silkeborg, haðani BSV er.
Tí dugir hann eisini at siga
hvar denturin skal leggjast
til slíkar venjingar: – Tað
týdningarmesta er at børn
ini hava tað stuttligt, ger
Michael V. Knudsen púra
greitt.
Serkøn venjing í
strikuspælið frá
olympiskum meistara
Niðri
í
Gundadalshøllini
venja 12 ára gamlir dreingir
HØVDU TAÐ
STUTTLIGT
ÍMILLUM
STJØRNURNAR
Føroysku talentini