mánadagur 12. august 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
um sama mundið. Tá ið
Sosialurin kemur á gátt er
venjingin í fullari ferð. Venj
ingin hevur verið í gongd
í góðar tveir tímar, og í
øðrum endanum fáa nakrir
av dreingjunum venjing í
strikuspælið frá enn einum
strikuleikara í heimsflokki.
Tað er 38 ára gamli Jesper
Nøddesbo, ið leggur lag á.
Hann gjørdist Evropameist
ari í 2008 umframt at hann
eisini vann olympisku leik
irnar í 2016. Dreingirnir skift
ast at royna seg við at flyta
seg tvørtur um málteigin,
fáa bóltin frá olympiska
meistaranum
og
leypa
ígjøgnum tveir verjuleikarar
og skjóta. Jesper Nøddesbo
viðmerkir
hvørja
einastu
roynd, um hon fer í málið ella
ikki – og allar viðmerkingar
nar eru jaligar og læruríkar.
Tað er einki at ivast í at
dreingirnir bæði hugna sær
og læra at spæla hondbólt.
Ungar føroyskar
stjørnur taka yvir
Seinnapartin verður skift
út í venjaratoyminum. Nú
eru tað føroysku A-lands
liðsleikararnir hjá monnum,
ið leggja lag á hjá teimum
ungu. Hesar báðar dagarnar
skulu børnini venja ein dag
við BSV-leikarunum og ein
dag við landsliðsleikarunum.
Mánadag
seinnapart
venja gentur 14 og 16 í Hoy
víkshøllini, og venjararnir
eru ikki so nógv eldri. Teir
eru Brandur Halgirsson og
Tórður Guttesen, umframt
teir báðar nýúttiknu lands
liðsleikararnar, Bartal Klein
Olsen og Leivur Mortensen.
Tá ið Sosialurin er í Hoy
víkshølini eru genturnar í
holtur við fleiri kappingar.
Tær spæla ímóti einum
málið, og tað verður lagt
nógv fyri í royndunum. Ungu
landsliðsdreingirnir royna at
halda venjingarferðina høga
– ikki fyri at leggja trýst á,
men tí at teir vita at tær hava
tað stuttligast við at kappast.
Í einum steðgi hitta vit
teir báðar nýggju landsliðs
leikararnar, Leiv Mortensen
og Bartal Klein Olsen. Teir
siga júst tað sama sum
donsku veteranarnir:
– Tað snýr seg fyrst og
fremst um at børnini hava
tað stuttligt. Hetta er fyrstu
ferð at teir eru á landslið
num, og munnu verða nakað
spentir at royna seg ímóti
BSV mikukvøldið, men teirra
fyrsta landsliðsuppgáva er
altso sum venjarar.
Glaður landsliðsvenjari
Sonni Larsen landsliðsvenj
ari dámar væl at hansara
leikarar royna seg í hesum
leiklutinum, greiðir hann
Sosialinum frá, tá ið fyrsti
dagurin er lokin.
– Tað, at venja onnur,
lærir teg eisini eina rúgvu
um hondbólt, sigur venjarin,
ið er stak væl nøgdur við
fyrsta dagin. – Øll, ið eg havi
prátað við, hava latið væl at,
sigur venjarin, áðrenn hann
leggur tað týdningarmesta
afturat: – Og eg haldi av
gjørt at børnini hava havt
tað stuttligt og fingið nógv
burturúr.
Føroyskur heims
meistari leggur
eisini lag á
Ein á BSV-liðnum, ið fær
eyka uppmerksemi, er sjálv
andi Jóhan á Plógv Hansen.
Sosialurin vitjar í Hoyvíks
høllini seint seinnapartin
týsdag, tá ið gentur 14 aftur
eru á vøllinum. Hetta er
seinasti venjingartímin á
hondbóltsskúlanum,
og
genturnar dríva framvegis
á. Tær kappast óført við at
spæla minihondbólt. Hóast
umstøðurnar at spæla eru
væl minni enn genturnar
eru vanar við í dystum, so fáa
tær nógv burturúr. Í hesum
spæli er leikferðin í hásæti.
Tað gongur við rúkandi
ferð aftur og fram, og gentur
nar fáa góða venjing í at taka
skjótar avgerðir og útinna
tær í skundi. Genturnar eru
býttar upp í seks lið, og har
er eingin steðgur ímillum
dystirnar. Ístaðin fært tú
steðg tá ið tú hevur skotið
ímóti málinum, og kemur
inn aftur tá ið onkur annar
hevur roynt seg. Tað leikar
javnt á, og tað er ikki til at
siga hvør hevur vunnið og
tapt ymsu dystirnar tá ið
klokkan verður 17 og venj
ingin er av; her er frøi á øllum
andlitum.
Halda fram at flenna
eftir venjingina
Tað er sum vera man Jóhan á
Plógv Hansen, ið førir orðið,
tá ið hann takkar gentunum
fyri
eina
góða
venjing,
meðan Aljoza Rezar og Mads
K. Andersen royna at fylgja
føroyska prátinum. Síðani
verður prógv handað til lut
takararnar, men nú gevur
føroyingurin
við
einum
skálkabrosið orðið til danska
liðfelagan.
Tær umleið 30 gentur
nar skulu rópast upp, ein í
senn, fyri at fáa sítt prógv,
og her hoyrist øgiligur látur
ímillum tær, tá ið tær hoyra
Mads K. Andersen royna
sítt frægasta at bera fram
føroysku nøvnini. Tá ið tær
hava fingið prógv fara tær
at práta og taka myndir
við venjarunum, og sum
vera man er tað Jóhan á
Plógv Hansen, sum skal við
á flestu myndirnar. Hann
tekur sær góða tíð at práta,
meðan liðfelagarnir báðir
setast at bíða. Onkur spyr í
spølni um tað er vanligt at
føroyski vongurin skal taka
flestar myndir eftir dystir og
venjingar. – Jú, soleiðis er tað
altíð, flenna liðfelagarnir.
Jóhan sær stór
talent í Føroyum
Jóhan
á
Plógv
Hansen
sjálvur er eisini væl nøgdur
við hesar báðar dagarnar.
Hann skipaði sjálvur fyri
einum hondbóltsskúla í Før
oyum fyrr í ár:
– Hetta er eitt sindur
øðrvísi enn tá ið eg sjálvur
skipaði fyri JPH Camp, men
tað er eisini bara deiligt at
møta upp og venja í tríggjar
tímar og so er tað liðugt,
sigur Jóhan á Plógv Hansen,
ið heldur at hesin hond
bóltsskúlin er eisini sera væl
fyriskipaður.
Hann er eisini stak væl
nøgdur við hesar báðar
dagarnar: – Tað er altíð
stuttligt
at
venja
børn
og síggja tey royna seg,
sigur heimsmeistarin áðr
enn hann greiðir fŕá hvat
hann hevur upplivað í før
oysku høllunum hesaferð
og fyrr í summar: – Tað er
deiligt at síggja at føroyskur
hondbóltur tekur seg fram.
Har er hent ólukksáliga
nógv bara síðani eg var
barn, og tað er so stuttligt at
síggja at har eru so nógv, ið
hava hug til hondbólt, at so
nógvir venjarar í landinum
hava hug til at taka sær av
teimum – og so eisini at øll
duga so væl, sigur høgri
vongurin og heldur fram:
– Michael V. Knudsen var
við seinast, og hann hevur
latið sera væl at; at har eru
nógv stór talent. Tað havi
eg eisini sæð, bæði seinast
eg var her og í gjár tá ið eg
hevði gentur 12 og so í dag
við gentum 14, sigur Jóhan á
Plógv Hansen og staðfestir:
– Tað eru heilt vist nógv stór
talentir, og um tey hava hug
til at blíva við, so skulu tey
nokk røkka langt.
sjurdur@sosialurin.fo