mánadagur 12. august 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Sum spælari hevur Zoran Pavlovic vunnið á bæði Real Madrid og Manchester United, og
vinnarahugburðin hevur serbiski venjarin tikið við sær til Tvøroyrar, har hann hevur fingið nógv
burturúr einum tunnum TB-hópi. – Eg merkti á fólki, at tey vóru bangin um okkum, sigur Zoran
um ivasomu vónirnar til TB. – Hart arbeiði skapar úrslit og tolsemi skapar succés, sigur hann
Pætur Albinus
Reyða Stjørna
TB-venjarin, Zoran Pavlovic,
hevur upplivað mangt og
hvat á fótbóltsleiðini, sum
byrjaði í ungum árum heima
í Beograd, Serbia, har hann
spældi ungdómsfótbólt við
stórfelagnum Reyðu Stjørnu,
sum í dag eisini er kent sum
Crvena Zvezda.
Vegurin hjá Zoran til
besta
hópin
hjá
Reyðu
Stjørnu var ikki lættur. Hann
valdi at skifta til tað nakað
minni felagið, FC Napredak
Krusevac, og eftir nøkur
kappingarár har skifti hann
heimaftur til Reyðu Stjørnu.
Tá – sum 25 ára gamal – lá
betur fyri.
– Eg spældi mest sum
hangandi áleypari, og tað
eru serliga tveir dystir, ið eg
minnist væl, greiðir Zoran
frá.
Og ikki løgið í tí - talan var
veruliga um tveir stórdystir.
– Í 1987 spældu vit fjórð
ingsfinalu
í
Champions
League ímóti Real Madrid.
Vit
vunnu
4-2
heima
í
Beograd frammanfyri um
leið
100.000
áskoðarum,
sigur Zoran, ið sjálvur varð
innskiftur í seinna hálvleiki.
Reyða Stjørna tapti tó
útidystin 2-0 á Santiago
Bernabeu
í
Madrid
og
reyk við 4-4-javnleiki úr
Champions League eftir regl
uni um útivallarmál.
– Hin dysturin var ein
venjingardystur
á
Old
Trafford ímóti Manchester
United. Vit vunnu 1-0, sigur
Zoran og er skjótur at leggja
afturat:
– Og eg legði upp til málið!
Á liðnum hjá Manchester
United vóru menn sum
Jesper Olsen, John Sivebæk,
Frank Stapleton og Gordon
Strachan, og á venjarabonk
inum sat ein spildurnýggjur
venjari, ið einans hevði verið
venjari
hjá
Manchester
United í tveir mánaðir. Hann
æt Alex Ferguson.
TB-tilboð
Tað var undan hesum kapp
ingarárinum,
at
Zoran
Pavlovic fekk fyrispurning
at standa á odda fyri TB, her
hann eisini var spælari og
venjari eitt skifti síðst í 1990-
unum.
– Tað fyrsta eg hugsaði,
tá eg fekk fyrispurningin,
vóru tey góðu minnini eg
hevði herfrá, sigur Zoran
og trívir í nøkur nøvn, sum
hann minnist væl frá fyrra
uppihaldinum á Tvøroyri,
eitt nú Ronnie Midjord, Óla
Johannesen, Poul F. Joensen,
Sasha Radosavljevic og Karl
Øster.
Serligan vinskap hevur
hann
fingið
við
Ronnie
Midjord, sum síðan eisini
hevur verið og vitjað Zoran
í Beograd.
– Eg var jú her við tveim
um lítlum børnum í 1990-
unum, so hjálpina og blíð
skapin, ið eg fekk, minnist
eg sjálvandi væl, sigur Zoran
vísandi til synirnar Luka, ið
er føddur í 1991, og Deni, ið er
føddur í 1993.
Deni spælir í dag við KÍ,
meðan Luka er venjari hjá
U13- og U15-liðunum í stóra
eysturríkska
felagnum,
Sturm Graz.
Kona Zoran starvast í dag
sum skúlastjóri í Beograd og
er ikki við í Føroyum, men
tað hevur verið upp á tal at
hon eisini skal flyta hendan
vegin.
Góðu minnini úr Føroyum
og at annar sonurin spælir
her gjørdi sítt til at Zoran
valdi at taka av tilboðnum
um at gerast TB-venjari,
men hann var eisini drigin
av ítróttarligu avbjóðingini.
– Tað hevur verið púra
týðiligt, at føroyskur fót
bóltur er á veg fram. Hetta
við at føroyska landsliðið
rennur seg inn í stórtap kem
ur nærum ikki fyri longur, og
tú sært eisini javnan føroysk
lið spæla seg víðari út í
Evropa, greiðir Zoran frá.
– Og so dámar mær eisini
bara væl at fáa nýggjar av
bjóðingar. Tað var eisini ein
av nógvu orsøkunum til at eg
tók av, leggur hann afturat.
Fólk stúrdu
Eftir at samstarvið um TB/
FCS/Royn var endað, so
hevði Zoran Pavlovic eina
stóra uppgávu í at fáa besta
liðið hjá TB at megna at
standa á egnum beinum í
bestu deildini.
– Eg merkti á fólki,
at tey vóru bangin um
okkum,
sigur
Zoran
og leggur afturat, at
hetta helst kom av tí at
tað frættist, at tað fyrstu
tíðina einans vóru sjey-átta
leikarar til venjingar hjá TB.
– Fólk væntaðu einki
av TB. Fjølmiðlar og onnur
væntaðu at vit fluttu beint
niður, sigur hann.
Zoran hevði tó aðrar
ætlanir.
– Eg trúgvi upp á hart ar
beiði. Eg valdi ikki at hugsa
negativt og arbeiða við tí,
sum vit høvdu, greiðir Zoran
frá, sum við tíðini fekk leik
arar lagdar afturat hópinum,
men sum heild hevur havt
ein sera tunnan hóp at ar
beitt við.
Dømi hava verið um
dystir í Betrideildini, har teir
einans hava havt tveir út
skiftarar.
– HB, KÍ og onnur stór
feløg hava 20-25 leikarar at
kappast um plássini. Høvdu
vit bara havt 16 spælarar,
sum møttu til venjing fimm
ferðir um vikuna, so høvdu
vit eisini kunnað kappast um
evropeisku plássini í deildini,
heldur Zoran.
FÓLK VÓRU
BANGIN
UM OKKUM
TB-venjarin
ZORAN PAVLOVIC
Føddur: 04.09.1961
Heimbýur: Belgrad, Serbia
Støða: Giftur
Børn: Luka (f. 1991), Deni (f. 1993)
Sum leikari
1979-1982: Reyða Stjørna ungdómur (Jugoslavia)
1982-1985: FC Napredak Krusevac (Jugoslavia)
1986-1990: Reyða Stjørna (Jugoslavia)
1990-1992: Olympiakos (Grikkaland)
1992-1995: Mjällby AIF (Svøríki)
Sum venjari
1996-1999: TB (Føroyar)
1999-2000: FK Bane (Jugoslavia)
2000-2004: FK Obilić, hjálparvenjari (Jugoslavia)
2005-2014: Reyða Stjørna, ungdómsvenjari (Serbia)
2015:
FK Voždovac, hjálparvenjari (Serbia)
2015-2016: FC Dordoi Bishkek (Kyrgistan)
2019-:
TB (Føroyar)
Fakta