Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR – Og hetta haldi eg tí at eg trúgvi upp á okkum og stóli upp á tað sum eg geri, leggur hann afturat. Teir eru tó ikki ónøgdir í TB. Í grundini hevur tað gingið nógv betur enn flest øll væntaðu, og í løtuni eru 10 stig niður til niðurflytingina. Spurdur, um teir kenna seg tryggar at yvirliva í deild­ ini, er Zoran tó avgjørd­ur. – Nei, nei, nei, sigur hann. – Vit stríðast fyri hvørjum einasta stigi! Hart arbeiði Tað er eyðsæð at Zoran hev­ ur eina greiða ætlan við sín­ ari tilgongd til fótbólt, og hetta roynir hann at fáa at skína á sínum liði. – Fyri meg eru tvey ting týdningarmiklast í fótbólti, og tey eru hart arbeiði og tolsemi. Hart arbeiði skapar úrslit, og tolsemi skapar succés, sigur hann. Zoran metir hart arbeiði røkka longri enn talent, og í hesum sambandi nevnir hann landsmenninar Nemanja Matić og Dušan Jovančić sum dømi, tí í teirra ungu árum vóru teir ikki mettir at vera nakrir lovandi leik­arar ímillum so nógv onnur stórtalentir á liðum sínum, men í dag eru flestu av tá­ver­andi stóralentunum givin, meðan Matić og Jovančić eru profilar í ávika­ vist Manchester United og Reyðu Stjørnu. – Tað kann taka nógv ár at byggja ein góðan leik­ara. Her hugsi eg um eitt nú tað kropsliga og tað sálar­liga. Tú spælir ofta best tá tú ert 28 ella 29 ár, sigur Zoran, ið hevur ar­beitt nógv við júst hesum part­inum í Reyðu Stjørnu, har hann hevur starv­ast sum ungdóms­venj­ ari og scout. Sum venjari dámar Zoran eisini væl at dyrka ymisk­ leikan. – Radomir Antić (kendur serbiskur venjari, red.) plagdi at siga, at tú altíð skalt finna leikarar, ið hava ymiskar styr­kir. Eitt nú ein leikara, ið hevur gott yvirblikk, ein leik­ ara ið duga at skjóta fríspørk, ein ið dugir at skjóta horna­ spørk, ein ið dugir væl at dribla og so framvegis, sigur Zoran. – Altso, at havt tveir Lionel Messi á liðnum hevði ikki neyð­turviliga verið gott, flennur Zoran, men tó eisini álvar­samur fyri at nágreina hvat hann meinar við. Hóast hann ikki hev­ur havt tað stóra leikara­til­ feingið at arbeitt við í TB, so hevur hann hóast alt roynt at dyrkað ymiskleikan til egnan fyrimun. – Ein dyst skifti eg ein stór­an og sterkan áleypara inn bara fyri at taka dystin upp við miðverjarnar og skapa pláss til okkara vong­ leik­arar. Tað endaði við at eini vongleikarin avgjørdi dystin, sigur Zoran. Tað eru slíkar snildir, sum TB má royna í ár, men Zoran Pavlovic heldur, at TB hevur verið óheppið í fleiri dystum og tað sama kundi havt enn fleiri stig á kontuni. Broytt TB-lið Tað hava verið stórar broyt­ ingar á TB-liðnum í summar­ steðginum. Leikarar so sum Stefan Radosavljevic, Teitur Olsen og Luc Jeggo eru ikki longur á liðnum, men inn eru komnir gomlu TB-ararnir, Rógvi Joensen, Eirikur Magnusar­son, Martin Tausen og Heine Mortensen, um­framt svenska áleyparan Ken Fagerberg. Zoran Pavlovic viðgongur, at TB-liðið eftir hesar skift­ ingar­nar í stóran mun er í nýggj­ari útgávu. – Yvirskipað sæð er størsta broytingin tann, at lið­ið í fyrru hálvu helst var nak­að kvikari, meðan vit nú hava fingið leikarar inn, ið eru góðir í balansuni og dugna­ligir at spæla bóltin runt, sigur Zoran. – Og við Ken Fagerberg hava vit fingið ein áleypara, ið dugir væl at halda uppá bóltin og draga verjuleikarar til sín, leggur hann afturat. Hann undirstrikar, at óan­sæð hvussu TB-liðið sær út, so hava teir hugburðin um at alt møguligt, og at hart ar­beiði skal bera teir fram. Hóast langt av landi skot­ in frá heimlandinum Serbia, so sigur Zoran seg trívast væl á Tvøroyri, har hann fær frítíðina at ganga við at vitja vinfólk, renna sær túrar í náttúruni – serliga í Trongis­ vági og í Froðba – og at halda tele­foniskt samband við fam­iljuna. – Men eg má siga, at eg brúki øgiliga nógva tíð upp á fyrireiking til venjing og dystir, sigur Zoran, sum eis­ ini tekur sær av meir­venj­ ing fyri leikarar í ung­dóms­ deildini. Zoran heldur tað er ov tíðliga enn at tosa um hvørj­ ar ætlanir hann hevur fyri kom­andi ár. – Beint nú hugsi eg bara um at yvirliva í deildini, sigur hann. – Og avgerðin um fram­tíð­ ina er ikki bara mín egna. Tað er eisini upp til nevndina, skoyt­ir hann uppí. – Eg kann bara tosa um tað, sum eg fáist við nú, og tað er at gera tað allarbesta, sigur Zoran Pavlovic at enda. albinus@sosialurin.fo Zoran Pavlovic, TB venjari