Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á Argjum er lagið gott, eftir at tað í gjár eydnaðist at lyfta AB fram um niðurflytingarstrikuna, sum liðið hevur verið undir í fýra mánaðir Jóannes Hansen Hvat fótbólti viðvíkur var Summar Festivalurin rætt­ iliga góður hjá klaks­vík­ing­ um. Mikukvøldið løgdu KÍ kvinn­urnar seg av álvara á FM kós, hóskvøldið vann næst­besta KÍ liðið 1-0 ímóti teimum næstbestu av Skála, og fríggjakvøldið syrgdi Jóannes Bjartalíð við tveim­ um málum ímóti Víkingi fyri, at KÍ heldur tørn um odda­ sessin. Í fjør var tað á Summar Festivalinum, at HB vann 1-0 í Klaksvík, og tá fór tað av álvara at ganga skeiva vegin hjá klaksvíkingum, meðan HB streyk avstað. Merkivert er tað, at KÍ úr­tøkan, nú kappingin er tveir triðingar gomul, er minni, enn hon var um sama mund­ið bæði í fjør og í 2016. KÍ og B36 liggja stavn um stavn við 38 stigum. Eftir átjan umfør í fjør hevði KÍ 41 stig (HB hevði 48 stig), og eftir átjan um­før í 2016 var KÍ topplið við 41 stigum. Eingin dystur er lætt­ur, og k l a k s ­v í k­ ing­ar kenna tað heilt víst at vera stóra av­bjóð­ ing, tá ið Eyðun Klak­stein og Skála leygar­kvøldið og á Sjó­ manna­deg­num fara at vitja. Men tað bíða næstu vikurnar nakrar týdningarmiklar lykla­upp­gerð­ir hjá topp­lið­ unum. Annað mikukvøld hittast KÍ og B36 í Klaksvík, og ann­ an sunnudag hittast HB og Víkingur í Havn. Víkingur tykist í løtuni at vera tættast við at standa við Svarta­peri av teimum fimm, ið kapp­ ast um europeisku pláss­ini. 2-0 tapið í Klaksvík fríggja­ kvøldið var tað triðja á rað. HB eigur ikki marginalarnar NSÍ – HB 1-1 Í fjør varð alt til gull, sum HB nært við. Tøttu uppgerðirnar koppaðu meistaraliðnum til fyri­munar, og alt tað, sum Adrian Justinussen tók sær fyri, eydnaðist. Eisini tað, sum eingin hevði givið hon­ um nakra ábreiðslu fyri, um tað ikki eydnaðist. Í gjárkvøldið varð enn einaferð stað­fest, tá ið tað end­aði 1-1 í Runa­vík, at HB klaverið spælir ikki so væl í ár, sum tað gjørdi í fjør. Adrian Justinussen var eyð­ sýnd­ur í seinna hálv­leiki, men tað eydnaðist hon­um ikki at skora mál. Tað kemur ikki so ofta fyri, at hann fer av vøll­inum tveir dystir á rað utt­an at hava skorað. Soleiðis er tað nú. Adrian hevur ikki skorað síð­ani á ólav­søku, tá ið HB vann 3-0 ímóti TB. M e i s t ­ a r a r ­n i r høvdu betri tak á spæl­inum í fyrra hálv­leiki, enn NSÍ hevði, og tað eydn­ aðist tíuggju minuttir undan steðg­inum at vinna úrtøku. NSÍ mál­verjin, sum annars var trygg­ur í tí mesta, átti sín stóra lut í málinum, tá ið hann tøvdi við at fara út úr brot­s­teiginum fyri at varpa bóltin burtur. Pætur J. Petersen, sum í vinstru var væl upp­lagdur í fyrra hálv­ leiki, stakk seg fram ímillum og setti bóltin í netið, eftir at stinni høgri vongverjin Hørður H. Askham hevði sparkað bóltin framum heima­verjuna. – Vit áttu at vunnið meiri enn eitt mál, tí vit høvdu betri tak á spælinum og vunnu okkum til fleiri møgu­leikar enn NSÍ. Men marginalir­nir vóru ikki við, og Tórður Thomsen bjargaði í fleiri førum. Vit halda held­ ur ikki, at marginalirnir vóru við okkum, tá ið Sebastian Pingel sá gula kortið fyri aðru ferð, og vit tískil vóru undir­mannaðir í níggju minuttir. Hann fekk ikki tann snórin frá dómaranum, sum Petur Knudsen fekk stutt undan steðginum, tá ið hann hevði sæð gult og so gjørdi eitt fríspark aftrat, held­ur HB málskjúttin. At Petur Knudsen lá á mark­inum at síggja reytt var orsøk til, at hann ikki var á vøll­inum eftir stseðgin, tá ið Betuel Hansen var á NSÍ mið­ vøll­inum. Heima­menn­inir vístu minni hugflog, áræði og styrki, enn teir hava gjørt allar hinar heimadystirnar, tá ið teir hava vunnið fulla úr­tøku. 2-0 kendist vera nærri enn, at NSÍ fór at javna, men kort­ini eydnaðist tað NSÍ at vinna javnleikin. Øssur Dalbúð varð skiftur inn, tá ið Jann Benjaminsen gjørdi seg kláran at avgreiða horna úr vinstru, og fyrstu ferð, hann nært bóltin, skoraði Øssur Dalbúð. Hóast HB síðstu løtuna var undirmannað, so sást tað ikki á avrikinum. – Tað gekk ikki soleiðis, sum tað annars hevur gjørt. Tá ið gongdin verður havd í huga, so kunnu vit ikki ann­ að enn vera væl nøgdir við javn­leikin. Vit fegnast um, at Øssur Dalbúð av álvara tykist vera við at koma fyri seg aftur eftir langan skaða­steðg. Fyri viku varð hann skiftur inn og legði upp til avgerandi mál, og nú skor­aði hann málið, sum bar javnleikin við sær. Tað gevur okkum fleiri streingir at spæla á, sigur NSÍ lið­for­ maðurin Klæmint A. Olsen. B36 bjóðar av álvara av B36 – EB/Streymur 3-0 Við 3-0 heimasigri ímóti EB/ Streymi er B36 undir liðini á KÍ í kappingini um ovasta plássið. B36 hevði bóltin mesta partin av tíðini í fyrra hálv­ leiki, men tað gekk illa at vinna upplagdar møguleikar. EB/Streymur verjuspælið var væl skipað, og so leingi, sum tað var málleysur javn­ leikur, gekk tað fyri seg eftir treyt­unum hjá gestunum: – Spælararnir vístu sera góð­an hugburð, og teir vóru skila­góðir. Tí kom tað illa við, tá ið rangstøðufellan kiks­aði bara tveir minuttir undan steðginum, og Michal Przybylski varð púra leysur og skoraði. At vera óansin ímóti so góðum spælarum, sum teir hjá B36 eru, verður beinan­vegin sektað. Eftir steðgin var tað torført, stað­ festir EB/Streyma­venjarin Jákup Martin Joensen. EB/Streymur er nú undir strikuni: – Vit kunnu ikki annað enn halda fram at arbeiða og vísa góðan hugburð, og vit hava ikki givið skarvin yvir, tí vit eiga dystir eftir ímóti øll­um hinum liðunum, sigur EB/Streyma venjarin. B36 var í ógvuliga fram­ rætt­aðari útgávu. Í seinna hálv­leiki vórðu tríggir, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, skiftir inn, og eftir at Alex Mellemgaard og Árni Frederiksberg innan tríggj­ar minuttir høvdu økt um leiðsluna til 3-0, lúrdi møgu­leikin fyri stórum sigri, men tað eydnaðist ikki heima­liðnum at skora fleiri mál. Rói Zachariasen FÓTBÓLTUR HB KENDI IKKI SÍNA VITJUNAR­TÍÐ Pætur Petersen, HB, og Øssur Dalbúð, NSÍ (myndin vinstrum.), skoraðu málini í odda­dyst­inum Myndir: Álvur Haraldsen