Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 var aftur í EB/Streyma mál­ inum, og hann las spælið væl og tveitti seg fleiri ferð­ir fram og bjargaði, tá ið heima­ menn­inir royndu seg við inn­ leggum: – Vit eru stak væl nøgdir við, at vit vunnu stigini og megn­aðu at halda tætt. Í fyrra hálvleiki vóru vit ov stirvnir, og onkra ferðina vóru teir vandamiklir, men í seinna hálvleiki loysnaði tað, og tá spældu við væl. Í staðin fyri at illneitast, sum teir gjørdu í fyrra hálvleiki, so vístu okkara menn stórt yvir­skot eftir steðgin, og tað fegnist eg um, sigur B36 venj­ arin Jákup á Borg. Nú sær gott út á Argjum AB – ÍF 3-1 Eftir tvey umfør vísti talvan, at AB var á fimta plássi. Síðani fimta umfør hevur AB verið undir strikuni. Sorin Anghel og hansara menn hava støðugt sagt, at avrikini vóru til størri úrtøku, og at tað fór at eydnast at vinna fleiri stig. Nú er AB omanfyri strik­ una. Eftir 1-0 sigurin á Skála næstsíðsta sunnudag eydn­ aðist tað í gjár at vinna tryggan 3-1 heimasigur ímóti ÍF, sum er niðast, og sum hev­ur torført við at fáa spæl­ ið at hanga saman og at fáa verj­una at rigga. Felags fyri ÍF og AB er, at hesi bæði feløgini undan summar­steðginum søgdu, at tey ætlaðu at styrkja um lið­ið við nýggjum spælarum. Tað eydnaðist ikki ÍF at finna nýggjar spælarar. AB hevur nýggjan málverja og nýggjan fremsta mál, og tað vísir seg at vera fongur í bæði Tobias Larsen millum stólparnar og Lukas Giessing, sum í gjár skoraði tvey tey fyrstu málini. – Nú hava vit marginal­ irnar við okkum. Sum eg havi skilt tað, so hevur tað verið torført at vinna úrtøku, og eg fegnist um, at tað nú eydnast mær at skora. Sorin Anghel hevur givið mær leysar teym­ar at reika, og eg kenni tað sum forrætt. Vit vóru tyngdir at nervum í fyrra hálv­leiki. Undir steðginum tosaðu vit um tingini, og so gekk betri, og nú er tað huga­ ligt at staðfesta, at vit nú eru omanfyri strikuna, sigur Lukas Giessing. ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard harmast um gongdina og úrslitið: – Vit ætlaðu okkum trý stig, men persónlig mistøk kostaðu. Vit hava ikki givið skarvin yvir, tí vit eiga øll tey fýra á heimavølli, sum vit kappast við, sigur ÍF lið­ for­mað­urin, sum við rimmar frí­sparki minkaði um munin til 3-1. AB miðvallarin Eli Christians­son økti um munin til 3-0 við fínum lang­ skoti. Hann var sera eyð­ sýndur, og fína málið man styrkja um sjálvsálitið, nú AB skal stríðast fyri at varðveita plássið, ið heilt víst ber rættin við sær at halda fram í fremstu røð. Skála reisti seg TB – Skála 0-2 Hóast vónbrotið var øgiligt og smeiturin dyggur, tá ið Skála tapti á heimavølli ímóti AB, so eydnaðist tað skála­ monnum í gjár at reisa seg í Trongisvági. Jákup Johansen var tvífaldur málskjútti. Tað kendist serliga søtt. 28. apríl, tá ið kappingin var sjey um­før gomul, hevði Jákup Johansen skorað trý mál. Síðani hevur hann ikki skor­ að, hóast møguleikar hava verið fyri tí. Men í gjár glapp. Dygst undan steðginum fekk Jákup Johansen hol á eftir inn­legg úr høgru. Heðin Klak­stein, Ronni Møller-Iversen og Ari Olsen vóru við í upp­spæl­ inum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti hann til 2-0, tá ið hann var fyrstur á, eftir at bólturin brast í tvørtræið, tá ið innskifti Janus Svabo Samuelsen royndi seg við frí­sparki. Hetta var triðja ferðin í ár, at Skála vann ímóti TB. Um­framt tveir sigrar í lands­ kapp­ingini hevur Skála eis­ini vunnið á TB í steypa­kapp­ ingini. Í løtum vístu skálamenn spæl av tí slagnum, sum tíðliga í kappingini bar fleiri sigrar við sær. – Størsta partin av tíðini høvdu vit munin í spæli og møguleikum. Tað kom væl við, at vit fingu hol á lítla løtu undan steðginum, og í seinna hálvleiki høvdu vit yvirvág, og tá fingu vit málið, sum bar við sær, at vit vóru meiri tryggir, sigur Skála venj­arin Eyðun Klakstein. – Hetta var lakasta avrikið hjá okkum á heimavølli higar­til í ár. Vit vóru ikki har, sum vit plaga at vera. Arbeiðið var ikki nóg nógv, og hug­burð­urin var ikki nóg góð­ur. Tað er orsøkin til, at vit taptu. Hetta var stórt vón­brot, sigur TB liðformað­ ur­in Poul Ingason. NSÍ - HB 1-1 (0-1) 0-1: Pætur J. Petersen 37. 1-1: Øssur Dalbúð 77. Dómari: Kári J. á Høvdanum NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen (Øssur Dalbúð, 77.), Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen – Petur Knudsen (Betuel Hansen, 46.), Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen Gult kort: Petur Knudsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv, Bárður J. Hansen Venjari: Guðjón Ꝧórdarson HB: Teitur Matras Gestsson – Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Tróndur Jensen, Daniel Johansen (Ari Mohr Olsen, 84.) – Adrian Justinussen, Dan í Soylu (René S. Joensen, 75.), Pætur J. Petersen – Sebastian Pingel Gult kort: Daniel Johansen Reytt kort: Sebastian Pingel 52. (tvey gul) Venjari: Heimir Guðjónsson B36 - EB/Streymur 3-0 (1-0) 1-0: Michal Przybylski 43. 2-0: Alex Mellemgaard 57. 3-0: Árni Frederiksberg br 60. Dómari: Bjarki Danielsen B36: Hans Jørgensen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen (Magnus Holm Jakobsen, 76.), Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic – Árni Frederiksberg, Brian Jakobsen (Hannes Agnarsson, 69.), Benjamin Heinesen (Lukasz Cieslewicz, 69.) Gult kort: Hannes Agnarsson Venjari: Jákup á Borg EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsen, Árni G. Olsen (Arnar Dam, 62.), Poul G. Olsen, Petur Zachariasen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Sveinur Knút Magnussen, Gestur B. Dam, Tóki H. Johannesen – Teitur D. Olsen (Gutti Dahl-Olsen, 84.), Steffan Løkin (Niklas T. Kruse, 72.) Gult kort: Petur Zachariasen, Tóki H. Johannesen, Rógvi Egilstoft Nielsen Venjari: Jákup Martin Joensen   AB - ÍF 3-1 (0-0) 1-0: Lukas Giessing 47. 2-0: Lukas Giessing br 76. 3-0: Eli Christiansson 83. 3-1: Jan Ó. Ellingsgaard 92. Dómari: Oliver Reitala  AB: Tobias Brogaard Larsen – Heri H. Mohr, Bárður Olsen, Sørin N. Samuelsen, Beinir Henriksen – Bjarki C. Nielsen, Eli S. Christiansson, Mikkjal T. Hentze, Filip í Liða (Bjarni Skála, 77.) – Jobin Drangastein (Tóki á Lofti, 46.), Lukas Giessing (Jónas Stenberg, 87.) Gult kort: eingin Venjari: Sorin Anghel ÍF: Petur Meinhard Magnussen – Dávid Langgaard, Høgni Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Milan Svojic (Gundur E. Petersen, 72.) – Hans Jákup Lervig, Sámal Joensen (Alex José dos Santos, 80.), Ari Ó. Ellingsgaard – Pól Jákup Lundsbjerg (Høgni Zachariassen, 46.) Gult kort: Pól Jákup Lundsbjerg, Sámal Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard Venjari: Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim TB - Skála 0-2 (0-1) 0-1: Jákup Johansen 45. 0-2: Jákup Johansen 68. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen TB: Milos Budakovic – Eirikur M. Ellendersen, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Veljko Vukovic (Nikolej Johannesen, 61.), Martin Tausen, John Villi Wøldike Leo – Ivan Ivanovic (Heine Mortensen, 46.), Ken Fagerberg, Rógvi Joensen (Ragnar Tausen, 34.) Gult kort: Ivan Ivanovic, Martin Tausen, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye Venjari: Zoran Pavlovic Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Fróði Benjaminsen (Janus Svabo Samuelsen, 63.), Petur Pauli Mikkelsen, Jákup Jakobsen – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Niels Pauli B. Danielsen (Andreas Egeberg Jacobsen, 85.) – Jákup Johansen (Aksel B. Danielsen, 81.) Gult kort: eingin Venjari: Eyðun Klakstein Betri deildin menn STØÐAN NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1. KÍ 16 12 2 2 38 11 (+27) 38 2. B36 17 12 2 3 28 14 (+14) 38 3. NSÍ 16 11 3 2 40 16 (+24) 36 4. HB 18 10 5 3 42 18 (+24) 35 5. Víkingur 18 11 2 5 38 24 (+14) 35 6. Skála 18 8 0 10 20 21 (-1) 24 7. TB 18 5 3 10 15 33 (-18) 18 8. AB 18 3 2 13 19 47 (-28) 11 9. EB/Streymur 18 2 3 13 17 43 (-26) 9 10. ÍF 17 1 2 14 12 42 (-30) 5 FÓTBÓLTUR MÁLTINDURIN Klæmint A. Olsen, NSÍ . . . 17 Jóannes Bjartalíð, KÍ . . . . . 12 Adrian Justinussen, HB . . . 11 Mikudagin 14. august ÍF - NSÍ Leygardagin 17. august KÍ - Skála B36 - TB Sunnudagin 18. august Víkingur - EB/Streymur HB - ÍF AB - NSÍ