Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MIKKJAL THOMASSEN UNDAN DYSTINUM – Fyri nøkrum árum síðani stóðu spælararnir á vøllinum og hugdu inn á vøllin. Í dag standa aðrir dreingir og gentur og hyggja inn á vøllin og droyma um at sleppa at spæla í búnanum hjá Víkingi ella KÍ – áleiðini til at spæla á Old Trafford ella Anfield. Soleiðis skapar fótbótbólturin góð vinarløg og góð minni saman. Jóannes Bjartalíð skoraði tvær ferðir og sendi KÍ á FM-kós, tá nýggi vøllurin við Djúpumýru alment bleiv tikin í brúk á Summar Festivalinum. Tað var minni munurin á liðunum, men nú hevur Víkingur tapt tríggjar ferðir upp í slag Tróndur Arge - Við Djúpumýru, Klaksvík KÍ og Klaksvíkin er í holt við at koma á eitt altjóða stig. KÍ er hevur fyri triðju ferð upp í slag verið í Evropa, meðan um­støðurnar við Djúpu­ mýru nú verða altjóða góð­ kendar, so KÍ kann spæla sínar heimadystir í heim­ stað­num. Víkingur hevur tapt tríggjar dystir upp í slag, men Sámal Erik Hentze, venj­ari hjá Víkingi, vil ikki av­skriva FM. – Tað er níggu dystir eftir og 27 stig at spæla um. Vit hava nú 35, so tað eru nógv stig vit kunnu enda við. Vit eru absolut ikki úti og skulu bara hyggja fram, sigur Sámal Erik Hentze. KÍ í broyttari útgávu Tað er óvæntað, at Darius Lewis er millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, hevur valt skjóta unga mannin, sum nýliga hevur verið skaddur og ikki hevur verið á besta liðnum síðani nakað undan summar­steðg­ inum. Darius Lewis er tikin fram­um Boris Dosljak og Jonn Johannesen. Aftur í kvøld er Steinbjørn Olsen í mið­verjuni, har leikbannaði Deni Pavlovic annars plagar at vera undir liðini á Jesper Brinck. Simon Sandmæl hevur seinastu vikuna verið darv­ aður av skaða í rygg­inum. Hann var ikki førur fyri at spæla. Sámal Erik Hentze heldur fast teimum somu ellivu, ið byrjaðu dystin móti NSÍ. Undan dystarbyrjan sigur Mikkjal Thomassen nøkur orð um nýggju umstøðurnar, nú vøll­urin alment verður tikin í brúk. Javnur dystur Sjálvur dysturin hevur fleiri taktiskt spøl og tað eru nógv­ ar spentar støður, men tað er sum um at dysturin manglar okkurt. KÍ hevur fleiri góðar støð­ ur enn Víkingur, men gestir­ nir bíta frá sær, tá teir koma til møguleikarnar. Nærmastur at skora er Páll A. Klettskarð, tá hann stút­ar á yvirleggjaran. Bæði lið­ini kom til støður í fyrra hálv­leiki, har eitt sindur av hepni ella neyvleika hevði gjørt munin. Tað er málleyst í hálv­leik­ inum, og Boris Dosljak kem­ ur inn fyri Darius Lewis. Málini hjá KÍ KÍ skorar tvær ferðir í seinna hálvleiki. Í fyrra før­inum var tað við skoti av brots­ teigar­markinum og mitt fyri eftir sending frá Jóannesi Danielsen. Bólturin fór um­ vegis stólparótina til høgru fyri málskjúttan og í málið. Tá var seinni hálvleikur fimm minuttir gamal. – Eg fekk bóltin og vendi mær og smekkaði til, tað er ongin plasering í skotinum. Elias Rasmussen fær labban á bóltin, men hann fer á stong­ina og akkurát inn, sigur Jóannes Bjartalíð. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið hugflogsríkt KÍ álop endaði við, at Semir Hadzibulic spælir Jóannes Bjartalíð leysan, og Bjartalíð varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann sendi bóltin umvegis handaru stólparótina og í málið. – Tað er ein ordilig for­ loys­ing, tí vit blíva eitt sindur trýstir seinastu minuttirnar. Tað er eitt sindur rótut og eg eri troyttur, men taki eitt trekk og tað líka við at Filip (Djordjevic, blaðm) fær meg aftur, men eg fái líka prika bóltin, sum fer í stongina og inn. Ein fantastisk kensla at síggja bóltin fara inn, sigur Jóannes Bjartalíð og leggur afturat: – Vit ætlaðu at spæla nógv og hava bóltin. Eg haldi at tað riggar líka til móti end­anum av dystinum, tá vit blíva trýstir og byrja at gúppa, sigur tvímálsskjúttin. Víkingur manglar bóltspælarar Hetta er triði ósigurin hjá Víkingi upp í slag. Fyrst móti B36 á ólavsøku, síðani mál­ ríki dysturin móti NSÍ, har Víkingur var á odda 2-0 í hálv­leikinum, og nú á Summ­ ar Festivalinum. – Hetta er munurin. Tú mást vera á allan dystin, ella stendur tú eftir við ongum. Sum heild spæla vit ein góð­ an dyst, men tað er súrt at vit standa eftir við ongum, tá vit hava møguleikarnar, sigur Bagge. Bæði eftir tapið móti NSÍ og hesa ferð, hevur venjarin iðra seg um, at liðið ikki spæl­ir nóg væl. Tað sæst aftur fleiri ferðir í Klaksvík. Vukasin Tomic hevur av­ bjóð­ingar í miðverjuni, tí hann sparkar langt hvørja ferð. Atli Gregersen er fluttur í vinstru, har hann ikki fær spælt upp við høgra beini. Elias Lervig er raskur á høgra bakki, men innleggini eru ikki góð. Hann megnar ikki at legga bólti til Sølva Vatnhamar ella Dion Splidt, ið hava sína styrku í innlegg­inum. Hann má læra seg at hyggja upp. Gunnar Vatnhamar og Heðin Hansen stríðast væl á miðj­uni, men sjáldan kemur ein skapandi framrætta av­ lever­ing burturúr. Teir vinna bóltin, men spæla oftast nærm­asta mann. Av tí sama koma vengurnir ikki í spæl, har bæði Filip Djordjevic og Dion Splidt stríðast við form­inum. Tí stendur Víkingur eftir við tveimum møguleikum. Sølvi Vatnhamar ella deyð­ bóltar. Tað røkkur ikki til Europa-fótbólt í ár. KÍ á altjóða stigi KÍ spældi ikki framúr, men gjørdi nógv rætt. Liðið hevur í Jóannesi Bjartalíð ein spæl­ ara, sum kann avgera teir BJARTALÍÐ OG KÍ Í ALTJÓÐA STÍLI FÓTBÓLTUR Dysturin hesa vikuna...