mánadagur 12. august 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Wayne Rooney vendir heim
aftur til Onglands, har hann
verður spælandi hjálpar
venjari í Derby.
Føroysku hondbóltsmenninir
tapa venjingardyst 33-25
ímóti danska felagnum
Bjerringbro-Silkeborg.
EBS/Skála tapir 8-0
ímóti kasakstanska BIIK
Shymkent og 5-0 ímóti
finska PK-35 Vantaa í
Champions League.
VÍF ger sáttmálar við grøn
lendsku leikararar Inuuteq
Heilmann og Gerth Johansen.
Føroysku U17-genturnar í
hondbólti gerast nummar
fimm í EM-kapping í Tblisi,
Georgia.
Nýtt kappingarár í Premier
League verður skotið í gongd
við 4-1-sigri til Liverpool ímóti
Norwich.
B36 leggur seg undir liðina á
KÍ í oddastríðnum í Betri
deildini, har HB og NSÍ við
1-1-javnleiki leggja fót fyri
hvørjum øðrum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Rógvi E. Nielsen
Aldur: 26
Ítróttur: Fótbóltur (EB/Streymur)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Salah, Mané og Aubameyang
2. Bjerringbro-Silkeborg (BSV)
3. Svøríki og Spania
4. Pál Joensen
5. Hull City
6. Tie-break
7. B36
8. Einar Tróndargjógv
1. Hvørjir tríggir leikarar gjørdist toppskjúttar í
Premier League í fjør?
2. Hvussu eitur danska hondbóltsliðið, sum spældi
venjingardyst ímóti føroyska landsliðnum í síðstu
viku?
3. Hvørjum tveimum londum skal føroyska
A-landsliðið hjá monnum í fótbólti spæla ímóti í
september?
4. Hvør føroyskur svimjari hevur vunnið flest
heiðursmerki á oyggjaleikum?
5. Hvørjum enskum felagi spældi Julian Johnsson við í
2001-2002?
6. Hvat kallast tað, sum skal spælast í tennis tá ið
støðan í einum setti er 6-6?
7. Hvat lið vann FM í mansfótbólti árini 2014 og 2015?
8. Hvussu eitur NSÍ-arin á myndini, sum gjørdi
comeback í Betrideildini ímóti HB í gjár?
Hví tókst tú avgerð um at
stilla upp til løgtingsvalið?
– Havi altíð verið sera áhugaður
í politikki. Tá møguleikin kom at
stilla upp, helt eg, at tað var rætt
at taka av.
Hvat ætlar tú tær at
arbeiða fyri í politikki?
– Í ítrótti er tað ofta soleiðis, at tey,
sum stríðast harðast, koma longst.
Soleiðis skal tað eisini verða í
samfelagnum. Sjálvandi skulu vit
hjálpa teimum veikastu. Men tey
sum orka, skulu fáa eina gularót,
soleiðis at tey halda fram við at
stríðast. Soleiðis fáa vit eitt sunt
samfelag. Fari eisini at arbeiða
fyri, at ítrótturin fær betri sømdir.
Nú hevur verið snakkað um at
byggja eina innandura fótbólts
høll í fleiri ár. Men einki hendir.
Um hondbólturin skal bíða líka
leingi eftir eini høll, so doyr allur
landsliðshondbóltur. Hetta eru
dýrar íløgur, sum land, kommunur
og tað privata mugu standa
saman um.
Er tað nakað í fót
bólti og politikki,
sum minnir nógv
um hvørt annað?
– Ja, tað haldi eg avgjørt.
Bæði í fótbólti og politikki
hava vit ymisk lið.
Á einum liði eru nógvir einstak
lingar, sum allir helst skulu ganga
í takt, fyri at fáa besta úrslitið. Tað
er lættari sagt enn gjørt.
11 dystir uttan sigur í
Betrideildini, hvat er tað
tit stríðast við í løtuni?
– Í ítrótti kann mann finna
nógvar umberingar fyri, hví tað
ikki gongur so væl. Men kann
skylda upp á dómaran, veðrið, ella
okkurt heilt annað. Men í síðsta
enda er tað bara ein sjálvur, sum
kann broyta gongdina. Vit mugu
hyggja inneftir. Vit hava ikki gjørt
tað nóg gott í ár. Vit skulu til at
arbeiða harðari síðsta triðing, um
vit skulu fáa betri úrslit.
Hvussu sært tú annars
upp á restina av
kappingarárinum?
– Kappingin í ár er rættiliga spenn
andi. Í toppinum eru tað nógv lið,
sum kappast um at blíva føroya
meistari.
Kappingin
um
4. plássið verður eisini
spennandi.
Í
hinum
endanum er eisini hørð
kapping. Tað er so tætt,
at hvørt stig telur. Tað
er væl møguligt, at alt
verður avgjørt í síðsta
umfari.
„Vit mangla tey niðaru
liðini á heimavølli, so eg
vil ikki siga vit hava so
vánalig odds hóast alt.“
JAN Ó. ELLINGSGAARD (ÍF) um botnstríðið í Betrideildini
„Tað er strævið í
dystinum, men tá
ið samanum kemur
er avgerðin røtt,
og tað er alt,
sum telur.“
Raheem Sterling (Manchester City)
um VAR í Premier League
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir.
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast.
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við.
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
11 ára gamli Louis Fowler rendi í ein lyktapela og breyt nøsina tá
ið hann rann aftaná bilinum hjá Mo Salah. Liverpool-stjørnan
gjørdi skaðan góðan aftur. Hann steðgaði bilinum og hugdi til
Louis, sum væl nøgdur fekk eina mynd saman við Salah.
Myndin hesa vikuna: