Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. august 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. august 2019 · Nr. 91 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Um vikuskiftið byrjaði Premier League. Rákið, har tey stóru vinna, heldur fram. Manchester City, Liverpool, Tottenham og Manchester United vunnu sínar dystir lætt og greitt. Manchester United vann gott nokk á Chelsea, sum farna kappingarár bleiv nummar trý, men liðið er nógv broytt og fær eitt langt kappingarár, nú felagið ikki kann keypa og hevur sett Frank Lampard sum venjara. Hetta er fyrstu ferð, at VAR verður brúkt í Premier League. Tað er sjónbandahjálp til dómaran. Ongland og partvís Premier League tiltikið konservativt. Broytingar eru av tí illa, alt var betri fyrr og FA Cup er líka stórt sum Champions League eru boðini. Somu viðferð hevur VAR fingið, tí nú verður alt bara teldur og ongin persónligheit og sjarma. VAR – Video Assistant Referee – fekk sína fyrstu veruligu roynd, tá Raheem Sterling skoraði til 3-0 fyri Manchester City móti West Ham. Sjónbandaupptøkurnar vístu, at Raheem Sterling var nakrar millimetrar rangstaddur. Úr sjónvarpsstøðun í Dubai mótmælti fyrrverandi viðmerkjarin hjá Sky Sports, Andy Gray. Hann er ímyndin av konservatismuni í enskum fótbólti, men hann hevur grein í sínum máli. Um Raheem Sterling bara er millimetrar rangstaddur, so setur tað stór krøv til persónin, ið velur júst tað brotmyndina, sum dømast skal eftir. Tí júst á hvørjum millisekundi var tað nú, at avlevering fall? Tað er hvørtfall avgerandi fyri, um Raheem Sterling var rangstaddur ella ikki. VAR skuldi bara brúkast til mistøk, sum eru púra greið. Ella “clear and obvious”, sum tað stendur í reglugerðini. Tað er einki “clear and obvious” við rangstøðuni hjá Raheem Sterling, men VAR kemur heilt víst at hjálpa í fleiri støðum. Eg var til kvøldfótbólt í Runavík í gjár. Dysturin byrjaði klokkan 19 og tað gjørdi, at eg kundi vera á Argjum til fótbólt klokkan 15. Sostatt havi eg sæð tveir dystir sunnudagin, heldur enn ein. Tað riggaði væl meðan dysturin var, men eg má ásanna at túrurin heim klokkan 21 bleiv nakað drúgvari enn vanligt. Eg fríkst íkast til føroyska fótbóltskjakið, so nú verður spennandi at síggja hvat hetta blívur til. trondur@sosialurin.fo AB uttan miðvallara VAR og kvøld­ fótbóltur FÓTBÓLTUR Eli Christiansson takkaði fyri seg við máli og sigri Eli Sveinur Christiansson hevur verið partur av 18 dystum hjá AB í ár, men tað er óvist hvussu nógv hann spælir restina av kapp­ ingarárinum, tí hann fer til Danmarkar í útbúgvingarørindum Tróndur Arge Argjamenn vunnu í gjár greiðan 3-0 sigur á ÍF í botnuppgerðini í 18. umfari í Betri deildini hjá monnum. Triðja málið hjá AB skoraði mið­ vall­arin Eli Christiansson, ið hevur spælt at kalla fast á mið­vøll­inum, men tað kemur hann ikki at gera í framtíðini. Mið­vall­arin fer av land­inum í langtíðar­útbúgv­ingar­ ørindum í næstum. – Vit tosa saman, um at hann møgu­liga kann koma at spæla nakrar dystir, men tað krevur at hann bæði kann, og hevur um­ støður at venja í Danmark, sigur Sorin Angel, venjari hjá AB. Eli Christiansson kom til AB undan hesum kappingarárinum, og hevur við tíðini vunnið sær fast pláss á miðvøllinum. Hann hevur saman við Hera H. Mohr luttikið í flest dystum í landskappingini fyri AB í ár. – Tað er keðiligt, at vit hava mist ein so góðan spælara. Hann er ein komplettur spælari, sum kann nógv ting á einum vølli. Men hatta eru treytirnar. Hann hevur verið góður og hevur ment seg nógv, sigur Sorin Anghel. Argjamenn vunnu seg í gjár røttu megin niðurflytingarstrikuna. AB hevur nú 11 stig á 8. plássi, meðan EB/Streymur nú liggur á níggj­unda plássi. AB vann 3-0 á ÍF. – Støðan í felagnum er góð. Tú sær í dystinum í gjár. Vit orka at spæla og hava fleiri skjótálop í seinna hálvleiki, men tað er keðiligt at vit missa spælarar. Vit hava júst fingið kapping um plássini, men hetta er afturgangandi fyri nógvar av spæl­arunum hjá AB gjøgnum tíð­ina, sigur Sorin Anghel, ið eisini hevur verið á Argjum sum spælari. Eli Christiansson hevur spælt 18 dystir í landskappingini í ár og skor­að trý mál. trondur@sosialurin.fo