Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Landið og komm­ unur­nar eru at meta sum eitt par í einum hjúna­lagi SÍÐA 12 120 fólk á legu í Nesvík SÍÐA 10-11 Eitt nýtt skúlaár stendur fyri durum. Summarfrítíðin er av, og í hesum døgum fara 7000 næmingar í skúla. 700 teirra fara í fyrsta flokk. Tað er spenn­andi, og vónandi verður tað eisini mennandi. Fólkaskúlin er størsti fel­ ags­nevnarin og bráðpannan í Før­oyum. Tað er har, at tey millum 7 og 16 ára gomlu verða sosialiserað og læra hugburð, virði og normar, sum vit eru felags um, og sum mynda okk­ um og okkara tjóð. Børn og ungdómar úr yms­ um korum hittast og verða sam­ans­jóðað. Børn og ung­ dóm­ar við ymsum førningi – sosi­alt, fíggjarliga og ment­an­ ar­liga. Tað er stórur forrættur, sum ikki er sjálvsagdur alla staðni, at vit eiga ein felags fólka­skúla. Í skúlanum verður størsta samfelagsíløgan gjørd. Tað er her, at tey, sum skulu mynda okkara samfelag, verða búnað. Uppgávan er bæði at fáa tey at trívast og sosialt og fakliga at mennast. Tað seinna er treytað av tí fyrra. Tað hevur altíð verið og verður tosað um og endavent, hvat er tað týdningarmiklasta, og hvussu tað skal farast fram. Soleiðis eigur tað at vera í okkara demokratiska sam­fel­ ag, og tað hevur týdning, at for­eldur eru við í samrøðunum, og tá ið avgerðir verða tiknar, eitt nú í skúlastýrunum. Almenni parturin er at syrgja fyri umstøðunum. Komm­unurnar hava ábyrgd av fysisku karmunum. At nýgg­ir skúlar seinnu árini eru bygd­ir í nógvum kommunum vísir, at uppgávan verður tikin í álvara. Tað verður ongantíð so­leið­ is, at tey í skúlanum fara at siga, at nú hava vit nóg mikið av pengum, og nú kunnu um­ støð­urnar ikki verða betri. Akkurat sum á hinum stóru væl­ferðarøkjunum – innan heilsu­verkið og almennaverkið – ber tað altíð til at brúka fleiri pengar. Landsmyndugleikarnir hava pedagogisku ábyrgdina. Løg­tingið játtar pengar til læraralønir og leiðslulønir, og mentamálaráðið hevur ábyrgd av at fáa undirvísingartilfar til vega og av útbúgvingini. Týdningarmikið er tað, at peng­arnir verða brúktir rætt. Í tí sambandi er gransking og vit­an avgerandi. Síðani 2008 eru bæði læraraútbúgvingin og pedagogútbúgvingin grund­aðar á lóg um Fróð­skap­ ar­set­ur Føroya. Tí er neyðugt, at tað verður granskað í fólka­ skúl­anum, og at tað verður granskað í smábarnaverðini. Tá fæst at vita, hvussu tað skal leggjast til rættis fyri at fáa mest burturúr. Hvønn leik­ lut handaligi og musiski part­ ur­in skal hava, hvønn part móðurmálið og fremmanda málini skulu hava og ikki minst hvønn leiklut náttúru­ læru­greinarnar skulu hava. Avkastið verður í mun til íløguna. STØRSTI FELAGSNEVNARIN OG STØRSTA ÍLØGAN Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Báðir fjarskiftisveitararnir kallaðu seg "Føroya besta" Bæði Føroya Tele og Vodafone (nú eitur tað Hey) fingu í 2017 átalu og ávaring frá Brúkara­um­ boðn­um, tí báð­ ir veitararnar hava í lýs­ing­um brúkt ”Føroya besta” í síni markn­aðar­ før­ing. Tað framgongur í árs­frá­greið­ingini hjá Brúk­ara­um­boðn­um fyri 2017-18. Føroya Tele markn­ aðarførdi seg sum Før­oya bestu í 4G og farneti, og Vodafone markn­að­ar­førdu seg sum Føroya bestu í sjóneti. Fjar­skiftis­ veitararnir kærdu hvønn annan fyri at brúka ”Føroya besta” í sín­um lýsingum. Víst varð til markn­að­ ar­føringarlógina § 3 um forboð móti villleiðandi markn­aðarføring.  Báðir fjarskiftis­veitar­ arnir vórðu av Brúkara­ um­boðnum bidnir um at skjalprógva, at uppá­ hald­ini um ”Føroya besta” í lýsingunum vóru røtt. Hvørgin sendi Brúk­ara­umboðnum nøktandi skjal­prógv.  Brúkaraumboðið metti, at lýsingarnar vóru brot á marknaðar­ før­ing­arlógina, sum kundu enda við bót. Men í hesum føri, tá báðir teir stóru fjarskiftis­veitar­ar­ nir høvdu mál hjá Brúk­ara­um­boðnum um tað sama hjá hvørjum øðr­um, vórðu málini ikki frá­boðaði løgregluni. Brúkaraumboðið gav tó bæði Føroya Tele og Vodafone átalu og ávaring. Samstundis gjørdi Brúkara­umboðið báðum fyritøkunum greitt, at líknandi lýsing­ar ikki skulu verða nýttar í framtíðini, uttan at nøkt­andi skjalprógv fyriliggja. Brúkara­ umboðið kunnaði eisini fyritøkurnar um, at skulu skjalprógv hava nøktandi próvstyrki, verður vanliga sett sum krav at útsagn­irnar eru grundaðar á úttalilsir, ummæli ella kanningar framdar av uttanveltaðum myndugleika við viðurkendum fakligum førleika. Vatntrot í Fuglafirði og Kvívík Fuglafjarðar kommuna mælir sínum borgarum at kóka vatnið vegna vatntrot. Kommunan sigur tó, at ikki er neyðugt at kóka vatnið hjá teimum, sum búgva á Innandalsvegi, Hornavegi, Stovugerði, Sevdalsvegi, Torkilskróki, Bjarnavegi og Garðavegi. Kvívíkar kommuna boðar frá, at vatnið í Kvívík skal kókast. Kommunan kunnar, tá ið viðurskiftini eru í rættlag aftur. Í Leynum hevur eisini verið trupulleiki, og har hevur verið stongt fyri vatninum um náttina. Í Hósvík og Langasandi hevur eisini verið turkur, og har hevur verið heitt á borgararnar um at spara upp á vatnið, umframt at tað eisini hevur verið stongt fyri vatninum um næturnar. Men júst nú skrivar Sunda kommuna, at vatntrupuleikin í Hósvík er loystur, og at ikki er neyðugt at spara og kóka vatnið. Í Sandavági manglaði eisini vatn. Har hava tey valt loysnina at seta eina pumpu úr leiðingini úr Miðvági til Sandavágs. Í morgun varð eisini stongt fyri vatninum í Leirvík, men lýst varð við, at tað bara var í umleið tveir tímar til arbeiðið var liðugt.