Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 Demensklinikkin - Heimatænastan í Vágum - Pilotverkætlanin “Demensvinarligt samfelag”, sum Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum hava samstarvað um, er nú liðug og verður løgd alment fram í Østrøm 19. august 2019. Grundað á, at løgtingsval verður síðst í august 2019, er tað eitt gott høvi at fáa demensøkið á breddan, og tí skipar Alzheimerfelagið fyri pallborðsfundi aftaná framløgurnar. Kl. 19.30. Fyrri partur • “Demensvinarligt samfelag” – pilotverkætlan í Vágum Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni • Verkætlanarlýsing, mál og tilmælir Maria Skaalum Petersen, Phd og leiðari í Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking • Samskipan og samstarv í dagliga arbeiðnum Lis Hansen, landsdemenssamskipari • “Flowskema” og røktartestamenti Majbrith Reynskorð, kommunalur demenssamskipari • Kommunalt fyribyrgjandi arbeiði, demens- og avvarðandibólkar Arnleyg Haraldsen, kommunalur demenssamskipari • Heildartænasta og demenstoymi Halldis Joensen, leiðari í Heimatænastuni í Vágum Spurningar til fyrra part Kl. 20.30. Steðgur - kaffi/te og kakur Framløgufólkini eru klár til eitt prát og hava faldarar um verkætlanina og tilmælini. Møguleiki er eisini at síggja aðrar faldarar og skjøl, ið vórðu gjørd í verkætlanartíðini. Kl. 20.45. Seinni partur Alzheimerfelagið skipar fyri politiskum pallborðsfundi um demensøkið. Høvi verður at seta spurningar og vóna vit at fáa eitt gott kjak. Við pallborðið sita Annika Olsen fyri Fólkaflokkin, Eyðdis Hartmann Niclansen fyri Sambandið, Rigmor Dam fyri Javnaðarfolkkin, Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi, Jógvan Skorðheim fyri Sjálvstýri, Hanna Jensen fyri Framsøkn og Tordur Niclasen fyri Miðflokkin. Verið vælkomin VERKÆTLAN ÖSTRÖM // 19. AUG. // KL. 19.30 ”DEMENS- VINARLIGT SAMFELAG” OG PALLBORÐSFUNDUR