Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Kunnu fáa Gomlurætt til keyps fyri eina krónu SANDOYARTUNNILIN Nú verður farið at bora á Gomlurætt fyri Sandoyartunlinum. Grótið skal tyrvast í haganum, hóast nógv halda, at hetta er tann ringasta loysnin av øllum Áki Bertholdsen – Tórshavnar Kommuna kann nú fáa alt havnarlagið á Gomlu­ rætt til keyps - fyri eina krónu um so skal vera. Tað sigur Heðin Mortensen, lands­stýrismaður í samferðslu­málum. Men verður ikki treytaleyst, at Tórshavnar Kommuna fær havnarlagið, tí tað verður ikki uttan so, at grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum, verður brúkt til at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt. Tey eru liðug at bora Eyst­ ur­oyartunnilin og í summar varð farið undir at bora Sand­ oy­artunnilin. Tey hava borað góðar 200 metrar á Sandoynni, men fyrsta dagin verður borurin eis­ini settur á at bora á Gomlu­ rætt. Men tann stóri spurning­ur­ in er, hvat alt grótið, sum kem­ ur upp á Gomlurætt skal brúk­ ast til. Talan er um eina øgiliga nøgd av gróti, tí tað eru yvir 500.000 rúmmetrar av gróti og verð­ur øll rúgvan løgd á Tórs­ vøll, hevði hon verið 70 metrar høg. Nakrar milliónir skilja partarnar Heðin Mortensen, landsstýris­ maður í samferðslumálum, hev­ur upplýst, at skal alt hetta grótið keypast, kostar tað einar 70 milliónir krónur. Felagið, sum ger tunnilin hevur alla tíðina arbeitt við eini ætlan um at tyrva grótið í haganum oman fyri Velbastað, tí tað er tað bíligasta loysnin. Síðani er loyvi fingið til vega til at fara undir tyrv­ing­ ina og tað verður har, grótið end­ar, tá ið sett verður á at bora á Gomlurætt fyrsta dagin. Men hóast arbeitt hevur verið við at finna eina loysn í meiri enn eitt ár, er einki hent. – Tað er eingin áhugi fyri at fáa grótið, sum kemur úr Sand­ oy­artunlinum, er niðurstøðan hjá Teiti Samuelsen, stjóri í felagn­um, sum ger Eystur­oy­ artunnilin og Sandoyar­tunn­il­ in. Tunlafelagið og Tórshavnar Býráð vóru annars komin rætti­liga væl á veg at gera eina avtalu um at brúka grótið til eitt ídnaðarøki upp á 30.000 til 50.000 fermetrar á Gomlurætt, men á býráðsfundi í Havn varð upplýst, at avtalan datt nið­ur­ fyri, tí ósemja tók seg upp um, hvør skuldi planera økið, bý­ ráðið ella tunlafelagið. – Okkara uppgáva er at gera ein tunnil, ikki at gera eitt ídn­ aðarøki, sigur Teitur Samuel­ sen. Og hann leggur afturat, at tá ið eingin onnur avtala fyri­ liggur, verður hildið fast um ætl­anina at tyrva grótið í hag­ anum. Hetta er nakað, sum hóvar Búnaðarstovuni, tí á borg­ara­ fundi á Velbastað í mars í fjør, segði Rólvur Djurhuus, ráð­gev­ ari á Búnaðarstovuni, at er hetta tað besta, sum kann henda við grótinum, tí við hes­ um verður eitt stórt økið av vána­ligari landbúnaðarjørð gjørt til góða landbúnaðarjørð. Men tað eru bæði borg­ar­ stjór­in, og aðrir býráðslimir í Havn, og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, grundleggj­ andi ósamd í, tí tey hava ført fram, at hetta er tann ringasta loysnin av øllum. Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, hevur eisini ført fram, at meginreglan eigur at vera, at grót skal flytast so stutt sum gjørligt, tí tað er øgi­ liga dálkandi. Hann sigur, at í hesum føri er talan um einar 108.000 last­ bilar av gróti, sum skulu koyr­ ast ímillum Gomlurætt og tyrv­ingarplássið í haganum om­an fyri Velbastað, og teir fara at brúka einar 410.000 litr­ ar av olju og slíta eini 350 dekk upp í sambandi við flutningin. Kunnu selja Gomlurætt Heðin Mortensen sigur, at beint eftir ólavsøku kallaði hann Tunlafelagið og Tórs­ havn­ar Býráð saman til fundar at umrøða málið, men Tórs­ havn­ar Býráð gav avboð til fund­in. Hann heldur framvegis fast um, at grótið skal ikki tyrvast, hóast hann viðgongur, at nú er so nógv útliðið, at tað slepst ikki undan, at tað fyrsta grótið, sum verður sprongt úr tunl­ inun, verður tyrvt. KvF visti at siga, at tunla­ felagið og Búnaðarstovan hava hava gjørt eina avtalu um ein triðing av grótinum, men at ætlanin er eisini at gera eina avtalu um restina. Búnaðarstovan 1,65 millión­ ur frá tunlafelagnum fyri at tyrva grótið í hagan og festarin fær 80.000 krónur í endurgjaldi fyri mist bit í tvey ár. Tilsamans verður talan um at fáa 113.000 fermetrar av bøi, sigur KvF. Men Heðin Mortensen sig­ ur, at hann ætlar sær fram­veg­ is at finna eina loysn fyri, hvussu grótið kann brúkast til onn­ur endamál, og hann heldur, at tað mest sjálvsagda er at gera eitt ídnaðarøki á Gomlu­rætt. Gamlarætt er landshavn, men hann sigur, at tað er einki í vegin fyri, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur havnar­ lagið - og tað kunnu tey gera fyri eina krónu um so skal vera. Hann sigur, at eitt slíkt øki kann fáa stóran týdning fyri Tórshavnar Kommunu, bæði í sambandi við ferðavinnu, til smoltstøð, ella til aðra vinnu. Tí verður enn ein roynd gjørd at fáa eina avtalu um eitt ídnaðarøki og eru tað nakrar milliónir fyri planering, sum liggja í buktini, má ein loysn finnast á tí. Hann sigur, at í minsta lagi skal ein skervknúsari setast upp sum kann knúsa grótið og selja skervin til ymisk endamál kring landið. –  Verður selt undan so hvørt, er tað ikki sagt, at grótið hópar seg alt ov nógv upp, heldur Heðin Mortensen. –  Tað er ørskapur at vit tyrva grót fyri 70 milliónir krón­ur, samstundis sum at vit innflyta grót fyri milliónir úr Noregi, leggur hann afturat. Tað eydnaðist hvørki at fáa eina viðmerking frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, ella frá Boga Andreasen, formanni í Vinnunevndini hjá Tórs­havn­ ar Býráð. Nógv eru samd um, at tað ringasta, sum kann henda, er, at grótið, sum kemur upp á Gomlurætt úr Sandoyartunlinum verður tyrvt í haganum. Men kortini er tað júst hetta sum hendur, hóast partarnir hava havt nógv meiri enn eitt ár til at finna eina aðra loysn telefon 20 59 59 Súkklur til ein OG hvønn tørv