Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI MUGU VIRÐA PENGARNAR HJÁ LANDSINS BORGARUM Ein partur av valskránni hjá Fólkaflokkinum er, at politikararnir aftur mugu virða, at tað eru borgarans pengar teir umsita Árni Gregersen Fólkaflokkurin leggur í val­ skránni áherðslu á, at skil fæst á búskapin og at vit skulu sleppa undan ovurforbrúkið. -Vit mugu staðfesta, at tað eru borgarans pengar vit um­ sita og tí skulu vit hava virðing fyri hesum pengunum, sgiru for­maður floksins, Jørgin Niclas­sen. Hann sigur, at Fólka­flokk­ ur­in hevur eina heilt greiða ætl­an fyri, hvussu peningaligi vøkst­urin í samfelagnum skal brúk­ast komandi árini. -Vit siga, at ein triðingur skal brúkast til skattalætta, ein triðingur til vælferð og ein trið­ingur til at gjalda skuld aft­ ur við, sigur formaðurin. Hann vísir á, at tað so at siga altíð er vøkstur í sam­fel­ agn­um. Viðhvørt er hann stór­ ur og viðhvørt er hann minni. -Tí kunnu vit ikki siga, hvussu skjótt vit kunnu nið­ur­ gjalda skuld, tí tað er tengt at, hvussu stórur vøksturin í samfelagnum er, sigur Jørgin Niclassen. Fiskivinnan Fiskivinnan hevur verið stóra kjakevnið í hesum valskeiðn­ um. Lógin um fyrisiting av sjó­ feingi bleiv samtykt av sam­ gonguni, meðan Fólka­flokk­- urin í stóran mun var ímóti. -Vit halda framvegis, at vit skulu gera eina fiskivinnu­ný­ skipan. Millum annað halda vit, at loyvini skulu vera í minst 12 ár, so tað verður møgu­ligt at fíggja eina endur­ nýggjan av skipaflotanum. -Vit vilja eisini sleppa okk­ um av við uppboðssøluna og vit halda eisini at menningar­ kvoturnar skulu takast burtur, sigur formaðurin í Fólka­flokk­ inum. Hann legði dent á, at teir ikki fara at rulla nakra skipan aftureftir aftur, men at flokk­ urin roynir at hyggja frameftir. Millum annað sigur hann, at tær menningarkvoturnar, sum summi hava fingið og sum tey hava gjørt íløgur í, skulu gerast til vanligar kvotur og at kvot­ ur­nar aftur skulu knýtast at skipunum, so manningarnar fáa tær hýrur, sum mann­ing­ arnar eiga at fáa. Sum er verður sumt fiska við skipum, sum ikki hava kvot­ur, men fiska fyri onnur. Tað ger, at hýrurnar verða býtt­ar millum manninganar uppá ein meira tilfeldigan máta. - Tí vilja vit hava, at kvot­ur­ nar aftur verða knýttar at