mikudagur 14. august 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92
TÍÐINDI
28 fólk bjóða seg
fram á lista A
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Tað verður við neyvt sama
talinum av valevnum sum fyri
fýra árum síðan, at Fólkaflokk
urin stillar upp á løgtingsval
inum.
Tá valskráin bleiv lagt fram
í
dag
kunngjørdi
Jørgen
Niclasen, at tey eru 28 í tali og
fegnaðist hann um tað, ið
hann metti vera ein fjøl
broyttan lista av valevnum, og
sipaði til tær ymisku útbúgv
ingarnar og starvsroyndirnar,
ið valevnini hava.
Fjølbroytni haltar kortini,
tá talan er um talið av kvinn
um á listanum. Av teimum 28
valevnunum, ið blivu nevnd
undir framløguni, vóru einans
5 kvinnur. Tær eru Annika
Olsen,
Rigmor
Rasmussen,
Ingvør Justinussen, Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdóttir og
Joan Samuelsen.
Samanborið við fyri fýra ár
um síðan er talan um eina
kvinnur færri, tá 6 út av 28 val
evnum hjá flokkinum vóru
kvinnur. Tá vóru Annika Ol
sen, Ingvør Justinussen, Else
beth Mercedis Gunnleygsdótt
ir, Joan Samuelsen, Marin
Sigvaldsdóttir
Bláberg
og
Mariann P. Garðalíð á listan
um.
Familju
politikkur
skal
tryggja
valdið
- Hevur familjan tað gott, hevur vinnan
tað gott. Hevur vinnan tað gott, hevur
familjan tað gott. Og alt Føroyar er
ein stór familja, segði Jørgen Niclanse,
formaður í Fólkaflokkinum, tá hann
endaði framløguna av valskránni
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Standandi við liðini av 21 val
evnum legði Jørgen Niclasen,
formaður í Fólkaflokkinum, í
dag fram valskránna til løg
tingsvalið.
Karmarnir fyri framløguna
vóru stásiligu hølini Kongs
høll í gomlu saltsiloini við
Tinganesi
í
baksýninum.
Bygningurin,
ið
millum
manna umboðar tað valdið,
ið flokkurin ynskir at vinna
aftur 31. august.
Og skjótt gjørdist greitt á
fundinum, at tað skal gerast
við at seta fokus á viður
skiftini hjá barnafamiljum.
- Hevur familjan tað gott,
hevur vinnan tað gott. Hevur
vinnan tað gott, hevur fam
iljan tað gott. Og alt Føroyar
er ein stór familja, segði for
maðurin, tá hann endaði
framløguna.
Formaðurin í Fólkaflokk
inum vildi í framløguni av
valskránni vera við, at før
oyska samfelagið við kom
andi løgtingsval stendur á
einum vegamóti. Og ein at
kvøða fyri Fólkaflokkinum er
ein atkvøða fyri familjurnar.
Millum lyftini hesum við
víkjandi var, at flokkurin
ynskir at leingja um barsils
skipanina, so at hon verður
eitt ár, men at tað almenna
ikki skal blanda seg í hvussu
foreldrini skipa barsilin.
Harumframt lovar flokk
urin í valskránni, at pening
urin til ansing fyri børnini
skal fylgja barninum, og at
barsilsskipanin skal tryggja
møguleikan hjá foreldrum at
arbeiða niðursetta tíð fyri
fulla løn.
skipunum, sigur formaðurin í
Fólkaflokkinum.
Opin fyri samgongum
Fólkaflokkurin hevur greitt
fingið at vita frá Javnaðar
flokkinum, at ongin samgonga
verður
millum
teir
báðar
flokkarnar.
Fólkaflokkurin
sigur
seg
ikki hava nakran trupulleika
at fara í samgongu við Javnað
arflokkin og ei heldur við
nakran av hinum flokkunum.
- Fyri okkum er tað avger
andi, at vit fáa so nógv av okk
ara politikki ígjøgnum, sum til
ber. Vit eru opin fyri samgongu
við allar flokkar – eisini Javn
aðarflokkin,
sigur
Jørgin
Niclassen.
Í tinginum hevur tað verið
býtt í blokkar seinastu val
skeiðini, har Javnaðarflokkur
in, Tjóðveldi og Framsókn
hava verið saman og so Sam
bandsflokkurin, Fólkaflokkur
in, Miðflokkurin og Sjálvstýri.
Samgonguleiðarin Aksel V.
Johannesen hevur sagt, at fáa
somu flokkarnir meirluta eftir
valið 31. august, so fer hann
fyrsta at tosa við Tjóðveldi og
Framsókn fyri at vita um tað
ber til at halda fram við somu
samgongu.
Sjálvt valið er 31.august og
ikki fyrr enn liðugt er at telja
upp, kann nakað avgerandi
sigast um hvør kann gera sam
gongu næstu fýra árini.
- Men vit hava sett okkum
fyri, at fremst á skránni hjá
okkum standa familjan og
vinnan
–
kanska
serliga
smærru
vinnufyritøkurnar,
sigur formaðurin í Fólkaflokk
inum.