Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Skulu hava okkara virði við, um vit fara í samgongu – Tey virðini, sum flokkurin hevur, hava høvuðstýdning; vit ynskja tó eisini at koma í samgongu. Tað kundi verið at hildið fram saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, men vit eru eisini opin fyri øðrum møguleikum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn Frants Jensen frants@sosialurin.fo Mánamorgunin legði Fram­ sókn valskránna fram til løg­ tingsvalið 31. august. Framløg­ an var á Gamla Apoteki í Havn. Við yvirskriftini ”Haldføri – fyrst og fremst” greiddi Poul Michelsen frá teimum 18 punktunum í valskránni. Opin fyri samgongumøguleikum Tað vóru grundvirðini hjá Fram­sókn, ið hann legði dent á, nevniliga tað persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsi. – Vit kunnu gott vera errin av tí liberala politikki, vit hava fingið ígjøgnum. Eg kundi gott hugsað mær at hildið fram við tí politikki, ið vit hava havt síðstu fýra árini saman við Javnaðarflokkinum og Tjóð­ veldi, men teirra nýggi pol­it­ ikkur má eisini sampakka við okkara. Vit kunnu gott verið partur av tí samgonguni, ella eini aðrari samgongu ella verið uttanfyri, sigur Poul Mich­el­ sen. Hann vísir á, at tað hevur havt sínar avbjóðingar at havt eina stjórn, ið bara hevur havt 17 fólk aftanfyri seg, men samstundis heldur hann eisini, at politikarar gerast meira eyð­ mjúkir, at vera partar av eini tílíkari stjórn. – Samgongan hevur verið viðbrekin og merkt av teimum fólkunum, ið manna samgong­ una. Og tað hevur ikki altíð verið so lætt. Fleiri neyðsemjur eru gjørdar. Vit hava ikki altíð fingið tað burturúr, ið vit kundu ynskt, men sum støðan hevur verið, so er tað frægasta í støðuni komið burturúr, segði Poul Michelsen. – Tað ræður ikki um bara at vera við, vit mugu eisini hava ávirkan. Um vit bara eru fylla í eini samgongu – tað hava vit ikki áhuga í. Um vit skulu vera við, so skulu vit hava ávirkan á tingini. Tí er tað avgerandi fyri okkum, at vit kunnu ávirka, eisini um tað skal vera tann samgonga, sum vit eru í í dag, segði Poul Michelsen. 500 milliónir afturat í búskapargrunnin Tað, ið fylti nógv undir fram­ løguni, var búskaparstøðan, vinnu­lívið og at tryggja inn­ tøk­urnar. – Vit liva í einum hákon­ junkturi, á toppinum á eini bylgju, og vit mugu ansa eftir at leggja til síðis fíggjarliga og gjalda skuld, so at vit ikki aftur uppliva tað, ið vit hava upp­ livað tvær ferðir síðani 1990­-ár­ ini, at vit komu í stórar trupul­ leikar fíggjarliga, segði Poul Michelsen. – Vit hava tað gott, og vit skulu eisini halda á at hava tað gott, uttan at skræða botnin undan búskapinum, segði Poul Michelsen. – Tað ræður um ikki at renna alt um koll við gramm­ leika ella politiskari líkasælu og ábyrgdarleysum vallyftum. Vit skulu tryggja búskaparligt skynsemi og holla stovnsrøkt, so hetta framhaldandi kann vera grundarlagið undir okk­ ara vælferð, segði Poul Mich­ elsen. Hann vísti á, at neyðugt er, at landið tryggjar, at bæði rakstur og íløgur hjá landi og kommunum verða lagdar í lang­tíðarkarmar. Framsókn ynsk­ir eisini, at búskapar­ grunn­urin í næsta valskeiði veks­ur úr 500 milliónum krón­ um upp í eina milliard krónur. Samgonguflokkar góvu seg vegna trýst Tær tríggjar vinnurnar, ið eru okkara grundarlag at liva undir, fiskivinnan, alivinnan og ferðavinna, fingu nógv pláss í framløguni. – Nýskipaða fiskivinnan er ikki uttan lýtir, men í minsta lagi staðfestir hon tveir týð­ andi tættir: Hvør eigur til­ feingið, og hvat tað er vert, segði Poul Michelsen. Hann ásannaði, at skipanin ikki er heilt tann, sum Fram­ sókn hevði ynskt, og hann kom eisini við ábreiðslu til Javn­aðarflokkin og Tjóðveldi, at teir ikki høvdu rygg til at standa við avtaluna, tá ið trýst varð lagt á teir, nú fiskidagarnir í bólki 5b vórðu hækkaðir, so at hesin bólkurin av bátum slapp út aftur at fiska. – Nú hava vit frítt fiskarí. Hetta er í stríð við tað lyfti, sum vit hava givið bæði vinn­ uni og lívfrøðini um, at allur fiskiskapur skal vera lív­frøði­ liga burðardyggur, segði Poul Michelsen. Alivinnan – helvtin av útflutningsvirðinum Hann vísti á, at nýggja alilógin setur greiðari karmar um eig­ ara­markið, um útlendskan kapi­tal og um rættin at nýta firð­ir og sund. Lógin gevur eis­ ini landsstýrisfólkinum greið­ ari heimildir at hava tamarhald á gongdini. – Inntøkan frá alivinnuni er næstan helvtin av øllum okk­ ara útflutningi, og sam­felagið hevur brúk fyri hesi inntøkuni. Vit hava fingið betri skipanir, men tørvur er á at fáa fleiri uppstrammingar. Tað týdn­ing­ armikla er, at profitturin ikki má koma fram um lívfrøðina, segði Poul Michaelsen. Náttúruna eiga vit øll Formaðurin í Framsókn fegn­ ast um, at Føroyar hava fingið eitt nýtt bein at standa á við ferðavinnuni, sum nú gevur umleið 800 milliónir krónur í umsetningi. Málið er, at hon um nøkur ár skal koma upp á 1,5 milliard krónur. – Ljóskastarin hevur verið settur nógv á tað, ið ikki riggar, men vit skulu minnast til, at nógv er broytt í mun til fyri nøkrum fáum árum síðani, tá ið lítil og eingin ferðavinan var her. Nú er tað broytt, og her koma nógv ferðafólk, og tað skapar eisini nógv arbeiðs­ pláss, segði Poul Michelsen. Hann harmaðist, at jarð­ eigarar og festarar hava valt ymsar loysnir, nú nógv ferða­ fólk fer í hagan, teir varða av. – Tann landbúnaðarligi part­urin má onkursvegna eis­ ini taka lut í ferðavinnu­øk­in­ um. Best er, um allir partar kunnu samráðast og koma til eina góða loysn. Fortreytin er, at tað almenna og tað privata ganga hond í hond, segði hann. Formaðurin í Framsókn hev­ur sjálvur verið lands­ stýris­maður á ferða­vinnu­øk­ in­um, men knúturin, nú so nógv ferðafólk koma til Før­ oya, og at tað slítur upp á náttúruna, hevur hann ikki klárað at loyst. Framsókn: Poul Michelsen, formaður í Framsókn Mynd: Álvur Haraldsen