Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 TÍÐINDI Krabba- og hjartasjúklingar viðgerðartrygd innan 14 dagar Eitt av fáu beinleiðis vallyftunum, ið Framsókn kom við undir framløguni, var at krabba- og hjartasjúklingar skulu hava viðgerðartrygd innan 14 dagar, og at hospicetilboðið skal betrast Frants Jensen – Vit vilja vera ítøkilig og siga, at krabba- og hjartasjúklingar skulu hava viðgerð innan 14 dag­ar, ella skulu hava eina ætl­ an um tilgongdina, sigur Berg­ un Kass, valevni hjá Framsókn. Hon heldur, at viðgerðin skal vera, har servitanin er til stað­ar – í Føroyum ella uttan­ lands. – Vit skulu satsa nógv at betra okkum innan serøkini í Føroyum, men vit skulu eisini keypa viðgerðir aðrastaðni frá. Tað má vera eitt samstarv, sigur Bergun Kass. Leggja dent á fyribyrging Bergun er kend frá arbeiðinum í Tórshavnar kommunu, har hon millum annað hevur sett síni fingramerki á heilsu og fyribyrgingarøkið. – Persónliga havi eg altíð hildið, at vit skulu gera nógv við fyribyrging, men tað økið verður vanliga flokkað sum heilsumál. Eg vil tala fyri, at fyribyrging verður ein kato­g­ ori fyri seg sjálvan, har komm­ unur kunnu fara inn og brúka pengar, tá ið tey síggja, at tað er almannagagnligt fyri komm­ ununa, sigur Bergun Kass. Hon heldur fram: – Vit vita, at sjálvt um tað er í hvør sínum fíggjarliga kassa, so er tað greitt, at tað sum kommunurnar gera av heilsu­ fremjandi tiltøkum, tað verður í seinna enda spart aftur í tí almenna, millum annað við færri sjúkrainnleggingum, sig­ ur Bergun Kass. Samstarv millum sjúkrahúsini Viðvíkjandi samstarvi millum sjúkrahúsini, vil Framsókn halda fast við loysnini, sum er stungin út í kortið við nýggj leiðsluni á sjúkrahúsøkinum. – Vit hava samskift við fakfólk frá heilsuverkinum, og tey javnseta ikki Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús, sum vit ofta hava hug at gera. Støðan er ein onnur við Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí tað er koyrandi millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og um ikki langa tíð verður tað skjót­ ari at koyra ímillum. Í Klaksvík skulu vit ikki gera alt, men deila upp og samstarva, har tað ber til, sigur Bergun Kass. Um Suðuroyar Sjúkrahús sigur hon soleiðis: – Suðuroyar Sjúkrahús ligg­ ur meira avbyrgt. Fakfólkini tosa tó sera jaliga um Suð­ uroyar Sjúkrahús, at tey nøkta tann tørvin, ið har er, og tey halda eisini tað var rætt at flyta føðideildina til Havnar. Vit meta, at tað er rætt at satsa upp á nøkur serøki í Suð­ur­ oynni, sigur Bergunn Kass. Hospicetilboð betrast Framsókn sigur eisini í val­ skránni, at møguleiki skal vera fyri læknaligum introstørvum í Føroyum, og at partar av ser­ læknaútbúgvingini skal kunna takast í Føroyum. Samstundis verður eisini sagt, at verandi hospicetilboð á Landssjúkrahúsøkinum skal rað­festast og hava nýggjar virði­ligar hølisumstøður. 11 av 14 valevn­um búgva í høvuðs­ staðnum Framsókn hevur mannað eitt lið við 14 valevnum til løgtingsvalið 31. august – átta menn og seks kvinnur. Tey flestu av valevnunum hava stillað upp fyri Fram­sókn áður, men okkurt nýtt valevni er eisini. Av teimum 14 eru tó bara trý, ið eru aðra­staðni enn úr høvuðs­staðn­um Tey trý bygdafólkini í Fram­ sókn eru Hanna Jen­sen, Norðragøta, Øssur Christi­ an­sen, Vestmanna, og Árni M. Dam, Norðskáli. Øll hini búgva í Tórshavnar komm­ unu. Poul Michelsen, for­mað­ur í Framsókn, er flokkurin ein Havnarflokkur burtur­av? – Eg haldi, at tað vísir meira tað hugsjónarliga Før­oyar, at fólk eru meira býtt upp í teimum etiskum mál­um norðanfyri í mun til sunnanfyri og aðrastaðni. Vit hava bara okkara hug­ sjón, og fólk kunnu taka und­ir við henni ella ikki. Hava tit ikki roynt at fingið valevni aðrastaðni frá? – Jú, vit hava, og tað eru fólk, sum halda, at okkara hug­sjónarliga grundarlag ikki er nóg gott, tað má vera tí. Vit fara ikki at siga, at nú mugu vit hava okkurt val­ evni úr Klaksvík ella úr Vági. Tað er soleiðis, at fólk eru vælkomin í flokkin. Tað er tað hugsjónarliga gund­ ar­lagið, ið hevur týdning. Tað eru so nógvir flokkar, ið um­boða tey ymisku økini, og tað hevur ongantíð gagnað føroyskum politikki, at arbeitt verður so stað­ bundið, sum gjørt verður. Fyri okkum ræður tað um, at tað er tað hugsjónaðarliga grundarlagið, ið fólk trýr uppá, sigur Poul Michelsen. – Lat tað vera greitt, at nátt­ úr­una eiga vit øll. Rætturin hjá føroyingum at ganga í haga, skal staðfestast. Um tað ikki verður nøkur semja, so má tað gerast við lóggávu, segði Poul Michelsen. Longur á tjóðskaparleið Hvat er tað týdningarmesta at fáa framt hjá Framsókn? – Búskapurin er tað týdn­ ing­armesta. Vit mugu fáa lagt tær tríggjar høvuðsvinnurnar, fiskivinnuna, alivinnuna og ferðavinnuna í tryggar legur, so tær eru lívfrøðiliga burð­ar­ dyggar og ein inntøka, sum vit sum samfelag eisini kunnu liva av í framtíðini, segði Poul Mich­elsen. Tað tjóðskaparliga frælsi hevur eisini týdning hjá Fram­ sókn, sjálvt um formaðurin ikki legði so stóran dent á tað undir framløguni. – Tað hevur eisini stóran týdning at koma longur á sjálvstýrisleið. Fleiri halda, at hetta verður ein eyka útreiðsla, men sum eg síggi tað, so kann tað eisini gerast ein eyka inn­ tøka, sum hevði gagna okkum væl. At vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og átaka okkum tær skyldur, sum vit hava sum samfelag. Vit skulu ikki vera bundin at øðrum og dúva uppá teirra hjálp, segði Poul Michel­ sen. Meir ítøkiligt nevndi Poul Michelsen loftrúmið, sum kem­ ur á føroyskar hendur í næst­ um, at vit fáa útlend­inga­mál á føroyskar hendur, at blokk­ urin verður niður­lag­að­ur, og at onnur týðandi mál verða yvir­tikin. Mugu tvinga kommunur til samstarv Poul Michelsen kom eisini stutt inn á onnur mál í val­ skránni, millum annað, at hjúna­bandslógin ikki skal fara aftur til tað, hon var áðrenn, men framhaldandi vera tíðar­ hóskandi, sum hann málbar seg, at matvøruhandlar skulu hava loyvi at selja øl og vín, at gransking skal stimbrast, at ferð skal setast á grønar orku­ loysnir, at almennar tænastur skulu útveitast til tað privata, at tað almenna og tað privata samstarva um at nøkta bústað­ artørvin og at kommunali geir­in skal endurskoðast – Uppgávubýtið millum land og kommunur skal endur­ skoðast. Kannast skal, um nýggj­ar uppgávur, sum til døm­is fólkaskúlin, skal leggj­ ast út til kommunurnar at røkja, og um kommunurnar skulu hava størri frælsi at um­ sita tænasturnar, sum nat­úr­ liga hoyra til nærdemokratiið, segði Poul Michelsen. Hann heldur tó, at vit hava alt ov nógvar kommunur í Før­ oyum, og at her má nakað ger­ ast. – Vit mugu seta krøv, at upp­gávur skulu røkjast av størri kommunalum eindum, tí í dag eru nógvar av kommun­ un­um ikki førar fyri at loysa uppgávurnar, segði Poul Mich­ el­sen. Bergun Kass, valevni hjá Framsókn Mynd: Álvur Haraldsen