Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 TÍÐINDI in eitt gott upplivilsi á allar mátar. Tey ungu skulu stutt­ leika sær og læra nýggj fólk at kenna. Vit ynskja, at tey fara at minnast aftur á leguna sum eitt jaligt upplivilsi, sama, hvørja leið tey fara seinni í lív­ in­um, sigur Elsbet Ellingsgaard Magnussen, ið er ein av fyri­ skip­arunum. Viðkomandi fyri ungdómin Á eini ungdómslegu eru um­ støð­urnar heilt øðrvísi í mun til møti í missiónshúsunum. Umframt bønarløtur og møti, vóru eitt nú kappingin Nesvík Open, Talk Show, áhugatímar og grilling á skránni. Andrias Magnussen er að­ alskrivari í Kirkjuligu Heima­ missiónini. Hann greiðir frá, at tað er týdningarmikið, at fyri­ skip­ararnir taka hædd fyri ávísu málbólkunum, sum koma á legu, og at munur eyð­ sæð er á barnalegum og ung­ dóms­legum. Í farnu viku vóru tað tannáringar, sum húsaðust í leguhúsinum, og sostatt var neyðugt at leggja leguna til rættis við tí í huga. – Vit royna at taka spurn­ ingar, ung fólk hugsa um í ger­ and­is­degnum, upp og viðgera teir. Tað er týdningarmikið, at ungdómslegan er viðkomandi fyri ungdómin, sigur Andrias Magnussen. Tey ungu hava nógv tilboð Elsbet Ellingsgaard Magnus­ sen, fyriskipari, greiðir frá, at tað er sjálvboðið arbeiði, ið ber leguna, og ein eykavinningur er, at tey sjálvbodnu duga væl. –Vit eru heppin, tí vit hava sera dugnalig fólk at hjálpa okkum, bæði við ljóði, ljósi, filmi og tónleiki, sigur hon. Út­ við 120 luttakarar, fyriskiparar og hjálparfólk eru partur av ungdómsleguni fyri ung frá 8. til 10. flokk. Barnalegurnar, sum eisini eru í leguhúsinum, hava áhald­ andandi verið sera væl um­ tóktar, og bíðilistin er langur hvørt ár. Orsakað av trygd­ arviðurskiftunum, er av­ markað, hvussu nógv børn kunnu taka lut í legunum. Í ár luttóku umleið 75 fólk á ungdómsleguni fyri 8. til 10. flokk. Tá fullteknað er, eru útvið tvífalt so nógvir lut­tak­ ar­ar. Andrias Magnussen met­ ir, at ein av grundinum til, at luttakaratalið er nakað lægri enn vanligt er, at ungdómurin í hevur nógv tilboð. Fleiri væl umtókt summartiltøk eru bæði uttanlands og í Føroyum, og tað er ikki óhugsandi, at tað er ein avbjóðing at náa alt, sig­ ur hann. – Eitt nú komu mong ung fólk aftur av TeenStreet leguni í Týsklandi síðsta leygardag, með­an ungdómslegan í Nesvík byrjaði longu dagin eftir, sunnu­dagin. Harafturat hevur Summ­arfestivalurin í viku­ skift­inum, sigur hann. Nýggja ítróttahøll Leguhúsið í Nesvík varð vígt í 1993. Endamálið við húsinum var at skipa fyri legum, sum fyrst og fremst vóru kristiligar. Áðrenn húsið varð bygt, vórðu legur hildnar á Kambsdali, men ynskiligt var at fáa eitt stórt øki til vega, sum hýsti kristiligum legum burturav. At Nesvík gjørdist staðsetingin, er ikki av tilvild. – Av tí at Nesvík liggur rími­ liga miðskeiðis í landinum, er fjarstøðan til leguhúsið nærlík fyri nógvar av luttakarunum, sigur Andrias Magnussen. Tey bæði Andrias Magnus­ sen og Elsbet Ellingsgaard Magn­us­sen eru hjún, og hava tey verið við til at fyriskipa legur í Nesvík mangar ferðir. Sambært teimum, hava um­ støð­urnar í Nesvík verið góðar frá byrjan, men nú húsið fyri stuttum er útbygt, eru møgu­ leik­arnir enn betri. Spild­ur­ nýggj nýmótans ítróttahøll er bygd upp í leguhúsið, og hon rúmar bæði ítróttaligum og tón­leikatiltøkum. Áskoð­ara­ pláss kunnu setast upp og tak­ ast niður, og gólvið virkar sum bæði fótbóltsvøllur og flog­ bólts­vøllur, og pláss er fyri trim­um badmintonvøllum. – Vit hava verið ómetaliga spent, tí hetta var fyrstu ferð nýggja høllin varð tikin í nýtslu, siga tey bæði. Nes/Toftir – Tað besta við at vera á legu er at fáa nýggj vinfólk, og at koma tættari at Gudi. – Vit hava havt Nesvík Open, sum eru kappingar millum kømrini í posta­ renn­ing. Her er nógv á skránni, men eisini eru frí­ løtur, og tá er gott at práta við hini um tað, vit hava lært. Fuglafjørður – Eg havi verið á legu tríggjar ferðir. Mær dámar væl bíbliutímarnir, tí teir eru áhugaverdir og læru­ ríkir. – Vit hava havt tema­ kvøld, og nú hevur temað verið Árið 1920. Fyrr hava vit havt eitt nú OL, Disney og superhetjur sum tema. Toftir – Hetta er triðu ferð eg eri á ungdómslegu, og eg havi eisini verið á barnalegu, tá eg var yngri. Alt er gott. – Her er sera stuttligt at vera, og felagsskapurin er góður. Tað er hugnaligt at vera her, og tað er spennandi at læra nýggj fólk at kenna, hóast nógv hava givið avboð, tí tey eru akkurát komin aftur frá TeenStreet. Sandur – Eg havi verið á legu í Nesvík fleiri ferð, tá eg var yngri, men hetta er fyrstu ferð, eg eri á ungdómslegu. Her er stuttligt og hugnaligt at vera, og so er maturin eisini góður. – Nú hava vit havt temað Árið 1920, sum hevur verið stuttligt. Til dømis hava dreingirnir gingið við selum, og onkur enntá í kolli. Lassi, 15 ár Hilmar, 15 ár Esther, 16 ár Inger Elisabeth, 15 ár