mikudagur 14. august 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
EITT TRONGARI SAMFELAG!
Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður og
valevni Fólkafloksins
Tey júka upp í saman, at
samfelagið er vorðið rúmligari.
Men passar tað?
Nei! Als ikki. Samfelagið er
vorðið trengri og kaldari.
Eitt gott prógv um tað er
grein hjá Kristiannu Winther
Poulsen úr Javnaðarflokkin
um, har hon ger viðmerkingar
til valskránna hjá Miðflokkin
um og eisini dregur Fólkaflokk
in uppí!
Her skrivar hon sera ljótt
um ”homofobiskar útsagnir
frá
hvítum,
priviligeraðum
monnum, sum royna at tví
halda um, at vit skulu hava eitt
land, sum útihýsir heilum
bólkum av menniskjum.”
Hoyrdu tit??: ”homofobiskar
útsagnir frá hvítum, privileg
eraðum monnum … sum úti
hýsa …”
Tað er ikki nakað nýtt, at
javnaðarpolitikarar royna at
karaktermyrða onnur, og ser
liga Fólkaflokkin – men nú er
Kristianna eisini farin at kalla
og happa og rópa ókvæmisorð.
Hetta er skakandi lestur! –
Ein roynd at fáa okkum at tiga
við at kalla okkum homofobar
og hvítar priviligeraðar menn
– bara tí vit hava barst fyri at
varðveita hjúnabandið – ikki
fyri at útihýsa nakran, men tí
vit halda fast við, at hjúna
bandið er heilagt og gudgivið
og er ein stovnur bara millum
mann og konu. Tað hildu javn
aðarfólk eisini bara fyri nøkr
um fáum árum síðani!
Og legg merki til! Eingi
argument, men niðurgering,
róp og ókvæmisorð! Hetta eru
metodurnar,
hesi
fólkini
brúka.
Góðu føroyingar! Eg vil feg
in ávara tykkum!
Hetta er nógv álvarsamari,
enn vit ána!
Og fáa tey valdið aftur, so
fara tey at halda fram á hesi
leiðini!
Tað næsta málið, tey fara at
koyra ígjøgnum, er uttan iva
lóg um løgfrøðiligt kynsskifti,
sum Kristianna W. Poulsen
hevur sagt, at hon tekur undir
við, og fleiri onnur eisini sym
patisera við!
Hetta er Javnaðarflokkurin
í dag!
Góðu føroyingar! Eitt er at
tey rópa ókvæmisorð, kalla,
happa og eyknevna okkum,
men eg óttist fyri, at skjótt
fara vit ikki at hava loyvi til at
siga okkara meining um hesi
tingini longur.
Fyrst skuldu tey hava 266b
ígjøgnum,
síðani
ta
kyns
neutrala hjúnabandið, og nú
eru tey farin at rópa ókvæmis
orð og at kriminalisera tey,
sum halda fast við ein klass
iskan kristnan samlívsetikk.
Hjá hesum fólkunum røkk
ur tolsemið bara annan vegin!
Nei, Føroyar eru ikki vorðn
ar rúmligari, men tvørturímóti
trongari og kaldari undir hesi
samgonguni
við
Javnaðar
flokkinum, Tjóðveldi og Fram
sókn.
Eg stilli upp aftur til hetta
valið – og verði eg valdur, ætli
eg mær framvegis at berjast
fyri at avdúka hesa siðspillandi
kynsneutralu
ideologiina
–
meðan eg enn havi loyvi til
tað!
Tí stilli eg upp til Føroya Løgting
Marin Katrina Frýdal,
Tjóðveldi
Millum míni áhugamál er at
styrkja og menna føroyska
málið og føroysku mentanina.
Samferðsluviðurskifti,
náttúru- og umhvørvispolit
ikkur og orkumál eru eisini
evni, sum hava mín stóra
áhuga. Loysnir á bústaðartrot
inum, og ein skynsamur bú
staðarpolitikkur, har alment
og privat fáa sínar karmar
lýstar at virka undir, er alneyð
ugt at fáa til politiska viðgerð
sum skjótast.
Sum limur í Tórshavnar bý
ráði, har eg nú siti mína fjórðu
setu; verði eg vald á Føroya
Løgting, fari eg at lata vara
manninum býráðssessin. Eg
havi sera drúgvar politiskar
royndir úr høvuðsstaðarkomm
ununi. Eg havi eisini í býráðs
arbeiðinum sýnt neyðuga dirvi
til at tala at, har okkurt er
galið, bæði politiskt og í fyri
sitingini. Eg havi røkt týðandi
leiðslusessir í býráðnum; var
forkvinna í Teknisku nevnd
tær tvær fyrstu seturnar, og er
nú forkvinna í Byggi- og býar
skipanarnevndini, somuleiðis
eri eg nevndarlimur í inter
kommunala elfelagsskapinum
SEV.
Sum royndur býráðspolit
ikari kenni eg, um nakar, full
væl til tær ábøtur, ið lóggávu
valdið, Føroya Løgting, eigur
at arbeiða við í komandi val
skeiði til tess at bøta um virkis
karmarnar
hjá
føroysku
kommununum. Kreftir í sam
felagnum royna í ávísum før
um at seta kommunurnar og
landið upp í móti hvør øðrum;
hesum taki eg frástøðu til, tí, -
Landið og kommunurnar eru
at meta sum eitt par í einum
hjúnalagi; ið tørva hvønn ann
an til tess at fáa sum best
burtur úr fyri Føroya fólk.
Eitt av hjartamálum mínum
er, at vit føroyingar mugu gev
ast við at seta miðstaðar- og
útjaðaraøkini upp í móti hvør
øðrum; Føroyar eru bæði, og
vit føroyingar eru øll í sama
báti. Tann veruliga avbjóðingin
kemur uttan úr heimi, og hana
mugu vit handfara í felag.
Einar frælsar, frílyntar, sam
haldsfastar og rúmsáttar Før
oyar, har vit kenna ábyrgd
hvør móti øðrum, er mín
visjón!
Franklin Michaelsen
farin
Fari at royna at skriva nøkur
orð um mín góða vinmann
Franklin á Kósina. Nógv kall
aðu hann fyri “Franklin í
Kunoy”.
Tá vit búðu í9 Árnafirði,
vitjaðu vit ofta á Kósini hjá
Ellu ommu, tey búðu beint
omanfyri; eg og míni komu
ikki so nógv saman tá. Men
pápi okkara arbeiddi á Kósa
virkinum Har Franklin eisini
arbeiddi. Nakað seinni byrj
aði onkur annar hjá okkum
eisini at arbeiða har, og kom
sostatt
eisini
at
kenna
Franklin.
Har ígjøgnum knýttu vit
eitt sera tætt vinarsamband
við Franklin, ið helt alla tíð
Franklin var á lívi. Vit koyrdu
mangan biltúrin saman, og
eg má siga, at hann hevði sera
nógv forvitnisligt at siga frá,
og var ein góður frásøgumað
ur.
Seinni komu so eisini vit
báðir at arbeiða saman á
Kósavirkinum, Eg havi tí sera
góð minnir um Franklin.
Fótbólturin og KÍ høvdu
eisini hansara stóra áhuga.
Hann fylgdi heilt væl við
fótbóltinum eisini nú heilsan
var farin at bila.
93 ár er ein høgur aldur.
Tað kundi verið so mangt at
tikið fram.
Ærað verið minnið um
Franklin
á
Kósini.
Góða
Hansy og tit, alt tað besta í
komandi døgum. Takk fyri
góð minnir.
Niclas Justinussen og Róð
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á