Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 Fuglafjarðar kommuna KUNNGERÐ UM LØGTINGSVAL Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU Til veljarar til løgtingsvalið 31. august 2019 í Fuglafjarðar kommunu. Vísandi til at løgtingsval er útskrivað 29. juli 2019, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 í Fuglafirði leygardagin tann 31. august 2019 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í Bønhúsinum á Hellunum á Rættarvegi 25 fyri Hellurnar. Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg. Brævatkvøða: Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við fríggjadagin 30. august 2019. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er fríggjadagin 30. august 2019, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 18.00. Heimaval: Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi sama dag kl. 12.00. Valkort: Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast. Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið. Fuglafjørður, tann 10. august 2019 Fuglafjarðar býráð LEIÐARI TIL KVINNUHÚSIÐ Kvinnuhúsið søkir eftir nýggjum leiðara til eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Vit leita eftir einum persóni, sum er álitisvekjandi, opin og engageraður, og sum brennir fyri at gera mun hjá kvinnum og børnum, sum hava upplivað harðskap. Tú kemur at ganga á odda og mynda Kvinnuhúsið. UM KVINNUHÚSIÐ Kvinnuhúsið veitir ráðgeving og vegleiðing til kvinnur. Vit bjóða viðtalur og samrøðubólkar til kvinnur, ið hava upplivað likamligan og/ella sálarligan harðskap. Harafturat hava kvinnur møguleika fyri at fáa viðtalu hjá sálafrøðingi, ið er knýtt at Kvinnuhúsinum. Kvinnur kunnu saman við børnum gista á Kreppumiðstøðini eina avmarkaða tíð. Í Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini starvast, umframt leiðaran, eitt starvsfólk og 35 sjálvbodnar vaktir. ARBEIÐSUPPGÁVUR • Ráðgeving og vegleiðing • Einstaklinga- og bólkasamrøður • Hjálp til sjálvhjálp til kvinnur, ið eru knýttar at húsinum • Samskifti og samstarv við nevnd, sjálvbodnar vaktir, myndugleikar og stovnar • Íverksetan av nýggjum tiltøkum • Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og undirvísing innan harðskap • Skrivstovuhald og annað fyrifallandi arbeiði FØRLEIKAR • Tú hevur sosialfakliga útbúgving • Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir • Tú megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum fólkum • Tú dugir væl at samskifta við fólk, aðrar stovnar og miðlar • Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan • Tú ert nýhugsandi • Tú hevur góð leiðsluevnir • Tú dugir at vera rólig í truplum støðum • Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu Setanar- og lønarviðurskifti Starvið er eitt fulltíðarstarv við setan frá 1. desember 2019. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. UMSÓKN Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. verður send nevndini í Kvinnuhúsinum á kvinnuhusnevndin@gmail.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 2. september 2019. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elina Reinert Planck, leiðara í Kvinnuhúsinum tlf. +298 223756 ella til forkvinnu í nevndini Poulu Patursson tlf. +298 224112 ella á t-posti kvinnuhusnevndin@gmail.com. LES MEIRA UM KVINNUHÚSIÐ Á WWW.KVINNUHUSID.FO Fuglafjarðar kommuna Frá Fuglafjarðar kommunu VALLISTAR Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til Løgtingsvalið 31.08.2019 liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá 14. august til 28. august 2019 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00-15.00. Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini kunngjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama tíðarskeiði. Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 30.08.2019 kl. 12 verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum. Fuglafjørður, tann 13. august 2019 Fuglafjarðar býráð Dreymastarvið finnur tú á in.fo