mikudagur 14. august 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92
ØLL TILTØK Á FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS!
størsta fiskinum handaður
fyristøðufólkunum.
Hinir fiskarnir, sum ikki skulu
latast inn skulu tveitast á
sjógvin um teir eru livandi ella
koyrast í stóra fiskakassan, sum
stendur mitt á kósabrúnni har
fyrireikararnir halda til.
Silvi vitjar og børn og vaksin fáa
kakao, sunnkist og góðgæti á
Kósabrúnni meðan fiskað verður.
Vinnararnir av fiskikappingini
verða uppringdir so skjótt
úrslitið av kappingini er greitt
og fáa heiðursmerki og vinningar
handaðar á stóra pallinum í
samband við stóra kaffiborið sum
byrjar leygarmorgunin 17. august kl.
10:30.
Fiskikappingin er deild sundur í
fýra bólkar:
•
Gentur undir fólkaskúlaaldur.
•
Dreingir undir fólkaskúlaaldur.
•
Gentur í fólkaskúlaaldri
•
Dreingir í fólkaskúlaaldri.
Kappast verður um at fiska
størsta fiskin.
Vinnarar í omanfyri nevndu bólkum
fáa gull, silvur, bronsumerkir, og
atgongumerki frá Cirkus Baldoni,
umframt annað gott.
Tann ið fiskar allarstørsta fiskin
verður útnevndur FISKI-KONGUR/
DROTNING og fær ein serstakan
vinning. Eisini ferð umboð frá
Havstovuni í stuttum at siga nøkur
orð um vinnandi fiskin.
Tey sum av einhvørjari orsøk ikki
hava melda til fiskikappingina
ella vatnkríggið kunnu melda til
hjá fyrireikarunum á bryggjuni
beint undan fiskikappingini ella
vatnkrígginum.
19.00 Stórt Vatnkríggj millum bátar og
skip
Eftir at stóra fiskikapping er
endað leggja skip og bátar at
Kósabryggjuni og taka fólk umborð
og síðani verður kríggjast millum
bátarnar á Vánni.
ØLL SKULU VERÐA Í BJARGINGARVESTI
Sløkkilið og bjargingarfeløg
úr øllum landinum luttaka í
vatnkrígginum.
Tað er ikki loyvt at kasta
vatnballónir á sjógv!
Siglt verður í ring inni á Vánni og
kríggið endar tá sjóverjuskipið
Brimil blæsir tríggjar ferðir við
stóra skipslúðrinum.
TRYGDARBOÐ:
Allir bátar SKULU lurta á VHF-inum
á Kanal 6.
Siglt verður móti klokkuni
runt sjóverjuskipið Brimil sum
sprænir sjógv upp í loft við stóru
vatnkanónum sínum og fram við
bryggjukantinum á vestursíðuni
har danska sjóverjuskipið og Hans
á Bakka liggja við vatnkanónum/
vatnsproytum og fram við
vestur bryggjuni har vatnkríggj
er á bryggjuni (Kaptein Gardar
vatnkríggi) og so aftur runt Brimil.
Um Brimil blæsir í lúðurin (eitt
langt floyt) undir vatnkrígnum,
skulu bátar og skip leggja stilt
beinan vegin. Brimil blæsur í
gongd aftur við tveimum stuttum
floytum.
Vatnkríggi endar við at Brimil
heilsar tríggjar ferðir við lúðrinum
Øll sløg av skipum og bátum kunnu
luttaka í vatnkrígnum. Bátar og
skip sum ætlað at luttaka verða
vinarliga biðin um at boða frá við
at ringja til Eyðstein Poulsen tlf..
217014 og siga frá.
Heitt verður á allar bátar og skip
um at síggja til at eingin stendur
eftir á Kósabryggjuni.
19.00 Kaptein Gardar Vatnkríggj
Á vestursíðuni frammanfyri
Northern Fish Cold Storage, skipar
Kaptein Gardar fyri vatnkríggj fyri
smærri børn og teimum, sum ikki
ynskja at verða umborð á bátunum.
Kaptein Gardar og aðrir sjórænarar
verja seg móti børnum við vatn
kanón o.ø..
Øll - bæði børn og vaksin, sum
luttaka í vatnkrígnum, kunnu
roknað við at gerast dýggj vát og
tí er umráðandi, at verða í heitum
klæðum.
Tað er ikki loyvt at kasta
vatnballónir á sjógv!
Tey sum av einhvørjari orsøk
ikki hava melda til fiskikapping
ella vatnkríggj, kunnu gera tað
á bryggjuni frammanundan
fiskikappingini ella vatnkrígginum.
LEYGARDAGIN 17. AUGUST
09.00 Føroysku træseglskipini og
motorbátar hittast á Pollinum og
seta segl.
10.00 Seglskipini koma á Klaksvík
og leggja at bryggju innast í
krókinum við Stórukaj. Jóhanna
TG 326, Westward Ho, Dragin,
Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.
10.30 Merkið vundið á stong
Umboð fyri manning, sum
hevur longstu leið til Føroya
Sjómannadag, heysar Merki í húnar
hátt meðan Tjóðsangurin verður
sungin.
STÓRT KAFFIBORÐ Á BRYGGJUNI
Tá tjóðsangurin er sungin er
borðreitt við Kaffi, Te, Kakao,
Sjómannabolla og vinarbreyði á
bryggjuni.
10.40 Jógvan Skorheim, borgarstjóri,
bjóðar vælkomin.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
í fiskivinnumálum, setur Føroya