Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki. Heiðursmerki handaði til vinnarar av fiskikappingini og tann sum hevur fiska allar størsta fiskin verður útnevndur Fiskikongur/drotning. Granskarar frá Havstovuni fara at skera vinnandi fiskin upp á pallinum og greiða í stuttum frá fiskinum. Skipalista-Kvissin. Undankapping til stóru finaluna í spurnar kappingini hjá Skipalistanum, sum verður á stóra pallinum kl. 15:15. Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør. Tilmelding á pallinum. Føroyameistararnir fáa eitt vikuskifti fyri tvey í mai á Hotell við fullari pensjón. Silvurvinnarin fær tinganest frá DAMFAR Bronsuvinnarin fær tinganest frá DAMFAR 13.00 Stórt Trøllapætur-rockshow við Trøllaommuni. Trøllaommudidd lovar eisini at koma. 14.00 - 20.00 Summarlist hevur opið (Posthúskjallarin) 11.00 – 18.00 Listaframsýningar. Lydia Petersen, Magna Auðunsson og onnur sýna fram í stóra tjaldinum. Edward Fuglø hevur opið atelier í gomlu Sýslumans húsunum. 11.00-16.00 Norðoya Fornminnasavn opið 11.00 – 19.00 Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni. 11.00 – 17.00 Sjórænaraskip og bátar leggja at bryggju og sigla túrar við børnum. Kaptein Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR. Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar. Øll, sum klára royndirnar, fáa eitt diplom frá Kaptein Gardar & Stampi. 11.00 – 17.00 Vilt á sjónum: Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin - Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. …. ÓKEYPIS!!! - Royn teg hangandi afturúr speedbátum, sitandi á luftpútum….. ÓKEYPIS!!! 11.00 – 17.00 UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri. 11.00 – 17:00 UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp. 11.00 – 17.00 UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður. 11.00 - 17.00 Havstovan í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum Prøva-tøkuskipanin til fiskakanningar hjá Havstovuni verður víst í stóra tjaldinum. Eisini nytrutøka, aldursgreiningar og magakanningar. 13.00 – 19.00 FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ JFK bjóðar aftur í ár Fish & Chips á Sjómannadegnum. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið. Aftur í ár fara brøðurnir Gavin og Craig Lewis frá matstovuni Lewis’s Fish & Grill at kokkast. Eins og í fjør ársins vinnari av kappingini ”Young Fish Frier of the Year 2019” í Stórabretlandi. Og í ár gjørdist vinnarin ein kvinna - kokkurin Lauren Kellaway frá Kellaway’s Fish & Chips. JFK hevur sostatt útgjørt seg væl at servera Fish & Chips til allar gestirnar á Sjómannadegnum. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir. Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið. Opið verður frá kl 13, og so leingi sum fólk ynskja at fáa Fish & Chips. Bakkafrost á Sjómannadegnum Bakkafrost eru errin av teirra vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Á Sjómannadegnum fer Bakkafrost aftur í ár at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum og verður møguleiki at sleppa umborð á M/S Hans á Bakka. Legg leiðina framvið og heilsa uppá og royn hesar leskiligu smakkiroyndir. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir. Samtakið Christian í Grótinum bjóðar Makrel. Á sjómannadøgunum í ár hava ger samtakið Christian í Grótinum ein rætt við heittroyktum makreli, sum verður royktur á staðnum og eftir ætlan borðreiddur flógvur. Afturvið er ein eplasalat og nakað av súltaðum reyðleyki. Makrelurin er fiskaður í juli 2019 og er rætturin vit bjóða í ár enn eitt dømi um hvussu vit kunnu eta fyrstafloks makrel sum er fiskaður á leiðunum runt Føroyar. Omaná bjóða vit kaffi og eina rabarbu desert frá Amarant. 13.00 – 17.00 Opið skip umborð á danska sjóverjuskipinum Knud Rasmussen. Manningin vísur runt og bjóðar pannikøkur, kaffi og saft. 13.00 – 17.00 Opið skip umborð á Brimli. Manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao. 13.00 - 18.00 Opið hús á Looknorth. Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast. Høvið verður at uppliva framkomnu framleiðsluna meðan víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur. 13.00 - 17.00 Ókeypis kramarísar. Føroya Sjómannadagur bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin. 13.00 – 17.00 Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska 13.00 – 17.00 Bláikrossur deilir ókeypis ballónir út til børn. 13.00 – 17.00 Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum. 13.15 Skera upp grind Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp. Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum. Tiltaki verður um vit fáa hendur á grindahvali :-) ØLL TILTØK Á FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS!