mikudagur 14. august 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Føroyskur fótbóltur í holt við
eitt av teimum mest spennandi
kappingarárunum í longri tíð.
Enn eru fimm lið við í FM-
stríðnum, meðan kappingin
um at yvirliva er óviss og
spennandi, tí vit vita ikki
hvussu nógv lið flyta niður og
tað er stutt millum AB, EB/
Streym og ÍF.
Í hesum kappingarárinum
liggja fleiri dystir á láni enn
vanligt. Tað er orska av Ev
ropa-lutøkuni hjá føroyskum
feløgunum. Ein av teimum
dystunum verður í kvøld í
Fløtugerði millum ÍF og NSÍ.
Tað er á pappírinum ikki
tann stóri spenningurin, tí
gestirnir úr Runavík eru stór
favorittar at vinna. Heimaliðið
hevur júst tapt 3-0 í botnupp
gerðini móti AB á Argjum. Av
rikið hjá flestu av fuglfirðing
unum var langt undir miðal.
Gestirnir eru saman við B36
størstu avbjóðarnir hjá KÍ til
FM-heitið.
NSÍ
hevur
út
merkað seg í ár við at fáa úrslit
seint í dystunum. Ein aftur
vendandi murra úr Runavík
hevur verið, at liðið er betri
fyri enn nakrantíð. Tað legði
Guðjón Tórarson eisini dent á í
upptaktini til kappingarárið.
Hetta kom til sjóndar í dyst
inum móti Víkingi fyri hálvari
aðru viku síðan, tá NSÍ vendi
0-2 til 3-2 í seinna hálvleiki.
NSÍ hevur nú meldað seg í
meistarastríðið. Ein tekin um
ein FM-avbjóðara er at fleiri
spælarar traðka til. Higartil
hevur nógv ligið á herðunum
hjá liðskiparanum, Klæminti
A. Olsen. Hann er toppskjútti
við 17 málum, men seinastu
tveir dystirnar hevur ein ann
ar áleypari bjóðað seg fram.
Øssur tryggjaði
stig við Løkin
Øssur Dalbúð hevur sitið utt
anfyri í eitt ár við skaða, men
seinastu tveir dystirnar er
áleyparin komin inn frá bonk
inum. Tað hevur úrslitað í
einum uppleggi og einum máli.
Hann legði upp til 2-2 málið hjá
NSÍ í Sarpugerði móti Víkingi,
og sunnukvøldið brúki hann
bara 21 sekund til at skora
móti, sum tá var á odda 1-0 og
omaná.
- Tað var sjálvandi stutt
ligt skora so skjótt
aftaná
eg
var
komin
inn,
men
heilt
erligt,
so
hugsaði
eg
ikki
tað
stóra
meir
um
tað
undir
dyst
inum.
Eg
var
klárur
at
koma inn tá
vit
fingu
horna, og visti
beinavegin at tað
kundi
vera
ein
góður
møguleiki hjá mær, tí tað kann
vera órógvandi hjá mótstøðu
liðinum tá ein nýggjur maður
kemur inn til ein deyðbólt,
sigur 30 ára gamli áleyparin.
Øssur Dalbúð kann blíva
ein spælari, ið loysir upp fyri
trýstinum, sum er á Klæminti
A. Olsen at avgera allar dyst
irnar. Hóast hann hevur verið
skaddur leingi, so tykist Øssur
væl fyri.
- Ja, eg havi verið skaddur
leingi
og
næstan
ikki
spælt í eitt heilt ár. Eg
mangli sjálvsagt eitt
sindur
av
dystar
venjing,
men
eg
havi vant ógvuliga
nógv og miðvíst
fyri at vera so
væl fyri sum
møguligt með
an
eg
havi
verið
uttanfyri.
Kanska
tað er við
til at gera at eg
skjótari kann koma heilt upp í
ferð aftur, fortelur hann víðari.
Fóturin hevur argað
Øssur Dalbúð hevur javnan
gjørt um seg í føroyskum fót
bólti, men hevur eisini havt
tíðarskeiðir, har hann hevur
búð í Danmark. Í fjør skuldi
hann
aftur
gera um seg í
barndómsfelagnum, eftir at
hava spælt við millum annað
eisini ÍF og HB. Men ein
fótskaðið hevur steðgað tí.
-Eg havi havt trupuleikar
við fótliðinum. Tað byrjaði
faktist beint aðrenn kapping
arbyrjan seinasta ár. Eg fekk
ein harðan stoytt á fótliðið og
hetta darvaði meg alla fyrru
hálvu. Tað vísti seg at eg hevði
eitt brot í fótinum og bleiv tí
skurðviðgjørdur.
Tað
tók
tíverri
longri
enn
væntað til fótliðurin
kom fyri seg aftur. Tað hevur
ikki verið stuttligt at sita
uttanfyri
so
leingi,
men
hugurin til fótbólt blívur bara
størri av at sita uttanfyri so
leingi, sigur Øssur Dalbúð.
Vil ikki tosa um FM
HB er nú fyrsta liðið, sum
hevur fingið stig við Løkin í ár.
HB var leikliga omaná og
skuldi helst havt vunnið dyst
in, men tað eisini ein dygd at
Upptakt ÍF-NSÍ:
Øssur Meinhardtsson Dalbúð hevur verið langtíðarskaddur, men
evnini at verða vandamikil eru til staðar enn. Sunnukvøldið
hevði hann bara á vøllinum í 21 sekund, tá hann skoraði
og tryggjaði NSÍ eitt stig. - Tað kann vera órógvandi hjá
mótstøðuliðinum, tá ein nýggjur maður kemur inn til ein
deyðbólt, sigur 30 ára gamli áleyparin
SKORAÐI EFTIR
21 SEKUND