Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. august 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fáa stig, tá liðið ikki rakar dag­ in. Tað eru tvey stig upp til odda­sessin, sum NSÍ kann taka fyribils í kvøld, men Øss­ ur vil ikki tosa um FM. - Vit eru í løtuni við har tað er stuttligt at vera, men tað er sera langur vegur eftir enn. Eft­ir mínum tykki er tað alt ov tíðliga at snakka um FM. Vit taka ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, tá kappingin endar síðst í oktobur. Enn kunnu øll tey fimm ovastu liðini vinna FM, heldur Øssur Dalbúð fyri. Verður torført móti ÍF Í kvøld verður útsetti dysturin móti ÍF. Gongdin og stigatalvan siga, at hetta er botnur móti toppi. Tí er NSÍ stórfavorittur at vinna dystin. Tó er NSÍ uttan Petur Knudsen og Bárð J. Hansen. ÍF hevur ein longri skaða­ lista, har nakrir eru lang­tíð­ar­ skaddir, umframt at Pól Jákup Lundsbjerg hevur leikbann. Tó væntar Øssur Dalbúð ein tor­ føran dyst í kvøld. -Dysturin ímóti ÍF verður heilt sikkurt ógvuliga torførur. ÍF stríðist fyri at bjarga lív­in­ um í bestu deildini, so vit vita at tað verður torført. Vit mugu leggja nógv fyri at fáa okkara spæl at rigga betur enn tað gjørdi ímóti HB, men vit mugu eisini vera tolnir og ikki leypa framm av, sigur Øssur Dalbúð. Einar aftur á vøllinum Fyri fyrstu ferð síðani seinasta umfar í fjør, var Einar Tróndar­ gjógv at síggja á besta liðnum hjá NSÍ sunnukvøldið. Hann spældi allan dystin á vinstra bakki, tá NSÍ og HB spældu javnleik 1-1. Einar Tróndargjógv hevur í summar súkklað við Team Rynkeby Føroyum til París. Í tí sambandi segði hann í sam­ røðu, at hugurin til fótbólti ikki hevði verið so góður í sein­ astuni, men at hann nú ætlaði sær í gongd aftur. Hann hevur síðani vant við besta liðnum og spælt tveir dystir við næstbesta liðnum. Sunnu­kvøldið vóru boð eftir sterka bakkinum, tá bæði Pæt­ ur Hentze og Búi Egilsson sótu uttanfyri. Pætur Hentze ein drúgv­an skaða, meðan avloys­ arin í Jann Benjaminsen í gjár bleiv fluttur fram á vongin, har hann avloysti Búa Egils­ son, sum hevði leikbann. Einar Tróndargjógv er 31 ára gamal og hevur spælt yvir 300 dystir fyri besta liði hjá NSÍ. NSÍ spælir í kvøld, og tá hevur Bárður J. Hansen leik­ bann. Tí er líkt til, at Einar Trónd­argjógv aftur verður a liðn­um, um dysturin sunnu­ kvøldið ikki fór ov illa við hon­ um. SOSIALURIN TIPPAR: 1-4 trondur@sosialurin.fo Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. KÍ 16 12 2 2 38-11 (+27) 38 2. B36 17 12 2 3 28-14 (+14) 38 3. NSÍ 16 11 3 2 40-16 (+24) 36 4. HB 18 10 5 3 42-18 (+24) 35 5. Víkingur 18 11 2 5 38-24 (+14) 35 6. Skála 18 8 0 10 20-21 (-1) 24 7. TB 18 5 3 10 15-33 (-18) 18 8. AB 18 3 2 13 19-47 (-28) 11 9. EB/Streymur 18 2 3 13 17-43 (-26) 9 10. ÍF 17 1 2 14 12-42 (-30) 5 Mikukvøldið 14. august (Útsettur frá 29. juni) ÍF-NSÍ (18.30) Beinleiðis á FM1