Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 6 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T á Elin Reinert Planck fyrst í desember býtir leiðarastarvið í Kvinnuhúsinum um við eina tilveru sum pensjonist, er tað endaligt punktum á einum 25 ára langum tilknýti til stovnin, ið hevur gingið á odda at veitt verju og hjálp til kvinnur í neyð. Fyri mong fólk er fráfarandi leiðarin og Kvinnuhúsið eisini óloysiliga tengd saman. Tað er kanska heldur ikki so løgið havandi í huga, at Kvinnuhúsið fyrst sá dagsins ljós í 1990 og longu fýra ár seinni hevði Elin Reinert Planck sín fyrsta starvsdag í húsinum. Og síðan tá hevur hon javnan verið at sæð í bløðum, loftbornu miðlunum og tíðindasíðum har hon hevur talað søk teirra, ið hava verið offur fyri harðskapi frá einum av sínum nærmastu. Júst miðlauppgávan hevur kortini bara verið ein brøkpartur av starvinum. Tann størsti og tyngsti parturin verður brúktur at veita hjálp og ráðgeving til tær kvinnur, ið seta seg í samband við stovnin. Og tá snýr tað seg um at lurta heldur enn at tosa. - Tað kann vera tungt at hoyra søgurnar frá kvinnunum, men í hesum starvinum má man hava empati. Man skal kunna lurta og rúma tí, ið kvinnan hevur at siga. Tað er kvinnan, ið hevur trupulleikan, og ikki ein sjálvur. Um man ikki ger tað, so heldur man kvinnuna fasta í tí støðu, ið hon er í. Men ein partur av okkara arbeiði snýr seg eisini um at hjálpa kvinnuni at fáa eyga á glottarnar, ið hóast alt, eru í tilveruni, sigur Elin Reinert Planck. Arbeiða við menniskjum Sjálv er Elin Reinert Planck fødd og uppvaksin á Landavegnum í Havn, men longu sum 19 ára gomul flutti hon av landinum og til Danmarkar. Og tað var her, at sosialpedagogurin byrjaði sína yrkisleið innan at hjálpa fólkum. - Eg havi altíð arbeitt við menniskjum við sosialum avbjóðingum. Eg búði í Danmark frá 1972 til 1986 og arbeiddi tá á einum dagstovni, ið lá í einum øki við stórum sosialum trupulleikum. So longu tá var eg við at hjálpa familjum í økinum við ymiskum avbjóðingum, minnist hon aftur á. Heimkomin til Føroyar síðst í fýrsunum fekk Elin Reinert Planck starv í Blákrossheiminum, ið tá var staðsett í høvuðsstaðnum. Og hóast hon arbeiddi mest við monnum hetta tíðarskeiðið, varnaðist hon skjótt, at trupulleikarnir mangan stungu nógv djypri enn bara persónurin, ið var til viðgerð. - Vit viðgjørdu sjálvandi tann persónin, ið hevði søkt hjálp. Men eg varnaðist, at aftanfyri teir flestu menninar var ein maki og nøkur børn, ið eisini høvdu tørv á hjálp, minnist hon aftur á. Sostatt hevði hon longu eina hóming av hvat starvið innibar, tá hon eftir átta árum í Blákrossheiminum fekk ein fyrispurning frá Kvinnuhúsinum, um hon var sinnað at koma at arbeiða hjá teimum. - Eg segði ja til møguleikan, tí eg ynskti at arbeiða við familjuni aftanfyri misbrúkaran. Og her havi eg verið síðan, sigur Elin Reinert Planck. Ein onnur tíð Kvinnuhúsið hevði einans virkað í fýra ár, tá Elin Reinert Planck byrjaði í húsinum. Og sum vanligt er við slíkum stovnum, kravdi tað tíð at bróta niður teir fordómar, um virksemið í húsinum og tær kvinnur, ið søktu hjálp. - Frá fyrsta degnum av hava kvinnur sett seg í samband við Kvinnuhúsið. Men tað bleiv kanska sæð eitt sindur niður á tær og fekk Kvinnuhúsið nøkur eyknevni frá byrjan av. Ein vanlig fatan hjá mongum var, at tær kvinnur, ið vendu sær til Kvinnuhúsið, livdu í parløgum har maðurin var stórmisnýtari og vóru tey tí longu sjónlig í samfelagnum. Men soleiðis er ikki. Harðskapur er allastaðni. Hann ger ikki mannamun. Hann er hjá høgum, lágum og hjá øllum harímillum. Tey vælbjargaðu klára kanska betri at dylja harðskapin, tí tey búgva í húsum við nógvum plássi rundanum, so HARÐSKAPUR IKKI MANNAM - Kvinnuhúsið fekk nøkur eyknevni frá byrjan av. Ein vanlig fatan hjá mongum var, at tær kvinnur, ið vendu sær til Kvinnuhúsið, livdu í parløgum har maðurin var stórmisnýtari og vóru tey tí longu sjónlig í samfelagnum. Men soleiðis er ikki. Harðskapur er allastaðni. Hann ger ikki mannamun. Hann er hjá høgum, lágum og hjá øllum harímillum. Tey vælbjargaðu klára kanska betri at dylja harðskapin, tí tey búgva í húsum við nógvum plássi rundanum, so eingin veit hvat fyrigongur, sigur Elin Reinert Planck, ið eftir kvarta øld í Kvinnuhúsinum leggur frá sær í desember. - Tað kann vera tungt at hoyra søgurnar frá kvinnunum, men í hesum starvinum má man hava empati. Man skal kunna lurta og rúma tí, ið kvinnan hevur at siga. Tað er kvinnan, ið hevur trupulleikan, og ikki ein sjálvur. Um man ikki ger tað, so heldur man kvinnuna fasta í tí støðu, ið hon er í. PERSÓNSØGA Elin Reinert Planck: