fríggjadagur 16. august 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019
SOSIALURIN 93
7
eingin veit hvat fyrigongur, sigur
Elin Reinert Planck.
Ein broyting er kortini hend
viðvíkjandi hvørjar kvinnur søkja
hjálp frá Kvinnuhúsinum. Fyrstu
árini vóru tað serliga tilkomnar
kvinnur, ið vendu sær til stovnin.
- Hetta vóru kvinnur, ið høvdu
livað eitt langt lív saman við
manninum, men tá børnini fóru
heimanífrá fóru at hugsa um sína
egnu støðu. Tað gleðiliga er, at vit
hava fáar av teimum kvinnunum
í dag, vísir Elin Reinert Planck á og
leggur afturat.
- Kvinnurnar, sum søkja hjálp,
eru yngri í dag og hava fleiri
møguleikar. Áður høvdu kvinnur
ikki teir somu møguleikarnar. Tær
høvdu ikki lønt arbeiði og vóru tí
meira tengdar at manninum.
At kvinnur áður hava bíðað
til børnini eru flutt heimanífrá,
er eisini í samsvar við tí, ið tey
uppliva í Kvinnuhúsinum. Børnini
hava nevniliga øgiliga nógv at siga
fyri kvinnurnar, ið venda sær til
stovnin.
- Tað sum pínir kvinnurnar
mest eru børnini. At tey hava
verið vitni til slíkt, ið tey ikki
eiga at uppliva. Tá eg byrjaði í
Kvinnuhúsinum var hugburðurin
tann, at man bleiv verandi fyri
teirra skyld, men nú veit man
meira um hvønn skaða børnini
fáa, av at vaksa upp í einum
harðligum umhvørvi, sigur Elin
Reinert Planck.
Fáa ikki frið
Ein ikki so jalig broyting, ið Elin
Reinert Planck eisini hevur lagt
merki til ta tíðina hon hevur
starvast í Kvinnuhúsinum, er
tøkniliga menningin.
- Harðskapur hevur altíð verið
til, men man hevur bara ikki nevnt
tað fyri harðskap. Men í dag eru
nógv fleiri mátar at gera seg inn
á hvønn annan enn tað var fyrr.
Her hugsi eg internet, sms og
fartelefonir. Tað eru fleiri hættir
í dag at fremja sálarligan ágang,
vísir hon á.
Samstundis hava tey eisini lagt
merki til, at tær kvinnur, ið gista
í Kvinnuhúsinum, ikki fáa frið á
sama hátt sum áður.
- Tá kvinnur gistu her fyrr,
fingu tær fullkomnan frið. Tí um
maðurin fekk illgruna um, at hon
var her, so var tað altíð okkum, ið
hann fyrst fekk fatur á. Tá kundu
vit so taka eitt prát við hann.
Men í dag hava øll fartelefonir og
sosialir miðlar, soleiðis at vit fáa
ikki altíð samband við mannin.
Tað er ein keðilig broyting fyri
kvinnurnar, tí tað var gott, at tær
fingu frið, tá vit virkaðu sum eitt
slag av stoytdoyvara, sigur Elin
Reinert Planck.
Tungt arbeiði
25 ár er ein long tíð í einum starvi,
ið inniber ein gerandisdag har man
tosar við kvinnur, ið hava upplivað
slíkt frá sínum nærmastu, ið einki
menniskja eigur at uppliva. Men
kortini megnar Elin Reinert
Planck í flestu førum at lata
tær tungu lagnurnar liggja á
arbeiðsplássinum, tá hon fer til
hús eftir loknan arbeiðsdag.
- Onkuntíð er okkurt óvanligt
hent, ið ger at man hugsar um
tað, tá man kemur til hús, men í tí
stóra heila latið eg arbeiðið liggja
eftir. Men tað truplasta er at síggja
pínuna hjá børnum. Børn kunnu
ikki velja. Tað kunnu vaksin
R GER
MUN
- Tað sum pínir kvinnurnar mest
eru børnini. At tey hava verið vitni
til slíkt, ið tey ikki eiga at uppliva.
Tá eg byrjaði í Kvinnuhúsinum
var hugburðurin tann, at man
bleiv verandi fyri teirra skyld, men nú veit man
meira um hvønn skaða børnini fáa, av at vaksa
upp í einum harðligum umhvørvi
Framhald á síðu 8