Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 8 onkursvegna, hóast umstøðurnar eru truplar, sigur hon. Tað at hon leggur arbeiðið eftir á arbeiðsplássinum, tá hon fer til hús, merkir eisini, at hon ikki sjálv tekur stig til at heilsa, tá hon møtir persónum í býnum, ið hon kennir frá Kvinnuhúsinum. - Eg heilsi ongantíð fyrst. Um tær heilsa upp á meg, so geri eg tað eisini. Tær flestu heilsa upp á meg, men tað er heilt í ordan, um tær ikki heilsa. Tað er heilt upp til tær. Tað er eisini annað upp á hvussu langt man er komin sjálvur. Men tær flestu leggja einki í, um fólk møguliga hugsa at tær hava tilknýti til Kvinnuhúsið, bara tí tær práta við meg. Eg kenni jú eisini nógv fólk uttanfyri húsið, sigur hon. Kvinnan eigur avgerðina Hóast starvsfólkini í Kvinnuhúsinum gera tað, ið tey megna, fyri at hjálpa teimum kvinnum, ið venda sær til teirra, so er tað altíð kvinnan sjálv, ið avgerð hvat hendir víðari. - Tað er hon, sum skal liva við avgerðina, so tað er hon, ið skal taka hana. Um hon velur at fara heimaftur til mannin, so er tað tað valið, ið vit tosa við hana um. Hon er altíð vælkomin at venda sær aftur til okkara, tá hon stendur í trupulleikanum aftur. Tí tað krevur ein vilja frá báðum pørtum, um broytingar skulu gerast heima við hús. Tað nyttar lítið, um bara annar ynskir tað, sigur Elin Reinert Planck. At Elin Reinert Planck brúkar orðingina tá hon stendur í trupulleikanum aftur, er ikki tilvildarligt. Leiðarin í Kvinnuhúsinum vísir á, at teirra royndir er, at í flestu førum endurtekur slíkt seg. - Harðskapur versnar altíð. Um broytingarnar skulu koma í parlagið, so skal tann í fremur harðskap viðurkenna sín atburð og tað tekur langa tíð at broyta tað. Tá skal viðgerð til og tað tekur tíð. Um einki av tí hendir, so gongur stutt tíð, áðrenn tey eru aftur har tey byrjaðu. Men tað er eisini umráðandi hjá kvinnuni at broyta atburð, so hon ikki endar í sama slag av parlagi aftur, sigur hon. Eru vorðin betri Hóast talan er um eitt arbeiði, har man møtir nógvum tungum lagnum, so verður tað við nógvum góðum minnum, at Elin Reinert Planck leggur frá sær seinni á árinum. - Tað verður við fleiri góðum minnum, at eg leggi frá mær, tí tað er gevandi at arbeiða við menniskjum. Tær flestu løturnar við kvinnunum eru eisini góðar løtur. So hóast tað er eitt krevjandi arbeiði er tað eitt gevandi arbeiði, sigur hon. Hon fegnast eisini um tey stig, ið samfelagið hevur flutt seg síðan hon sjálv byrjaði í Kvinnuhúsinum. - Sum samfelag eru vit blivin so ómetalig nógv betri til at hjálpa kvinnum og børnum. At byrja við var Kvinnuhúsið einans fyri kvinnur og børnini fylgdu bara við. Man hugsaði ikki so nógv um, at børnini høvdu liva í tí sama. Tí óansæð um tey vaksnu royna at goyma ósemjurnar til tey eru farin í song, vita børnini tað altíð. Eftir nøkur ár fekk man meira fokus á børnini og er man í dag nógv betri til eisini at taka hond um tey, sigur Elin Reinert Planck. - Eg heilsi ongantíð fyrst. Um tær heilsa upp á meg, so geri eg tað eisini. Tær flestu heilsa upp á meg, men tað er heilt í ordan, um tær ikki heilsa. Tað er heilt upp til tær. - Harðskapur versnar altíð. Um broytingarnar skulu koma í parlagið, so skal tann í fremur harðskap viðurkenna sín atburð og tað tekur langa tíð at broyta tað. Tá skal viðgerð til og tað tekur tíð. Um einki av tí hendir, so gongur stutt tíð, áðrenn tey eru aftur har tey byrjaðu. PERSÓNSØGA